mikudagur 23. februar 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 37 - 23. februar 2000
Dagfinn Olsen
Nr. 7 - 23. februar 2000
18
Longu á fløguhúsanum
verður gjørt vart við,
at her er ein fløga við
savni av rárum og ikki
áður útgivnum løgum
hjá Crowded House.
Í húsanum greiða
teir frá, at tað er iki
lætt hjá einum bólki at
hyggja aftur á gomlu
síðurnar. Tað er stolt-
leiki og kanska eisii
bilsni ella hetta við at
rodna. Júst sum tá fólk
hyggja í eftir gomlum
myndum.
Men Hetta er einn
bólkur,
ið
ongantíð
gav út alt, ið teir
spældu inn. Nú eru
teir savnaðir aftur á
fløguni, eftir at teir
fóru hvør til sítt í
1996.
Ein
góð
og
áhugaverd fløga, sum
tey,
ið
kenna
væl
Crowded House, mugu
eiga. Ein týdningar-
mikil fløga í savninum
hjá teimum, ið kalla
seg
Crowded
House
fan.
Sum teir siga í fløgu-
húsanum:
Crowded
House has left the
building.
Henning Stærk er eitt
av góðu, gomlu og
sterku
nøvnunum
í
donskum
rock-
og
bluestónleiki. Ein mað-
ur, ið hevur røtur og
sum var har, tá tað
hendi, Tá píkatráðs-
tónleikurin
tók
seg
upp í Danmark.
Aftur er hann á
marknaðinum
við
fløgu, har hann hevur
savnað góð og kend
løg, ið hava røtur í
rock- bluestónleiki.
Erik Kramshøj hevur
forvitnisligan inngang
í fløguhúsanum, har
hann m.a. greiðir frá,
at Henning Stærk sum
ungur spældi í The
Poisons,
sum
vann
Danmarksmeistara-
skapin í píkatráðstón-
leiki, men tó komu tier
ikki til Keypmanna-
havnar og Hit House at
leika. Tann dreymurin
gekk ongantíð út hjá
Henning Stærk og tað
er hetta, sum heitið á
fløguni sipar til.
Síðani
Henning
Stærk í 1980 stovnaði
egnan
bólk,
hevur
hann verið frammaliga
í donskum tónleiki.
Hann er ektaður “rock-
ari” og tað hoyrist og
merkist, tá ein fløga
við
Henning
Stærk
verður sett í spælaran.
Fleiri kend løg eru á
fløguni.
Ike
Turner
lagið I can’t believe
what you say cause I
see what you do. Eisini
lagið hjá Ole Bredal
(Sir Henry) Let’s Go er
við og kenda lagið hjá
Curtis Mayfield People
get ready.
Nýggj fløga frá Tracy
Chapman, nú vit eru
komin inn í ár 2000.
Tað
er
nógv
vatn
runnið,
síðani
Tarcy
kom fram einaferð í átta-
tiárunum. Hon var øðr-
vísi og stílurin eyðkend-
ur. Ein sermerkt sangar-
inna við guitara.
Og stílurin og ljóðið er
ikkii stórt øðrvísi nú í ár
2000, enn tá. Tað er
okkurt ærligt og harvið
ódeyðiligt
við
Tracy
Chapman
og
hennara
tónleiki. Tað er eisini
prógvað, við at eitt av
hennara
eldri
løgum
gjørdist eitt hitt við
nýggjari bólki fyri kort-
um.
Telling Stories er ein
fløga í rætta Chapman
stílinum. Góð løg og stíl-
urin er hin sami og eyð-
kendi.
Tracy
hevur
góðar
tónleikarar afturat sær,
men spælir eisini sjálv
ymisk ljóðføri. Umframt
at syngja og leika guitar,
sum viti vita at hon dug-
ir.
Gestur á fløguni er
sangarinnan
Emmylou
Harris, sum eisini fær
serstaka tøkk í fløguhús-
anum.
Tað kann staðfest at,at
Tracy Chapman er við
enn, eini 15 ár eftir, at
hon kom fram. Og hon
sigur søgurnar líka væl
enn, sum áður. Kanka
betri. Tað prógvar Tell-
ing Stories.
Telling Stories
Henning Stærk
Crowded House
Tracy
Chapman
Hit House
Afterglow
Í níti árunum reið fíggjar-
liga fleiri ferðir um snarið
hjá Fótbóltssambandinum.
Men sambært roknskapi-
num fyri 1999, sum varð
lagdur fyri og samtyktur av
aðalfundinum leygardagin,
og sambært gongdini, sum
roknað verður við í ár, so
sær tað út til, at tað fer at
bera til rættuliga at kjølfesta
eginognina, sum hevur ver-
ið so slunkin, at raksturin
hevur verið tryggjaður í
sjónvarpsavtaluni við UFA.
