Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 55

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 21. desember 2007 ✯ 55 pípuni í kinnklovanum. Pípan livdi við í hesum jólarúsi av Dunga Oluffu og Wiener Sängerknaben. Hann fór at kava av møkum. Ein hvítur kavafeimi legðist yvir tær okker­ gulu tekjurnar. Flykrurnar góvu Oluffu og teimum, sum stóðu skamt ífrá, ein nýggjan hvítan búna. Tá ið sangurin hjá Wiener Sängerknaben fjaraði burtur, hoyrdist millum flykrurnar: .... I tidens fylde, da Guds søn på jord sig fandt en moder skøn, lod uden synd sig føde, fornedrede sig til de små, så de kan ham til broder få, den himlens morgenrøde. Hesin sálmur og O, Jesulein süß! o Jesulein mild livdu nú ímillum húsa­ vegg og hjalsrimar í túninum. Hvør mælskari var, Dunga Oluffa ella Wiener Sängerknaben, er ilt at siga. Knappliga loysnaði fyri tungubandi­ num hjá Elsu og grannunum. Alt grannalagið stóð nú og sang saman við Oluffu og Elsu Højlovet i al evighed skal Jesus Kristus være, og når for ham vi knæle ned, det er Gud Faders ære; og når vor lovsang, altid ny, fra jord sig svinger let i sky med glade juletoner, vort fattige halleluja med salig fryd istemmes da af engles millioner! Hann muldi kavan niður, sangurin tagnaði í einari flykrandi kavasymfoni. Kavaflykrurnar huldu henda lítla skara av oyndfirðingum. Tú hoyrdi leikindini ganga , so hvørt sum farið varð innum, og eftir var jólakvirran. Elsa fór oman aftur eftir Túni. Oman í Mýrustovu til sítt upphav. Hennara uppliving við Dunga Oluffu og grannu­ num har í nánd legði seg sum ein gloria um høvur og kropp hennara. Hóast einsemi var um hana, tá ið hon trein innum, so stóð jólagleðin hjartanum næst. Hon var so rein og sker sum ein Guðs eingil av tí feima kavanum, sum hevði lagt seg um hana, tún og trong stræti. Hon var ein livandi ímynd av Mariu Magdalenu. Hennara gomlu varrar teskaðu: Gloria, gloria, gloria . Ein loyvd frá tí katólsku tíðini. Mong gomul úti á bygd um hetta mundið høvdu ein katólskan dám yvir sær. Elsa í Húsi var einki undantak. Trúgv vóru tey ímóti Gamlatestamenti. Har vóru søgurnar og loyndarmál í spádómum. Hetta hevur hugtikið gamla bygdaføroy­ ingin, men jóla ­ og páskaboðskapin tóku tey eisini til sín. Elsa setti seg á bríkina at rinda møðina. Hon var ikki nakar ársungi longur. Hevði lagt alla sína orku í sálmin: Et lidet barn så lysteligt. Hon var vorðin so móð, at hon orkaði ikki til gudstænastu á middegi. Hon sat og durvaði á bríkini einsamøll við tóm­ leikanum eftir systir sína Olivinu, sum var deyð 21. sept sama ár. Hon fór at leggja seg fyri at menna seg upp til gudstænastuna jólakvøld. Í Kirkjuni Áðrenn fólkið fór í kirkju, kom tað væl við at fáa ein lúr upp undir høgtíðs­ kvøldið mikla. Tá ið klokkan nærkaðist seks, komu fólk oman eftir Túni, heim eftir Bakkanum, oman úr Garðshorni, av Marknagili og Fløtti, ùr Garðamørk, úr Langagarði, av Skorpisheyggi, av Gutta o.s.fr. Hetta var eins og tey leitaðu sær inn til Betlehem at síggja undrið. Elsa fór fylt av tí sjón, sum henni barst fyri um dagin oman í halgi­ dómin. Kirkjan stóð skamt ífrá, og hevði hon hoyrt hetta klokkuljóð alla ævi sína saman við áarsuðinum úr Stórá og alduskolinum úr Støðni. Tónarnir frá Wiener Sängerknaben og