hósdagur 27. desember 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Løgtingsvalið 19. januar 2008
viðmerkingar
Nr. 249 - 27. desember 2007
24
Nú síðani Sandoyartunnilin
bleiv samtyktur á løgtingi,
hevur man neyvan opnað
eitt blað ella lurtað útvarp,
at man hoyrir, at hann er
ov dýrur. Jú tað er hann
nokk!!!!! onkur sigur, at
hann skal bíða, men tað
virkar sum um at tað er
ójavnar meiningar um tunn
ilin í flokkunum, summir
vilja hava onnur ikki.
Reidar Nónfjall sigur eitt,
Rúna Sivertsen eitt annað,
og tann triði persónurin eitt
heilt annað. Eg haldi, at
tunnilin er blivin ein
ordiligur stemmufiskari.
Hvat við at komið við
einari loysn um, hvussu vit
skula gera hann og fíggja
hann, heldur enn at hakka
inn á hvønn annan?
Men eitt er vist, at megin
parturin av teimum sum
rópa um at tunnilin skal
útsetast, eru fullvelldisfólk,
sum vilja niðurskera blokk
in. Teir somu menn, sum
blakaðu 366 millónir (ferð
ir eitt vist áramál) vekk,
sum vit kundu havt bygt
fleiri tunlar fyri og kundu
havt fornýggjað teir gomlu,
men tað er ofta ein beiskur
biti at slúka, at hoyra sann
leikan. Vita teir ikki, at tað
kostar meira at skipa Føroy
ar sum fullveldi, enn tað
hevði kostað at borað ein
Sandoyartunnil um árið?
Undirskriftir verða saml
aðar, men tað sum undrar
meg er, at mong av teim
um, sum tala ímóti hesi
ætlan, eru somu fólk, sum
vilja gera Føroyar til
fullveldi.
Við einum ryggi sum ein
reyð kóka pylsa (citat
Heidi Petersen) kemur
Tórbjørn Jacobsen við
einum brokmanslestri um
at strika Sandoynna og
Vágar. Eg haldi at hann
skuldi bara komið suður nú
á Sandoynna, so kundi
hann sløkt kontaktina sum
síðsti maður á Sandoynni
og selt M/F Teistan, so
fekk hann nakrar milliónir
í kassan. Man sær, at mað
urin hevur sitið í andstøðu
og skal bjarga sínum egna
skinni til komandi val.
Sjálvandi ein altjóða
flogvøll á Skorðhæddini.
Stemmufiskarí av rang.
Fyri meg er tað púra líka
mikið hvar ein flogvøllur
liggur. Sjálvandi vildi eg
ynskt at hann lá í Søltuvík,
men vissi ikki tað er gott
nokk, ja so byggir man
hann ikki har, man byggir
hann, har tað er skilabest at
gera hann.
Sandoyartunnilin 2013 ella
avlíving av Sandoynni
Valevni Sambansflokksins
Joen Peter
Petersen
Val
Skúlaverkið er eitt av
okkara tydningarmikl
astu evnum at taka upp
aftan á næsta val
Fólkaskúlin er grund
leggjandi fyri samfelagið.
Seinasta Pisa – kanningin
vísir, at okkara fólkaskúli
ikki er í fremstu røð. Tí
mugu vit raðfesta fólka
skúlan frammarlaga kom
andi valskeið. Vit mugu
dagføra
læraraútbúgvingina
soleiðis at hon frameftir
verður á universitetsstigi.
Neyðugt er at vit raðfesta
leiðsluleiklutin í skúlaverk
inum sum heild, soleiðis at
vit fáa professionellar
leiðslur á skúlunum.
Leiðsla er eitt fak, eins og
øll onnur fak í samfelag
num, og leiðslufatanin sum
held í samfelagnum er av
gerandi fyri okkara fram
tíð. Harumframt er neyðut
at fara aftur til stigbýtta
undirvísing, t.d. við víð
kaðum og grundstigi, so
leiðis at lærarin kann møta
næminginum á tí stigi, sum
hann nú einaferð er á.
