hósdagur 27. desember 2007síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 249 - 27. desember 2007
tíðindi
Ársins sangari
Listin yvir tilnevnd
nøvn á Planet Awards
er nú liðugur. Tú
kanst inntil á miðdegi
fríggjadagin vera við til,
at avgera hvør fer við
planetunum
Planet awards
Niels Uni Dam
post@sosalurin.fo
Fríggjakvøldið verður Planet
Awards hildið í Miðlahúsinum í
Vágsbotni. Planet.fo, Sosialurin
og Rás 2 heiðra hetta kvøldið
føroyskum tónleiki. Ein serliga
útvald dómsnevnd hevur
arbeitt við at tilnevna tey
nøvnini, ið skulu býta tær 30
tilnevningarnar í millum sín.
Hvør situr í dómsnevndini
verður almannakunngjørt á
Planet Awards tiltakinum, hetta
er ikki tí, at nakað er at dylja um
dómsnevndina, men bert fyri at
geva henni arbeiðsfrið, til hon
hevur atkvøtt endaliga.
Dómsnevndin er komin til sína
niðurstøðu um hvørs avrik í
2007 eru nóg góð til at verða
innstillaður. Á hesum síðum er
yvirlit yvir tær seks vanligu
planetirnar og yvir hvørji nøvn
eru í kappingini um at ogna sær
eina av eyðkendu Igulkers
heiðurslønunum.
Tú kanst vera við til
at avgera vinnaran
Limirnir í dómsnevndini atkvøða
hvør í sínum lagi millum tey
fimm nøvnini, ið eru tilnevnd til
hvørja planet, og teirra samlaðu
atkvøður telja helmingin av
endaliga úrslitinum.
Hin helmingin av úrslitinum
skal almenningurin gera av. Fólk
fáa møguleikan at atkvøða
umvegis sms, og síðani verða
atkvøðurnar hjá fólki og
dómsnevndini taldar saman til
eitt endaligt úrslit, sum verður
almannakunngjørt á Planet
Awards í Miðlahúsinum og á Rás
2.
Fyri at atkvøða send eini sms
boð til 1930, við koduni, ið
stendur aftan fyri tað navnið, ið
tú vilt atkvøða fyri. Hvørt sms
kostar 5 kr, og tú hevur loyvi at
atkvøða einaferð fyri hvørja
planet. Øll føroysk fartelefonhald
bæði hjá Føroya Tele og hjá
Kallli kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í
atkvøðugreiðsluni taka
samstundis lut í lutakasti um
fleiri góðar vinningar:
Tilnevningar
Ársins føroyska fløga
Káta Hornið – Teitur ................................................................. pla bu1
Let Your Scars Dance – Lena Anderssen ................................. pla bu2
Love Is Dead - Guðrið Hansdóttir ............................................ pla bu3
Pandemonium - Sic ................................................................. pla bu4
Stories of Devils, Angels, Lovers and Murderers - Budam .... pla bu5
Boys In a Band ................................ pla bf1
Budam ............................................. pla bf2
Guðrið Hansdóttir .......................... pla bf3
Sic .................................................... pla bf4
Teitur ............................................... pla bf5
Ársins føroyska tónleikanavn
Heiðrikur á Heygum .........................................
pla bs1
Jógvan Hansen ..................................................
pla bs2
Mikkjal G. Hansen ..............................................
pla bs3
Pætur Zachariassen ........................................... pla bs4
Teitur ................................................................... pla bs5