fríggjadagur 28. desember 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 250 - 28. desember 2007
tíðindi
Veljarakanning
Jógvan Mørkøre
samfelagsfrøðingur
Hvønn vilt tú
helst, at flokkurin
hjá tær samstarvar
við? Nakað
soleiðis varð spurt
í veljarakanningini
hjá Fynd fyri
Sosialin fyri
trimum vikum síðani.
Og svarið var ógvuliga greitt,
um vit taka veljararnar hjá teim
um trimum samgonguflokkun
um. Í øllum trimum førunum
høvdu teir samgonguflokkarnar á
fyrsta og øðrum plássi. Tjóð
veldisflokkurin var triðja val í
øllum trimum førunum. Millum
fólkafloksveljarar vóru tølini
hesi: Fyri Sambandsflokkin 36
prosent, fyri Javnaðarflokkin 20
prosent og fyri Tjóðveldið 14.
Millum sambandsveljarar vóru
tølini: 38 prosent fyri Fólkaflokk
in, 30 prosent fyri Javnaðarflokk
in og 5 prosent fyri Tjóðveldið.
Millum javnaðarveljarar: 34
prosent fyri Fólkaflokkin, 23
prosent fyri Sambandsflokkin og
19 prosent fyri Tjóðveldið.
Hjá tí fjórða av teimum trimum
stóru flokkunum, Tjóðveldinum,
var býtið nakað javnari, ikki
minst sæð í mun til, hvussu tað
plagdi at vera millum tjóðveldis
veljarar. Hesuferð var tað so: 27
prosent høvdu mestan hug á
Javnaðarflokkinum, 23 prosent
søgdu Fólkaflokkin, og heili 17
prosent nevndu Sambandsflokk
in. Hetta seinasta er kanska tað
mest merkisverda í hesari kann
ingini. Hetta talið hevur fyri tað
mesta ligið um 1 prosent. Onkra
løtu er tað farið upp í 6 prosent.
Men annars hevur tað ikki verið
møguleika, ið fólk hava havt
serliga frammalaga. Heilt aftur
til 1988. Nú er talið á tjóðveldis
veljarum, ið hava Sambands
flokkin fremst í huganum, tá ið
samgongumøguleikar skulu
umhugsast, lopið upp í 17
prosent.Tað óhugaliga hjá teim
um er so bara tað, at tilsvarandi
talið millum sambandsveljarar, ið
hava Tjóðveldið fremst, ikki er
hægri enn 5 prosent hóast tað
so eisini er meira enn tað vanliga
eina prosentið. Í so máta fær
Tjóðveldið nærmast krakk.
Hvat slag av samgongu
– og harvið politikk?
Í gomlum døgum vóru fýra sløg
av samgongum. Sjálvstýris ella
heimastýrissamgonga, ella
høgra ella vinstrasamgonga. Í
flestu førum við Sjálvstýrisflokk
inum frá miðjuni afturat, so tað
slapst upp um helvtarmarkið.
Men síðani miðskeiðis í sjeyti
árunum hava møguleikarnir verið
fleiri. Tá funnu tríggir stórir
flokkar saman, Javnaðarflokk
urin, Fólkaflokkurin og Tjóð
veldisflokkurin. Tað merkisverda
var, at Javnaðarflokkurin og
Fólkaflokkurin, sum á pappíri
num vóru diametralt mótsettir,
kundu leita saman. Tað átti at
verið sum eldur og vatn, tí
ósemja var bæði í sjálvstýris
málum og í búskapar og sosial
málum. Á pappírinum í øllum
førum.
Síðani hevur alt borið til, ja
sjálvt Tjóðveldisflokkurin og
Sambandsflokkurin hava kunna
mynda landsstýri saman, hóast
tað vardi nakað stutt. Av tí sama,
so eru samgongumøguleikarnir
ikki avmarkaðir til 4, men vilja í
flestu førum vera minst tað
dupulta talið aftaná valini.
Kortini kann tað vera áhuga
vert at hyggja at, um veljararnir
hjá stóru flokkunum leggja seg í
sama borð, tí vit fáa eina ábend
ing, um tað er høgra, vinstra,
sjálvstýris ella sambandspoli
tikkur, ið liggur fremst í huga
num.
Taka vit flokkarnar í høgra
borði, Fólkaflokkin og Sambands
flokkin, so vístu veljararnir hjá
flokkunum báðum á hvønn
annan í 1988, tá ið borgarlig
samgonga hevði sitið í fýra ár.
Síðani hevur tað verið eitt sindur
meira blandað. Tó nú tykist at
fara at líkjast støðuni fyri skjótt
tjúgu árum síðani. Eitt sindur
løgið kortini at hesi tølini skulu
fara upp, samstundis sum tað er
blivið klandur millum flokkarnar
báðar um skattalættapolitikkin,
og eingin teirra hevur tað serliga
frammalaga samanborið við
støðuna til valið fyri fýra árum
síðani. Veljarakanningin boðar
heldur ikki frá nøkrum ógvus
ligum trýsti fyri skattalætta mill
um veljararnar hjá hesum báðum
flokkunum.
Í vinstra borði hava tjóðveldis
veljarar tað mesta av tíðini síðani
1988 havt Javnaðarflokkin fremst
í huganum sum samgongufelaga.
Undantakið er ein einstøk kann
ing, meðan fullveldisskútan
Fakta
Í prosent
Dyggjastu undirtøku
Næst mest
Triðju mest
Fólkafloksveljarar
ABC: 35
ADE: 6
ACE: 5
Sambandsveljarar
ABC: 47
BCD: 4
BDE: 4
Javnaðarveljarar
ABC: 45
ACE: 7
CDE: 7
Nú tað stundar til val, verður dúgliga
spekulerað í, hvør samgonga fer at
spyrjast burturúr, tá dustið hevur lagt
seg aftan á valorrustuna. Ein møguleiki,
ið alt fleiri tosa um, er ein samgonga
millum Sambandsflokkin og Tjóðveldið.
Møguliga saman við einum afturat, um
tað gerst neyðugt. Tað er kortini ein møgu
leiki, sum enn ikki hevur serligan áhuga
millum veljararnar hjá hesum báðum
flokkunum. Hinvegin tykjast veljararnir hjá
samgonguflokkunum at halda upp á ABC
samstarvið
Samgonguveljarar ynskja somu