leygardagur 26. mai 2001síða 19
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 99 - 26. mai 2001
Nr. 99 - 26. mai 2001
37
gult36 cyan36 magenta36 svart36
gult37 cyan37 magenta37 svart37
Gudstænastur
6. sunnudag eftir páskir
Sjóvar kirkja: kl. 11,
Jógvan Fríðriksson
Norðskála: kl. 10.40,
skriftamál, kl. 11 messa,
Emil Olsen
Hósvík: kl. 11, Martin R.
Jacobsen
Kollafjørður: kl. 11, Inga
Poulsen Dam
Húsar: kl. 11, altarg.,
Niels Pauli Danielsen
Christianskirkjan: kl. 11,
lestur
Vesturkirkjan: kl. 11, Heri
Joensen, kórið Safir úr
Bergen medvirkar
Argir: kl. 11, Bergur D.
Joensen
Hvítanes: kl. 11, Bjarni
Bæk
Havnar kirkja: kl. 11,
Sonja Klein
Søldarfjørður: kl. 11,
Meinhard Bjartalíð
Gøta: kl. 11, Kjartan
Mørkøre
Hov: kl. 11, Erland Beder
Porkeri: kl. 12, altarg.,
Jens Førgaard
Skálavík: kl. 12, Høgni
Poulsen
Gásadalur: kl. 11,
Mykines: kl. 18, David
Johannesen
Hvannasund: kl. 12,
altarg., Elsa Funding
Fuglafjørður: kl. 11, Uni
Næs
Á Leiti: kl. 12,
Sandvík: kl. 14, Ólavur
Rasmussen
Tvøroyri: kl. 11, Petur M.
Rasmussen
Havnar kirkja
Matiné verður í Havnar
kirkju leygardagin 26. mai
kl. 11.30 við »Havnar
Ungdómshornorkestri«.
Leiðari: Kenneth Jones.
Rhema, Tórshavn
Sunnudagin kl. 11 møti og
sunnudagsskúli. Team frá
Logos II luttaka. Øll eru
vælkomin.
KFUM og KFUK í
Havn
Mánadagin kl. 15 í KFUK:
Eldrasamkoma. Vit fara túr
til Hoyvíksgarð.
Sunnudagin 24. juni kl. 14
gera KFUM og K útferð –
um viðrar – við Norðlýs-
inum, vestur um Hest-
oynna. Sigið frá áðrenn 11.
juni á tlf. 311928. Havið
matpakka og okkurt drekk-
andi við. Ferðin varar 5 t.
Luttøkugjald 200 kr.
Ebenezer
Sunnudagin kl. 10 breyð-
bróting, kl. 12 sunnudags-
skúli, kl. 18 evangel. møti
við luttøku av manningini
frá Logos II, kl. 21 úti-
møti.
Mánadagin kl. 20 bønar-
møti.
Frelsunarherurin,
Tórshavn
Kvinnustevna 2001 frá
25.-27. mai »Gud skapti«.
Kommandør Berit Øde-
gaard og major Turid
Gamst. Fríggjadagin kl. 20
Stevnan verður sett, allar
kvinnur eru vælkomnar.
Leygardagin kl. 10 útferð.
Sunnudagin kl. 11
Halgunarmøti, kl. 13.30
sunnudagsskúli ella útferð,
kl. 15.30 kvinnumøti, kl.
18 alment møti.
Mánadagin kl. 17 skótar.
Filadelfia,
Landavegur 22
Í dag kl. 17 landsbøn, í
morgin kl. 11 morgunmøti
við Tummas Jaocbsen, kl.
18 kvøldmøti, fólk av
»Logos II« luttaka við talu
og sangi, kl. 22 útimøti
v/Meinigheitini í Hoyvík.
Mánakvøldið kl. 20
bønarskúlin.
Møtiskráin hjá Filadelfia
sæst á heimasíðu okkara:
www.filadelfia.fo
Meinigheitshúsið
Sunnudagin kl. 14 sunnu-
dagsskúli, kl. 18 møti við
Jógvan Petersen, Manskór-
ið og kvinnutrio syngur.
Hvítusunnusamkoman
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 11 morg-
unmøti, kl. 12.15 sunnu-
dagsskúli, kl. 18 evangel-
iskt møti.