sálminum: Et lidet barn så lysteligt stóðu rimmar fastir í huganum . Hetta var dagurin, sum øllum longdist eftir. Sita á síni egnu brík í halgidóminum og líða á jólaboðskapin. Ljósini á bríkarvangunum góvu sær góðar stundir at taka tey til sín, sum fyri stuttum vóru farin í annað ljós. Sigga í Heiðriksstovu, Lena í Ansa­ stovu(omma) og Elsa í Húsi tóku hetta ljósið til sín. Tær gjørdust eymar í hesum blaktrandi ljósi. Kirkjan angaði av viði og sápu, og kvistarnir fóru at røra upp á seg. Teir fóru undir at syngja Gloria inn excelsis Deo – Æra verði Guði í tí hægsta! (Einglanna lovsangur við føðing Krists. 2. partur í tí Katólsku messuni). Har vóru stórir kvistar og smáir kvistar. Summir kúputir og aðrir stórir upp á fót og aðrir visaligir og fáligir, men allir royndu at toyggja seg og halda tónanum longst sum best. Teir hyldligu kvistarnir goymdu eftir. Hetta høvdu teir lært av teimum gomlu oyndfirðingunum, tá ið Kingo varð sungin í bygdini. Hesir kvistar høvdu sæð Niklas í Heiðriksstovu, Dánjal J. og Olivinu sita undir orðinum jólakvøld í ein 70 ár. Hoyrt teirra rødd og tikið ljómin til sín. Dunga Oluffa sat eisini í sínum stóli í sínum jólaklæðum. Í kvøld sá hon út sum eitt halgimenni. Hennara eygnabrá og rukkuta andlit hevði eitt endurskin, sum bert gudilig fólk hava yvir sær. Kanska var hon á veg inn í altartalvuna í málninginum av Eckersberg – Jesus í Getsemane, og ætlaði at seta seg tætt við Jesuspápa. Kanska var tað so, men ilt var at hugsa tankan hetta kvøld, at maðurin, sum hevði friðarboð til henda fallkomna heim, skuldi verða svíktur í einum urtagarði. Elsa orkaði ikki at hugsa hendan tanka, men mátti bara blunda og lata andan ráða hetta halgi­ kvøld. Hennara lítli urtagarður rann fram fyri hana eins og í myndini hjá Chagall, har blái eingilin roynir at halga silkiblómurnar uppá seg. Elsa fór uppfrá í einum ikoniskum suðið av veingjasløgum, sum bóru hana fram við Getsemane, at silkblómunum í sínum egna aldingarði. Fyriklæði flags­ aði í kyldini, sum fór um Getsemane og Oyndarfjørð og fekk blómurnar í henn­ ara blómulund at danda í hesum heilaga jólaloti. Millum hesar blómur lá Jesusbarnið mitt inni í altarringinum í Oyndarfjarðar kirkju. Tað var løgið hjá Jesusi í Getsemane at liggja á knæ í angist og trega og síggja tann smílandi Jesus í krubbuni ímillum litfagrar dreymsóljur og snjósóljur í aldingarði­ num hjá Oluffu framman fyri altarinum í hesi hugnaligu kirkju.. Oluffa hevði fingið veingir og fleyg ímillum hesar báðar urtagarðar, sum var Guds verk. Øll, sum inni vóru, vóru vitni til hesa gongd. Elsa í Húsi ressaðist og fór fram eftir kirkjugólvinum við eini gloriu um høvdið og sang: Gloria in excelsis Deo. Alt kirkjuliðið reistist og tók undir við hesum sælu tónum. Elsa fór fram at altarringinum og legði seg á knæ framman fyri Jesuspápa. Dunga Oluffa sat so stolt við síðuna av hesum nýfødda barni eins og tað var hennara egni sonur, sum hon ongantíð fekk, men var hennara, allra oyndfirðinga og heimssonurin. Elsa mælti: “ Ja, Oluffa lukka, tað sum ikki er, tað er!” Oluffa nikkaði, kíndi heimssoninum, og øll, sum inni vóru, tóku hetta halgikvøld ljósið úr krubbuni og Getsemane til sín. Frits Johannesen Elsa í Húsi inni í kór Altartalvan í Oyndarfjarðar kirkju