hósdagur 27. desember 2007síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 249 - 27. desember 2007
47
Hetta var Com-Data, nú kemur Senta …
Væl umtókti Com-Data álmanakkin er nú komin í nýggjum hami.
Álmanakkin er ókeypis
og fæst á hesum støðum:
Senta, Brekkutún 4, Tórshavn
City, Smyrilsvegur 7, Tórshavn
City, Stangavegur 53, Klaksvík
City, Heiðavegur 100, Saltangará
Casa, Smyrilsvegur 5, Tórshavn
Føroya Bjór, Akranesgøta 10, Tórshavn
Føroya Bjór, á Drelnesi, Trongisvágur
Føroya Bjór, á Mølini, Skálavík
Kunningarstovan, Tvørávegur 37, Tvøroyri
Kunningarstovan, Vágsvegur 22, Vágur
Kunningarstovan, Sandur
Kunningarskivan, Flogvøllurin, Sørvágur
Sendistovan, J. Paturssonar gøta 32-34, Tórshavn
Atlants Tøkni, Grønlandsvegur 38, Tórshavn
Tlf. +298 347 200 · www.senta.fo
ENDURLÝSING 1. MEISTARI TIL FISKIVEIÐIEFTIRLITIÐ
Tvey føst størv sum 1. meistari við skipunum hjá
Fiskiveiðieftirlitinum, verða hervið lýst leys, at seta
sum skjótast.
Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávur:
• Vaktgangandi maskinmaður sambært ásetingunum
frá maskinstjóra
• Skipa fyri og luttaka í dagliga arbeiðinum í
maskinrúmunum, og rúmum sum beinleiðis hava
samband við maskinrúm, umframt rúm har
maskinútbúnaður er
• Skipa fyri viðlíkahaldi sambært viðlíkahaldsskipan
• Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði
Førleikakrøv:
• Vinnubræv sum Skipsmaskinmeistari á 1. stigi
(STCW-regl. III/2 as 2nd Engineer).
• Fyrimunur við 3 ára maskinmeistaraútbúgving
• Heilsuváttan fyri sjómenn
• Leiðsluroyndir
• Góðan førleika at samskifta á føroyskum,
norðurlendskum og enskum máli
• Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
• Góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa
• Aldur og heilsu til at gerðast vinnukavari.
Fyrimunir men ikki krav.
Starvsheiti er 1. meistari.
Setanartreytir:
Størvini er tænastumannastørv og lønt í 31.
lønarflokki sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið
og Maskinmeistarfelagið. Setanarøkið fevnir um
Fiskimálaráðið og stovnum undir tí, umframt hini
aðalráðini og Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin
í løtuni er Fiskiveiðieftirlitið.
Tann ið settur verður, má kunna tola broytingar í
starvinum, og at økið verður umskipa til eisini at
fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.
Umsóknir:
Skrivlig umsókn við: CV, avrit av prógvum fyri
førleikakrøv og møguligum viðmælum, skulu vera
Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 11. januar
2008 klokkan 14.00.
Umsóknirnar skulu sendast til:
Fiskiveiðieftirlitið
Postsmoga 347
110 Tórshavn
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at
venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 35 30 30 og tosa
við Jóannes Heimustovu. Henda lýsing er eisini á
heimasíðuni www.fisk.fo
www.fisk.fo