Okkara landsstýrismaður
í mentamálum hevur loyst
flestu hølistrupuleikarnar á
miðnámsskúlaøknum, eftir
ein átrokandi tørv í ártíggj
ur. Tað eru bert hølisviður
skiftini hjá Føroya
Studentaskúla og HF
skeiði, sum eru eftir at
loysa. Hølisviðurskiftini
hjá Føroya Studentaskúla
og HFskeiði skulu loysast
í komandi valskeiði. Haldi
eisini at vit eiga at fáa ein
skúla her á landi, sum kann
undirvísa børnum við
atferðartrupuleikum. Í
grannalondum okkara
eru slíkir skúlar, sum
undirvísa børnum innan
ymisk viðurskifti, sum
tey eru góð til. Tá ið tey
eru búgvin, fer lærarin
út á arbeiðsmarknaðin
og finnur teimum eitt
hóskandi arbeiðið. Hetta
verður gjørt í staðin fyri
at tey annars høvdu
verið noydd at verða
heima alt sítt lív við
teimum fylgjum, at
samfelagið skuldi tikið
sær av teimum. Vit vilja
arbeiða fyri at raðfesta
alt skúlaøkið høgt í
komandi valskeiði.
Gev mær álit frá tær
so vil eg arbeiða fyri
hesum.
Fólkaflokkurin
Bárður
Poulsen
Val
Útbúgving er avgerandi
fyri framtíðina
Í útvarpinum í dag vóru
tvey valevni frammi við
spurninginum um at
privatar fyritøkur fíggja
valstríðið hjá summun
politikarum. Kenni
sjálvur onki dømi til
hetta fyribrygdi í
Føroyum. Gjaldi mítt
valstríð sjálvur. Men til
tey, vil eg siga, at antin
má tað vera sum nú,
nevnliga, at hvørt valevni
brúkar ta støðu, sum
hann ella hon hevur í
samfelagnum og t. v. s.
kann brúka hetta
politiskt. Ella skulu heilt
greiðar reglar setast upp
fyri, hvør ið kann stilla
upp og hvussu eitt
valstríð skal fara fram
og hvussu tað verður
fíggjað.
Eitt annað dømi, sum
eg haldi er nógv meira
aktuelt, er Demokratia.
Har er forkvinnan
stillað upp til komandi
løgtingsval. Demokratia
er á fíggjarlógini t. v. s.
tað er skattgjaldarin
sum rindar hetta annars
góða átak. Forkvinnan
sleppur at profilera seg í
fjøðlmiðlunum upp á
nakkan á Demokratia.
Hetta sleppa øll hini
kvinnuligi valevnini ikki.
Skal nøkur meining vera
við Demokratia, so eiga
tey t. d. at seta eina
felagsmynd av øllum
kvinnuligu valevnunum í
bløðini og ella á annan
hátt at profilera allar
kvinnurnar sum stilla upp
og ikki bara forkvinnuna.
Annars Gleðilig Jól øll
somul!
Demokratiskt
Demokratia?
Fólkaflokkurin
BJarti Mohr
Val
Um bygging av nýggjum
flogvølli hevur slíkan brá
skund, sum nú verður roynt
at billa fólki inn, beint upp
undir jól og bara tí at val
stendur fyri durum, so
skuldi ein trú at okkurt
veruligt var gjørt við hetta
í nú brátt farna valskeiði.
Nei, sum so ofta fyrr so
eru summir politikkara
serfrøðingar í at leggja royk
skíggj, at avleiða tankarnar
hjá veljarum at fáa teir at
gloyma politiskt svans,
gamlar syndir og teir
veruligu trupulleikarnar.
Hjá fleiri politikkarum
og flokkum kundi tað verið
hent fyri afturveljingina, at
veljarin t.d. gloymdi mál
sum 266b.
