Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 3 - 4. januar 2008 Tórshavnar kommuna Leiðari til Snarskivuna Søkt verður eftir leiðara til Snarskivuna. Snarskivan Uppgávan hjá Snarskivuni er fyrst og fremst at veita eina góða tænastu til borgarar og starvsfólk. Snarskivan er avgreiðsla hjá fyrisitingunum, tað er Miðfyrisitingin, Tekniska fyrisiting og Trivnaðarfyrisiting. Í Snarskivuni er telefonmóttøka, avgreiðsla, journal, fólkayvirlit, byggitekniska økið og barnaansing. Arbeiðsuppgávur Sum deildarleiðari hevur tú dagligu leiðsluni um hendi. Tín uppgáva er eisini at menna Snarskivuna soleiðis, at Snarskivan fylgir við tíðini og broytist samsvarandi uppgávubroytingini í kommununi. Tín uppgáva er eisini at vera við til at førleikamenna starvsfólkini. Tórshavnar kommuna bjóðar eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss við sjálvstøðugum, avbjóðandi og tvørfakligum uppgávum. Góðir møguleikar eru fyri fakligari og persónligari menning. Førleikakrøv Vit sóknast eftir einum deildarleiðara við 3 til 5 ára útbúgving (á bachelor- ella kandidatstøði) við viðkomandi royndum. Góð samskiftisevni og góðir samstarvseginleikar eru ein fortreyt, eins og opinleiki fyri avbjóðingum og nýggjum møguleikum. Eisini er neyðugt við einum motiverandi leiðslustíli. Vit hugsa okkum at tú dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga á føroyskum og munnliga á enskum, er framsíggin og framsøkin. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber og lønt í 35. lønarflokki sambært Tænastumannaavtaluni (uttan at vera tænastumannastarv) ella sambært avvarðandi sáttmála. Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi týsdagin 8. januar 2008 kl. 15.00. Merkið umsóknina „Deildarleiðari til Snarskivuna“. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjørgfríð Ludvig, miðfyrisitingarstjóra, telefon 28 00 20 ella Janus Isfeldt, deildarleiðara, á telefon 21 03 30. Nógva ferðin í samfelagnum setur okkum stór krøv. Spennandi krøv. Tí økist og mennist eisini virksemið hjá P/F Elektron skjótt. Og her er tað, at vit hava brúk fyri tær sum projektleiðara ella forritara. Ovmikið er at gera, so vit ynskja at seta fleiri fólk í starv á báðum økjum. Vit raðfesta trivnaðin høgt. Her skal starvsfólkið trívast; fáa hóskandi avbjóðingar og hava møguleikan at menna seg fakliga eins og persónliga. Vit vilja eisini, at starvsfólkið er eyðkent fyri sín eldhuga, ábyrgdarsemi og hugin at vera til tænastu. PROJEKTLEIÐARAR Arbeiða við at menna ymsu skipaninar saman við okkara dugnaligu starvsfólkum á Menningardeildini. Vit síggja fyri okkum, at tú ert ein sjálvstøðugur persónur, sum hugsar í loysnum, ert nærlagdur og málsøkin. Eisini er samstarv ein av tínum dygdum, eins og samskifti er tað í bæði skrivt og talu. WEB/.NET & HOST- FORRITARAR Fara at fáa avbjóðandi og fjølbroyttar uppgávur í tí livandi og góða umhvørvinum á Menningardeildini, har 25 fólk starvast. Deildin veitir skipanir og tænastur til føroysku peningastovnarnar og almennar stovnar. Vilt tú verða Web/.Net forritari hjá okkum, er tað ein fyrimunur, um tú hevur royndir við til dømis .NET, C#, VB, SQL, XML, AJAX, JAVA, Sharepoint og Web-tænastur. Er tú hinvegin Host forritari, hugsa vit okkum, at tú áður hevur arbeitt við eitt nú PL1, CICS og DB2. Vilt tú vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta seg í samband við Sámal Samuelsen, tlf. 345 108. T-postur: samals@elektron.fo. UMSÓKNARFREIST Umsóknir við avriti av møguligum prógvum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagið á middegi mánadagin 7. januar 2008. Send umsóknina til P/f Elektron, Staravegur 9, Postboks 3219, FO-110 Tórshavn, att: Ulla Joensen. Ella við telduposti til ulla@elektron.fo. P/f Elektron er millum landsins størstu veitarar av KT-tænastum til fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og vinnuvirkir. Umframt at menna skipanarloysnir, veita vit tænastur innan infrastruktur og ymiskar hostingloysnir. Visiónin er, at okkara skipanar- og tænastuveitingar hava við sær, at kundin kann fremja framúr avrik á sínum virkisøki, samstundis sum trygdin og rakstrarstøðufesti eru í topp. 90 fólk starvast hjá P/f Elektron. Projektleiðarar og forritarar til Elektron Stephanssons Hús