Samkoman Immanuel
Sunnudagin kl. 13 sunnu-
dagsskúli, kl. 17 møti.
Katólska kirkjan
Hvønn gerandisdag kl.
17.30 messa í Kerit.
Leygardagin kl. 11.30
messa í Kerit og kl. 16
giftast í Mariukirkjuni
Lucita Banzon, Kollafjørð-
ur og Sámal Jákup Sakaris-
son, Hattarvík.
Sunnudagin kl. 11 hámessa
v/ Anders Baadsgaard
Jensen í Mariukirkjuni.
Eingin sunnudagsskúli
verður.
Mánakvøldið kl. 19.30
heldur Anders Baadsgaard
Jensen prestur, fyrilestur í
Mariukirkjuni um Frans av
Assisi. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Meinigheitin í Hoyvík
Sunnudagin er eingin
sunnudagsskúli og einki
møti. Kl. 22 útimøti á
Vaglinum.
Kirkju- og missións-
húsið á Argjum
Sunnudagin kl. 14
sunnudagsskúli og Junior,
kl. 17.30 bønarløta, kl. 18
møti við Rúna Mortensen
og Júttu Reynslág, Chorus
syngur – innsavnað verður
til missiónsarbeiðið.
Mánakvøldið kl. 20 ung-
dómsmøti við nevndini.
Mikumorgun kl. 07 bønar-
løta.
Hóskvøldið kl. 20 bíbliu-
tími við Gunnar Reynslág.
Evni: Bøn – Jesus: Matt.
26, 36-46, 27, 45-46, Luk.
23, 34-46. Heimasíða
okkara: www.koma.fo
Hebron, Argir
Sunnudagin kl. 10.30
morgunmøti, kl. 12 sunnu-
dagsskúli og kl. 18 missi-
ónsmøti, har Símin og Ása
Ósá greiða frá.
Saron, Vestmanna
Sunnudagin møti kl. 18.
Mánakvøldið kl. 20 bønar-
møti.
Nesvík
Felagsmissiónsvikan
heldur fram í kvøld kl.
18.30 bønarhald, kl. 19.30
møti við Magna, Niels
Juul, Gulaki o.ø., Kirkju-
kórið í Vestmanna syngur,
innsavnan. Kl. 22.30 gos-
pelkonsert við ymiskum
ungdómsbólkum, drama-
framførsla, drekkamunnur
aftaná. Sunnudagin kl. 15
felagssunnudagsskúli/fam-
iljumøti, kl. 17 bønarhald,
kl. 18 møti við Regin
Høgnesen, trúboðara,
Meinigheitskórið syngur,
innsavnan.
Filadelfia, Sundalagið
Í annaðkvøld kl. 18 kvøld-
møti við Ásu Poulsen.
Mikudagin kl. 17.30-19.30
Miðdepilin – títt kvøld –
tónleikur, spøl, ítriv og
matgerð.
Keldan, Skálafirði
Kristi Himmalsferðardag
kl. 11 morgunmøti við
Jastrid og Paula Høj. Vón
fyri framman, sum skuldi
vera fríggjadagin er útsett,
nærri verður lýst aftur í
bløðunum. Leygarkvøldið
kl. 21 opið hús við Jan
Jacobsen. Sunnudagin kl.
17 møti við Eyðun Jacob-
sen, kl. 17 barnamøti.
www.keldan.fo
Soli Deo Gloria
Mikumorgunin kl. 06 bøn.
Sunnudagin kl. 14 sunnu-
dagsskúli, kl. 18 møti.
Fólk frá Logos II luttaka.
Mánadagin kl. 20 bønar-
møti.
TILTØK
9. mai
Dania Lindberg,m ættað úr Fámjin, búsitandi í Keyp-
mannahavn, 79 ár.
Anna Endersen, fødd Strøm, ættað úr Trongisvági,
búsitandi í Søborg, 83 ár.
12. mai
Niels Holm Mortensen, Argir, 94 ár.
Manuel Hansen, av Nesi, búsitandi í Svendborg, 74
ár.
13. mai
Pól Hans Muller, Tórshavn, 48 ár.
14. mai
Hilda Ellingsgaard, ættað av Eiði, búsitandi í
Klaksvík, 74 ár.