Nei hesuferð snýr
valstríðið seg um virðir,
um moral, etikk og hvønn
veg tjóðin skal fara.
Ongantíð áður hava tað
veri so frek og grov álop á
tað, sum landið og forfedr
ar okkara bygdu tilveru
sína á og hildu heilagt.
Tað føroyska samfelagið
bleiv ikki bygt av einum
ættarliðið. Eitt so gott sam
felag, sum tað føroyska,
hevur kosta offur og
sveitta frá fleiri
ættarliðum. Gudsóttandi
menniskju hava við bøn og
arbeiði bygt eina mentan,
sum hevur rúma bæði
frælsi og tryggleika.
Men menturnaroyðandi
brennivargar eru nú í fult
sving. Teir hugna sær við,
at síggja eina mentan fara
upp í logar.
Ì einum samfelag eru ta
tvær basalar funktiónir, ið
mynduleikarnir mugu
skapa rættarliga verju um:
”tær eru samlív og
reproduktión”. Uttan nó
stóra reproduktión vil
mentanin doyggja út. Tað
sigur seg sjálvt.
Uttan at samfelagið rað
festur og verjur lívslangt
samlív millum ein mann
og eina kvinnu, letur man
upp fyri kaoskreftunum.
Tær herja frítt og skræða
familjur sundur.
Lógir eru týdningarmiklar.
Týdningarmiklari enn
nógv hava givið sær far
um. Tær leggja grundvøllin
í samfelagnum og prega
rættsfatanina hjá fólki og
harvið eisini atferðina. Tey,
ið vilja kollvelta samfelag
ið, dríva tí eina beinharða
lobbyismu fyri at broyta
lógarverkið. Dømir finnast
um lond og samfeløg
mætari enn Føroyar, ið eru
dottin sundir vegna rot
innan í frá.
At siga at Gud ikki skal
blandast upp í politikk er
tokutala.
Um tú hevur eina trúgv, og
hon ikki sæst aftur í ger
andisdegnum, so er hon
eingin trúgv. Okkara tjóða
reyðkenni/samleiki er, um
onkur skuldi havt gloymt
tað, tann blóðreyði kross
urin í flagginum og tjóð
sangurin Tú alfagra land
mítt – ein perla, ið er ein
bøn og lovsangur til Skap
aran. Hevur tú – góði lesari
nakrantíð hugsa um hvussu
tað ber til, at vit í Føroyum
yvirhøvur hava okkara
egna talu og skriftmál ? og
hvar vit annars høvdu veri
í dag, um mál okkara var
útdeytt, sum tað vóru øll
tekin í sól og mána um, at
tað fór at gera ? Tað er so
skjótt í dag at reka av leið í
tí meldrinum, sum er
rundan um okkum.
Táið sjálvur grundvøll
urin verður uppskrædd
ur, hvat fær tá hin rætt
vísi gjørt! www.biblian.fo
Eg bjóði meg fram, sum
valevni til løgtingsvalið á
listanum hjá Miðflokkinum.
Um tað eydnast mær at
verða valdur, fari eg at
leggja alla orku í at ávirka
lógarsmíð og samfelags
gongd soleiðis, at lóg og
landaskil skal valda á
øllum samfelagsøkjum, og
fari eg at stríðast móti
ómorali og órættvísi, har
eg síggi tað verða framt.
Annars er tað alneyðugt í
einum landshúsarhaldi eins
og í tí privata húsarhaldi
num, at samsvar er í mill
um inntøkur og útreiðslur.
Vit í Miðflokkinum vilja
reka ein varligan fíggjar
og búskaparpolitikk og
vilja menna hetta samfelag
ið eftir føroyskum
fyritreytum.
Tú finnur meg á lista H
Løgtingsvalið januar -2008 snýr
seg ikki um nýggjan flogvøll
Miðflokkurin
egin henriksen
Val