Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 2 - 3. januar 2008 Í Sørvágs kommunu kunnu tey staðfesta, at fólkatalið er vaks­ andi og at mong fegin vilja búseta seg her. Hetta hevur hinvegin eisini sín prís: Komm­ unan skal í ár nýta 2,5 mió krónur til nýggjar útstykkingar til sethús Kommuna Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sørvágur: – Farna árið hev­ ur verið rættiliga nógv merkt av íløgum í byggi­ búning av økjum til sethús og vinnuna, sigur Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri í Sørvági. Í hesum fíggjarárinum, sum er tað seinasta hjá sit­ andi bygdaráðið, hevur ein valt at tálma útreiðslunum í mun til undanfarin ár. Útreiðslurnar til íløgur í ár eru settar til 13,6 mió. Í eini frágreiðing um virk­ semið hjá kommununi í farna árinum vísir bygda­ ráðið á, at tað ár ætlar at brúka 1,4 mió til byggi­ búning av ídnaðarøki og 4,6 mió til skúla­ og menta­ mál. – Inntøkan hjá okkum fer væntandi at nøkta fíggjar­ tørvin, sigur borgarstjórin. Í Sørvágs kommunu, sum eisini umfatar bygdirnar Bø, Gásadal og Mykines, búðu 1107 fólk um árs­ skiftið. 30 grundøki Virksemið í Sørvági hevur verið nógv hetta seinasta árið, og sum skilst gongur eisini væl at fáa arbeiðini frá hond. – Arbeiðið at fyrireika fleiri útstykkingar til sethús er komið so langt nú, at vit í næstum fara undir sjálvt arbeiðið, sigur Jákup Suni. Í fyrsta umfari verða 10 grundstykkir gjørd byggi­ búgvin ovarlaga á einum øki, tey kalla í Gerðinum. Og tá ið ognarviðurskiftini í tí niðara partinum, sum kommunan frammanundan ikki eigur, eru komin í rættlag, verður byrjað uppá henda partin av økinum. Har er ætlanin at eini átta grundøki skulu gerast byggi­ búgvin. Sum skilst verða helst eini 30 grundøki tøk hetta komandi árið. Oman fyri 1000 Fólkatalið í Sørvági hevur verið rættiliga støðugt tey seinnu árini – beint oman fyri tey 1000. Í 1990 búðu 1106 fólk í kommununi, og er hetta sama tal sum í dag, hóast grannabygdirnar fyri vestan eru komnar við í ta størru eindina síðani. Bara í tíðarskeiðinum 1996 til 2001 var fólkatalið minni enn 100, men er nú spakuliga á veg uppeftir aftur. – Byggivirksemið í kommununi er nógv í løt­ uni, og fer helst at standa við í nýggj árinum, stað­ festir borgarstjórin. Tí er alt sum bendir á, at bygdin fer at vaksa enn meiri, um somu tíð sum fleiri og fleiri velja at búseta seg í vestastu kommununi. Tað er ikki á hvørjum ári at nýtt – ella nýggj! ­ sethús verða bygd í vestastu bygdini í Vágum. Bygging Snorri Brend Gásadalur: Hetta árið verð­ ur kortini eitt undantak í so máta: Gongst sum ætlað fara fólk at flyta inn í ikki færri enn tvey sethús í bygd­ ini. Í løtuni er fyrsta útstykk­ ingin við meiri enn einum sethúsum í gerð í Gásadali. Í hesi eru íalt fýra grund­ øki, og av teimum verða væntað at tvey teirra verða klár at flyta inn í seinni í ár. Annars hevur fólkatalið í Gásadali verið í minking tey seinnu árini. Fyri sløk­ um 20 árum síðani var tað omanfyri 20, men í fjør var tað komið niður á 15. Teir fyrstu mánaðirnar av árinum í fjør lá talið á sama støði, men eftir summarfrí­ tíðina hækkaði tað til 18. Tey seinastu hagtølini frá Hagstovuni vísa, at tað eis­ ini búðu 18 fólk í Gásadali í oktober mánaði í fjør. Felags bønar- vika á tveimum støðum Tær báðar Hvítu­ sunnusamkomur­ nar í Havn fara aftur í ár at hava eina felags bønar­ viku. Byrjað verður týskvøldið og endað verður sunnudagin SamKomur Snorri Brend Havn: – Vit royndu hetta í fjør, og eydnaðist tað sera væl. Tí gera vit tað sama aftur í ár, verður sagt úr samkomunum. Tað hevur verið siður at hava slíkar bønarvikur í Evangeliihúsinum, men í januar í fjør gjørdu báð­ ar samkomurnar tað til eina felags bønarviku. Og tað er henda sum verður endurtikin í næstu viku. Heitið á bønarvikuni í fjør var “At biðja í Hei­ laga Andanum”, og í ár verður yvirskriftin: “Sum í Himli, so á jørð”. – Góða bønarvikan í fjør eydnaðist serstakliga væl, og hevur hetta skapt ein longsul eftir at upp­ liva tann sama einleikan aftur, nú vit byrja uppá nýggja árið, verður sagt. Møtini verða býtt í tríggjar partar – fyrst verður lovsangur, síðani undirvísing og til seinast verður bøn. Leygardagin verður ein bønardagur í Evan­ geliihúsinum, har byrjað verður kl. 10 og hildið áfram til kl. 15. Endað verður sunnumorgunin við felags morgunmøti í Filadelfia. Undirvísarar verða Tummas Jacobsen og Dánial á Dul Jacobsen. Økt fólkatal økir útreiðslur til byggibúning Tvey hús liðug í ár Gásadalur fer aftur at vaksa, nú flutt verður inn í tvey sethús seinni í ár Mynd: Jens Kristian Vang - Byggivirksemið fer at halda fram eisini í ár, staðfestir borgarstjórin í Sørvági, Jákup Suni Lauritsen Mynd: Jens Kristian Vang Martin Joensen á Oyrarbakka Sangskrivarin og tónleikarin Martin Joensen fer mikukvøldið 16. januar at hugleiða um sínar sangir á Sunda Bókasavni á Oyrarbakka. Umframt at greiða frá sangum sínum, fer Martin Joensen eisini at framføra nakrar av hesum. Martin Joensen gav í 2006 út bókina “Lat meg goyma teg”, sum er eitt úrval av bestu yrkingum hansara. Sjálvur myndprýddi Martin Joensen bókina, og fyri hetta verk hevur hann síðani fingið M.A. Jacobsens virðirslønina fyri fagrar bókmentir. Tiltakið við Martin Joensen í Sunda Bókasavnið tann 16. januar byrjar kl. 19.00. Veðurbroyting í Havn Veðrið í høvuðsstaðnum var munandi øðrvísi í fjør, enn undanfarin ár. Tað visti Útvarpið at siga í gjár. Har vístu tey til tøl frá DMI, sum millum annað søgdu, at miðalhitin í Havn var 7,2 stig í 2007. Tað er 0,7 stig stig meiri enn vanligi miðalhitin. Somuleiðis var tað eisini vátari í fjør. Avfallið var 1606 millimetrar, og tað er nakað meir enn 1284 millimetrar, sum er tað vanliga. Eisini skein sólin sambært DMI meiri í 2007. Tilsamans skein hon í 997 tímar, og tað eru heili 157 meiri enn eitt miðalár.