Frants á Argjum, búsitandi í Esbjerg, 63 ár.
16. mai
Tór Hendriksen, vanliga nevndur Doy, Sandur, 72 ár.
Bodil Tausen, Tórshavn, 72 ár.
19. mai
Jógvan Andrias Olsen, vanliga nevndur Jógvan hjá
Aksel, Klaksvík, 80 ár.
20. mai
Marius Rubeksen í Tórshavn, Marius á Posthúsinum,
79 ár.
21. mai
Erning Magnussen á Tvøroyri, vanliga nevndur
Erning hjá bókbindaranum, 75 ár.
Asbjørn Olsen, í Hvalvík, 85 ár.
Georg Hansen, ættaður úr Ánunum, 62 ár.
22. mai
Robert Bech á Tvøroyri, 89 ár.
Olaf Breiðaskarð, Fuglafjørður, 58 ár.
ANDLÁT
FØÐINGAR
18. mai fingu Eileen Jacobsen og Mortan Berjastein,
Fuglafjørður, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og
vigaði 3300 gr.
18. mai fingu Bjørg Svabo og Heri Ziska, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3200 gr.
18. mai fingu Dora og Esmar Mikkelsen, Syðrugøta,
ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4400 gr.
21. mai fingu Malan Eyðunsdóttir og Magnus Østner,
Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði
4100 gr.
22. mai fingu Judith Eysturtún Joensen og Jógvan
Rubeksen, Tórshavn, eina dóttur. hon var 53 cm. long
og vigaði 3675 gr.
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI
Úr morgunlestrunum hjá Torgarð presti.
Men hetta er hitt æviga lívið, at teir kenna teg, hin eina sanna
Gud, og tann, sum t´ú sendi, Jesus Krist.
Jóhs. 17,3
Tað verður sagt frá, at tann tiltikni sjófararin, munkurin
Sankta Brandan, á ferðum sínum eisini kom til Føroya. Hann
og felagar hansara komu á land í Kirkjubø, har Brandansvík
enn ber navn hansara og eftir øðrum staðarnøvnum eftir
søgnum at døma hava teir verið nógva aðrastaðni í Føroyum.
Teir vóru farnir av stað at leita eftir tí fyrijáttaða landinum,
Paradisoyggjunum, sum lógu onkustaðni vesturi í havinum
teir komu víða um. Sum frásagt eisini til Føroya. Hvør veit?
– kanska vóru tað nakrir av feløgunum hjá Sankta Brandan,
sum fyrstir settu búgv her. Í hvussu so er vita vit, at tá ið teir
norðurlendsku landnámsmenninir komu higar, máttu
munkarnir taka til rýmingar.
Norðbúgvarnir gjørdust Føroyingar, og skj´tot gjørdust teir
eisini kristnir sum teir, ið undan teimum her høvdu búð.
Føroyar vóru ikki Paradisoyggjarnar og eru tað heldur iki í
dag. Menm boðskapurin um paradísið, hitt fyrijáttaða landið,
verður enn borin okkum. Í orðunum hjá Jesusi um hitt æviga
lívið liggur ikki bara tað, sum vit vanliga munnu hugsa, at tað
er bara nakað, sum liggur hinumegin hesa tilveru á foldum.
Men hitt æviga lívið er her hjá okkum, í jarðisk alívi okkara.
Og tað er okkar aogn, tá ið vit kenna Gud og Jesus Krist.
Boðskapurin hevur verið borin á ymiskan hátt í øldunum,
sum farnar eru, og menniskjuni hava verið ymisk til. Men fyri
Gudi er menniskjan tann sama. Hon er tað, hon er í Guds
eygum; hvørki meira ella minni.
Men tað, sum betri er og meira er at leggja dent á, er at
boðskapurin er tann sami. Og hann ber eisini í sær vónina um
hitt fyrijáttaða landið, sum Sankta Brandan leitaði eftir, og
sum øll mannaættin tráar eftir at finna.
Tað er tað, sum Hans Andrias Djurhuus sigur í eini yrking
um Sankta Brandan:
Løn tú fært fyri trúskap tín
– drívur døgg, fellur salta rín
um stevnið og hvílandi árar.
Nú rekur bátur tín oyggjunum nær
– líðandi aldan bárar.
