Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-02, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. januar 2008síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 1 - 2. januar 2008 47 Tá amerikanskir AMC Javelin bilar koyrdu her hjá okkum síðst í 60-unum, vóru tað nógv sum mintust aftur á nakrar aðrar Javelin, sum koyrdu í Føroyum sum hýru- vognar eftir seinna heimsbardaga, tað vóru ensku Jowett Javelin Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Javelin merkir kastispjót ella spjótkast á enskum. Við umleið 20 ára millum­ rúmi hava tveir Javelin bilar verið á marknaðinum. Tann fyrri var Jowett Javelin, sum var gjørdur í Bradford í Onglandi frá 1947 til 1954, og tann seinni var AMC Javelin, sum varð gjørdur frá 1968 til 1974 av American Motors í USA, sum eisini gjørdu Ramler bilarnar. Jowett Javelin Jowett Javelin var ein væl umtóktur og slitsterkur bil­ ur, sum varð brúktur sum hýruvognur í Føroyum síðst í 40­unum og nakað inn í 50­ini. Javelin høvdu 1.5 litra 4 syl. vatnkøldan box­ aramotor við 53 hk. Finnur Hansen í Havn, sum í dag býr í Hoyvík, keypti ein nýggjan Jowett Javelin í 1948, sum hann koyrdi hýrukoyring við í Havn. Nøkur ár seinni seldi hann bilin til Paula Poulsen av Tvøroyri, sum búði í Havn. Bilurin er helst til enn. Hann varð settur inn í ein kjallara á Tvøroyri, og har hevur hann staðið síðan einaferð í 50­unum. Tað var bilasølan John & Poul Joensen í Havn, sum seldi Jowett Javelin í Føroyum. AMC Javelin AMC Javelin var ein sport­ ligur bilur, sum kappaðist við aðrar amerikanskar bil­ ar sum t.d. Ford Mustang og Chevrolet Camaro. AMC Javelin fingust við 6 syl. (232 SIX) motori og við V8 motorum. Tað vóru ikki nógvir AMC Javelin í Føroyum – teir kundu í øllum førum teljast á einari hond. Fyrsta AMC Javelin í Føroyum átti Petur Petersen í Havn, sum tá búði í R.C. Effersø­ esgøtu. Berg Motors, sum umboð­ aðu American Motors í Før­ oyum, seldu AMC Javelin í Føroyum. Javelin bilar Hendan Jowett Javelin átti Niclas Niclasen, sum koyrdi á bilstøðini Taxa í Havn AMC Javelin frá 1968. Hesin var tann fyrsti Javelin frá American Motors AMC Javelin fekk nýtt og meira markant design í 1971 Tað var bilasølan John & Poul Joensen í Havn, sum seldi Jowett Javelin í Føroyum. AMC Javelin frá 1970. Javelin var ein bilur við sportligum designi Jowett Javelin innan