fríggjadagur 28. desember 2007síða 44
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 250 - 28. desember 2007
Pedagogar
Vit søkja eftir 3 pedagogum
Søkt verður eftir 3 pedagogum 35 tímar
um vikuna, at byrja 1. feb. 2008 ella eftir
nærri avtalu.
Á stovuni eru 17 børn í aldrinum 3-6 ár.
Stovnurin er ein sjálvsognarstovnur. Børnini
eru í aldrinum 3-7 ár.
Í okkara arbeiði leggja vit dent á:
• Trivnaðin
• Opinleika
• Samarbeiði
Vit ynskja at umsøkjarin:
• Hevur góð samstarvsevni
• Er røkin, nærlagdur og álítandi
• Nýhugsandi og ígongdsetandi
• At tú heldur tað verða spennandi og
mennandi
Løn sambært sáttmála millum Føroya Peda-
gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara-
felagið Føroya.
Meiri fæst at vita við at ringja til okkum og
tosa við leiðaran Elsebet Bolstad ella
varaleiðaran Eyðvør Jensen. TLF. 317878
Umsókn við avriti av prógvið og møguligum
viðmæli skal verða okkum í hendi seinast 4.
januar 2008 Barnagarðurin á Konmansmýru
Barnagarðurin á Kommansmýru
Hoyvíksvegur 41 b · Tlf. 31-787 · Fax: 31-6076
Sálarfrøðingur
Ert tú okkara nýggi starvsfelagi
á Føroya Barnaheimi?
Sálarfrøðingur cand. psych ella cand. pæd.
psych søkist til Føroya Barnaheim at starvast
20 tímar um vikuna. Starvið er leyst til setan
frá 01.03.2008 ella skjótast til ber.
Barnaheimið er býtt sundur í tvær deildir, ið
fevna um eina Ungdómsdeild og eina Fam
iljudeild. Tú verður knýtt/ur afturat virk
seminum á báðum deildunum.
• Endamálið við arbeiðinum á Ungdómsdeild
ini er at geva umsorgan og vegleiðing við
støði í tí einstaka barninum, samstundis sum
reglusemið verður fingið til vega í gerandis
degnum.
• Endamálið við arbeiðinum á Familjudeildini
er m.a. við eygleiðing, stuðli og vegleiðing,
at fáa greiðu á, hvørjar styrkir og trupulleikar
familjan hevur, og meta um, hvat slag av
stuðli er mest viðkomandi at veita familjuni
framyvir.
Søkt verður eftir einum starvsfelaga, sum:
• er góðkendur sálarfrøðingur ella er í ferð
við at gerast liðugur.
• kann gera sálarfrøðiligar kanningar av børn
um, ungum og foreldrum.
• helst hevur royndir við ungdóms og familju
arbeiði.
• vil vera við til áhaldandi at menna arbeiðs
hættirnar á deildunum.
• kann vera við til at leggja virkisætlanir til
rættis fyri familjurnar og tey ungu.
• kann arbeiða sjálvstøðugt við støði í sínum
egna yrkiskunnleika og í tøttum samstarvi
við onnur.
Vit kunnu bjóða:
• eitt avbjóðandi starv saman við einum virkis
fúsum og tvørfakligum starvsfólkabólki í
einum viðurkennandi og óhátíðarligum um
hvørvi.
• fjølbroyttar arbeiðsuppgávur í einum
umhvørvi í støðugari menning.
• uttanhýsis ráðgeving.
• løn og setanarviðurskifti sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Magistarafelag
Føroya.
Umsóknarfreist:
Umsókn við prógvum og øðrum viðkomandi
skjølum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
tann 07.01.2008
Føroya Barnaheim,
Pedda við Steingøta 10
FO100 Tórshavn
Meira kann fáast at vita um starvið við at
venda tær til Beintu Johannesen Mørkøre,
leiðara, á tlf. 312320.
Føroya Barnaheim
Pedda við Steingøta 10
FO100 Tórshavn
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf
Kunngerð
um broyting í byggisam
tyktini fyri Norðskála og
Oyrarbakka
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai
1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum
seinast broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 13. mai
1997, verður við hesum boða frá, at Sunda
kommuna á bygdaráðsfundi tann 17-12-2007
hevur samtykt at gera niðanfyristandandi
broytingar í byggisamtyktini fyri Norðskála og
Oyrarbakka.
Víðkan av ídnaðarøki (við Búðarsteinar)
Norðskála.
Ídnaðarøkið norðan fyri Norðskála verður víðka
suðureftir til marki millum matr. 6a og 17a og
vestureftir til marki á matr. nr. 6d.
Víðkan av ídnaðarøki sunnanfyri Streymin
Ídnaðarøki verður víðka eystureftir móti marki-
num til matrikul nr. 47 og suðureftir til sunnara
enda av matr. nr. 1r og í fjørðuna til sunnara
enda á matr. nr. 15b.
Broytingin liggur frammi til alment eftirlit á
kommunuskrivstovuni í vanligari skrivstovutíð
frá 3.01.08 til 24.01.2008 báðir dagar íroknaðir
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot,
sum skulu vera skrivlig, skulu vera Sunda
kommuna í hendi í seinasta lagi 03-04-2008.
Oyrarbakki tann 21-12-2007
Sunda kommuna
Oyrarbakkavegur 3
Postboks 10
400 Oyrarbakki
lýsingar
www.sosialurin.fo
Lesið
-so eru tit við!