Paradísoyggjarnar eru har,
ið tað aldri vetrar og várar.
LÆKNAVAKTIR
Tórshavn:
Læknavaktin tlf. 310033
Eysturoy:
Leygard. 26. mai: Kári Rasmussen, tlf. 447010
Sunnud. 27. mai: Pól Jóhs. í Horni, tlf. 444038
Norðoyggjar:
Læknavaktin tlf. 458888
Vágar: tlf. 332413
Suðuroy (norður): tlf. 371560
Suðuroy (suður): tlf. 373030
Tannlæknavakt, Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgi-
dagar kl. 13-14. Tlf. 314544.
TILTØK
Ørkin, Saltangará
Evangeliskt møti verður í
Arbeiðarafelagshúsinum
»Hæddini« í Saltangará
sunnudagin kl. 17 við
Theodor (Teddy) Petersen,
sum talar og syngur.
Møguleiki er at fáa forbøn.
Húsmøti verður týsdagin
kl. 19 í Syðrugøtu hjá
Mikkulinu Magnussen.
Aglow, Klaksvík
Møti verður í Bøgøtu 3,
25. mai kl. 20. Allar
kvinnur eru vælkomnar.
Missiónshúsið í
Skopun
Sunnudagin kl. 14 sunnu-
dagsskúli, kl. 19 møti.
Innsavnan verður.
Missiónshúsið á
Tvøroyri
Sunnudagin kl. 14 sunnu-
dagsskúli. Vikuskiftismøti
verða leygarkvøldið kl. 20
og sunnukvøldið kl. 18 við
luttøku úr Hoyvík. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Tvøroyri
Møtirøð fyri øll í
Trongisvágsskúla 26.-27.
mai. Evni hesar dagarnar:
Frælsi frá ótta. Leygar-
dagin kl. 15, leygarkvøldið
kl. 20 (ungdómur). Sunnu-
dagin kl. 15, sunnukvøldið
kl. 20. Talari: Ólavur
Jacobsen.
Missiónshúsið í Vági
Sunnudagin kl. 14
sunnudagsskúli, kl. 18
møti við Árna og Ásbjørg
Kjærbæk, øll eru hjartaliga
vælkomin.
Frelsunarherurin,
Vágur
Leygarkvøldið kl. 20
útimøti í Vági um viðrar.
Sunnudagin kl. 14 sunnu-
dagsskúli, kl. 18 møti við
Magnus Jensen.
Reyði Krossur
Føroya
Sorgarlinjan svarar mána-
dag, mikudag og fríggja-
dag kl. 19-21.00 á tlf.
212380.
Føroyskt møti
Sunnudagin 27. mai kl. 15
verður føroyskt møti í
Zionskirkens sognhus,
Nygaardsvej 103, Hildi-
bjartur Højgaard talar. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Tilhaldið
í Tórsgøtu 21
Opið er mánadag kl. 10-
18.
Týsdag-fríggjadag 10-17.
Drekkamunnur er at fáa
hvønn dag eins og bløðini
eru til taks.
Mánadagin 28. mai:
kl. 09.45-10.15 Fimleikur.
Sonja Danielsen.
kl. 10.15-18. Seyma
føroyskar fýrkantar saman
til teppir. Á fyrstu hædd.
kl. 15-18 Kortspæl, telving
og onnur spøl. Tilm. til
døgurðan mikudagin og
túrin umborð á Logos
hósdagin kl. 16 á tlf.
316491.
Túrur til Runavíkar fyri
pensjónistar og fyrrverandi
sjómenn umborð á Logos
II hósdagin kl. 16.
Bókasøla í kjallaranum
alla vikuna.
Týsdagin 29. mai:
kl. 10-12 Vit baka
kl. 15 Hugleiðingar um
Havnina í 1920’unum,
síðsti partur. Hjørdis
Háberg, Marjun Nielsen
lesur.
Mikudagin 30. mai:
kl. 10-12 Fyrireiking til
døgurðan
kl. 12 Døgurði
kl. 15 Túrur
Hósdagin 31. mai:
kl. 10.30-11 Fimleikur,
Sonja Danielsen
kl. 14-17 Telduprát,
Brandur Petersen
Túrur umborð á Logos
II, úr Havn kl. 15.00.
