Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-27, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. desember 2007síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 249 - 27. desember 2007 39 lýsingar Valevnislistar til løg­ting­s­ valið 19. januar 2008 Við hesum verður mint á, at valevnislistar til løg­ting­svalið 19. januar 2008 skulu vera formanninum í løg­ting­svalnevndini í hendi í seinasta lag­i: leygardagin 29. desember 2007 kl. 18.00. Valevnislistin skal verða latin inn av einum stillara. Gjøllari reg­lur um valevnislistar eru ásettar í §§ 17 – 18 í løg­ting­svallóg­ini (Ll. nr. 49 frá 20. juli 1978 “um val til løg­ting­ið”, sum seinast broytt við Ll. nr. 97 frá 1. november 2007). Í løgtingsvallógini er m.a. ásett: • at ein valevnislisti ikki má hava fleiri enn 43 valevni, • at valevnini skulu vera so skillig­a lýst við navni, starvi og­ bústaði, at ong­in samanblanding­ við nakran annan valbæran persón kann standast av, • at valevnislistin skal vera undirskrivaður av valevnunum og­ av í minsta lag­i 10 og­ í mesta lag­i 15 veljarum sum stillarum, • at hjálag­dur skal vera serlig­ur listi yvir stillararnar, har teir eru skillig­a lýstir við navni, starvi og­ bústaði, • at ong­in má stilla upp á meira enn einum valevnislista, • at ong­in kann vera stillari fyri meira enn ein valevnislista. Á heimasíðuni hjá Innlendismálaráðnum www. imr.fo undir “Dømi um valevnislista” er at finna oyðublað til valevnislista og­ stillarar. 5. januar 2008 kl. 18.00 er síðsta freist hjá flokkum skrivlig­a at boða formanninum fyri løg­ting­sval­ nevndini frá, hvønn ella hvørjar valevnislistar flokkurin góðkennir sum listar floksins. Vegna løgtingsvalnevndina Leivur Harryson formaður Smærug­øta 22 · FO­100 Tórshavn Telefon: 55 80 80 · Privat: 51 97 17 Fax: 35 51 01 · Teldupostadressa: leivur@lg.fo LØGTINGSVALNEVNDIN Leivur Harryson fm. – Malan Johansen – Bárður Larsen Vilt tú hava ávirkan á el-trygdina? Eitt starv sum eftirlitsfólk í Vestmannaøki­ num er leyst at søkja til setan skjótast til­ ber. Starvið Tú kemur at samskifta við elinnleggjarar og hava eftirlit við nýggjum elinnleggingum, umframt skráseting av hesum í Norðurstreymoy, Vágum og Suðuroy. Ein partur av arbeiðinum verur framhaldandi dagføring av 5Amper mátianleggum kring landið, og at veita tekniska kundatænastu. Eisini kemur tú at gera stakroyndir av elmálarum og umsita málara­ goymsluna hjá SEV. SEV hevur økisskrivstovur í Tórshavn, Vestmanna, Skálabotni, Klaksvík og Vági. Førleikar Umsøkjarar skulu hava prógv sum elinnleggjari, maskinmeistaraútbúgving við starvsroyndum innan eløkið ella samsvarandi útbúgving.Vit vænta at tú hevur góðar førleikar innan krøv og gerð av elinnleggingum, góð evni at sam­ skifta og samstarva og ert fyrikomandi. Løn Starvið verður lønt sambært sáttmála millum SEV og avvarandi yrkisfelag. Umsóknir Vinaliga send umsókn saman við prógvum og møguligum ummælum til: Elfelagið SEV Postrúm 319 110 Tórshavn Umsóknarfreistin er týsdagin 15. januar 2008. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Dánjal Jógvan Hansson á telefon nr. 346800. Stuðulsfólk Søkt verður eftir einum stuðulsfólki til 5 ára gamalt barn við serligum tørvi í Porkeris kommunu at byrja 1. februar 2008 ella so skjótt sum gjørligt. Stuðulin kemur í samstarvi við Sosialu deild, NSR tænastuna í Suðuroy og familjuna, at stuðla barninum í at fáa ein innihaldsríkan og mennandi dag. Vit ynskja, at tann, ið skal setast, hevur hósk­ andi útbúgving og royndir. Arbeiðið er fulla tíð og verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevara­ felag Føroya og avvarðandi fakfelag. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Annu Djurhuus, sosialdeildarleiðara tlf. 37 36 04. Umsóknin við prógvum og møguligum við­ mælum skal sendast inn Porkeris Kommunu att. Sosiala deild í seinasta lagi 14. januar 2008 kl.12.00. Sosiala Deild Porkeris- og Vágs Kommuna Við Á 8 · 950 Porkeri Tlf 37 36 04 · Tlf 22 67 04 T-post: sosialadeild@email.fo Lesið -so eru tit við!