Fríggjadagin 1. juni:
kl. 10-17 Opið hús.
Tað er altíð ein krókur í
Tilhaldinum - um tygum
ikki fáast við nakað ítriv.
Vit ynskja at øll skulu
kenna seg vælkomin.
Felagið Tórshavn –
gongutúrur
Sunnudagin 27. mai verður
gongutúrur: Gøta-Leirvík.
Farið verður av Kunningar-
stovuni kl. 10.30. Havið
heit og góð gonguklæði og
ein matpakka við. Tilmeld-
ing.
AA-fundir í Havn
Reinsaríið, Tórsgøta 5:
Leygarmorgunin kl. 9-10
roykfríur fundur.
Fundir verða leygardagin
kl. 17.00-18.00, sunnu-
dagin kl. 11.00-12.00 og
mánakvøldið kl. 20.00-
21.00.
AA-fundur
í Eysturoy
Á Toftum hvønn týsdag kl.
20 í húsinum norðanfyri
skúlan. Á Glyvrum hvønn
fríggjadag kl. 20 í Hvíta-
skúla. (gamla læraraíbúð-
in).
Javni
N. Finsensgøta 32
Skrivstovan er á Hoydals-
veg 40, 3. hædd (ovast)
Opið er týsdag, mikudag
og hósdag kl. 10-14
Fríggjadag kl. 13-16
Tlf. 314827 Fax 310557
e-mail:
javni@post.olivant.fo
Spælistovan í Meinig-
heitshúsinum í Havn
er opin mánadag-mikudag
og hósdag frá kl. 9.00-
12.00 fyri foreldur at
børnum uttan ansing.
LFÚ-skrivstovan
hevur opið týsdag og hós-
dag millum kl. 13 og 17.
LFÚ-ráðgevingin hevur
opið týsdag og hósdag frá
kl. 16-18.
LISA
skrivstovan hjá Listafólka-
sambandi Føroya í Dj. í
Geilsgøtu 1 er opin
mánadag kl. 14-18 og
hósdag kl. 14-20. Teldu-
postur lisa@lisa.fo –
heimasíða www.lisa.fo
Kvinnuhúsið
svarar alt samdøgrið
á tlf. 317200
Skrivstovan er opin frá kl.
10 til 17, og hósdagar til
kl. 21. Ráðgevingin er hós-
kvøld eftir avtalu.
BRÚDLEYP
Í dag, 26. mai kl. 13.00 verða Jacqueline Benzon og
Róin Clementsen, Sangur, vígd í Samuelskirkjuni,
Keypmannahavn. Br. adr.: Matthæusgade 50, 4. sal, lej-
lighed 42, 1660 København V.
Leygardagin 16. juni kl. 14 giftast í Kelduni í Skálabotni
Olivia H. Joensen, Skálabotn og Jákup Súni Berg, Tórs-
havn. Veitslan verður í Leguhúsinum í Nesvík kl. 20.30.
Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma, verða biðin
um at siga frá áðrenn 1. juni á tlf. 441596, 315003 ella
254404.
Leygardagin 16. juni kl. 16.00 giftast í prestagarðinum í
Vági Gunnbjørg Magnussen, Vágur og Torri Thomsen,
Sumba. Brúðarveitslan verður í samkomuhúsinum í
Sumba kl. 19.00 fyri innbodnum gestum.
Leygardagin 23. juni kl. 15 giftast í Christianskirkjuni,
Oddbjørg Askham, Hvannasund og Rúni Sigurðsson,
Klaksvík. Vælkomst verður á Hotel Norð kl. 20.30. Tey,
ið vilja gleða brúðarparið við at vera við, verða biðin um
at siga frá í seinasta lagi 1. juni á tlf. 457514, 452002
ella 457522.
Leygardagin 23. juni kl. 16.00 giftast í Vesturkirkjuni
Rannvá Lómstein, Tórshavn og Karstin Zachariasen,
Hestur. Veitslan verður í bygdarhúsinum í Hósvík kl.
19.30. Tey, ið ynskja at gleða brúðarparið við at koma í
brúdleyp, verða vinarliga biðin um at siga frá áðrenn 2.
juni á tlf. 314952, 310692 ella 328023.
C
M
Y
K
37
36