At tað stendur væl til í
kassanum hjá FSF kemst
ikki av størri inntøkum
heima á landi, men heldur
av, at altjóði limaskapurin
og altjóða virksemið hjá
landsliðnum og feløgunum
hevur við sær, at inntøk-
urnar eru øktar rættuliga
nógv.
Gongdin
Rakstrarroknskapurin í fjør
vísti eitt yvirskot upp á 1,59
milliónir krónur. Hetta er
væl minni, enn tað, sum
roknað varð við, men tað
kemst av, at FSF hevur gjørt
av, at veitingin frá UEFA í
sambandi við EM–2000
kappingina skal inntøkufør-
ast fyri ár 2000 og ikki fyri
ár 1999, sum tað varð rokn-
að við, tá fíggjarætlanin fyri
1999 varð løgd.
Fíggjarætlanin fyri 1999
roknaði við einum yvirskoti
uppá 4.498.700 krónur. At
gongdin var øðrvísi, enn
roknað varð við, kemst av
einari
meirinntøku
frá
UEFA upp á 2,1 millión
krónur og so av omanfyri
nevndu útseting av inntøku-
skráseting.
Útreiðslurnar vórðu mest
ávirkaðar av, at stuðulinum
frá FSF og til Tórsvøll upp
á 1,5 milliónir krónur, og
so av tí, at inntøkurnar av
landsdystunum á heima-
vølli royndust verri, enn
roknað varð við. Á Svanga-
skarði var avlopið umleið
200 túsund krónur minni,
enn roknað varð við, og á
Tórsvølli varð avlopið um-
leið 800 túsund krónur
minni, enn tað varð roknað
við.
UFA hevur í sjónvarps-
avtaluni við FSF bundið seg
til at gjalda ávísar upphædd-
ir til FSF, sjálvt um inn-
tøkurnar av sjónvarpingini
ikki eru stórar. Hetta hevur
havt við sær, at skuldin hjá
FSF til UFA nú er 1,7 mill-
iónir krónur. Nettoskuldin
til Føroya Sparikassa og
onnur er umleið 200 túsund
krónur.
FSF eigur 652 túsund
krónur til góða hjá UEFA,
og av veddingarpengunum
úr Danmark eigur FSF 931
túsund krónur til góða. FSF
hevur lænt grunninum Tórs-
vølli 4,0 milliónir krónur.
Framtíðin
Tá Torleif Sigurðsson, for-
maður í FSF, legði ársfrá-
greiðingina fyri aðalfundin
leygardagin, segði hann so-
leiðis um fíggjarligu vánir-
nar:
– Við avlopinum í 1999
upp á 1,585 milliónir krónur
er eginognin hjá FSF 1,654
milliónir krónur. Í ár 2000
verður afturberingin frá
UEFA til FSF í sambandi
við EM–2000 inntøkuførd.
Hon er 2,2 milliónir krónur.
Saman við mettu inntøkuni
frá NM fyri a–landslið kann
roknast við, at avlopið fyri
ár 2000 verður umleið 3
milliónir krónur.
Um aðrar inntøkur segði
Torleif Sigurðsson soleiðis:
– Í sambandi við at eu-
ropeiska meistarakappingin
er víðkað at fevna um 32
lið rokna vit við einari
hækking í tillutaðu upp-
hæddini upp á 450 túsund
krónur um árið. Afturber-
ingin fá UEFA í sambandi
við EM rokna vit við fer at
verða, sum hon hevur verið.
Tað vil siga 2,2 milliónir
krónur yvir fýra ár.
– FIFA hevur gjørt av, at
øllum limalondunum í FIFA
skulu tillutast ein millión
dollarar fjórða hvørt ár. Í
1999 fekk FSF fyrsta gjald-
ið upp á 1,7 milliónir
krónur. Hesin peningur er
játtaður soleiðis, at lima-
londini skulu søkja FIFA
um peningin, og tað skal
undirbyggjast, hvat pening-
urin verður brúktur til.
Býtislykilin í sambandi
við veddinarpengarnar úr
Danmark er skrúvaður so-
leiðis saman, at FSF fær
tólv av sjeyti pørtum. FSF
hevur mett upphæddina fara
at verða 400 túsund krónur
um árið.
JH
Tað fløðir í kassanum hjá FSF
Tað eru serliga inntøkurnar frá UEFA og FIFA sum gera,
at fíggjarligu vánirnar hjá FSF tykjast síggja bjartar út
Tað er møguleiki fyri, at
tveir landsliðsspælarar
afturat fara at spæla fót-
bólt í Íslandi í summar.
Henning Jarnskor og Pól
Thorsteinsson fara fríggj-
adagin til Íslands, har teir
í eina góðu viku skulu
venja við Váli í Reykja-
vík. Um Válur verður á-
hugað í at knýta spæla-
rarnar til sín, og um semja
annars fæst um treytirnar,
so er møguleiki fyri at
hesir báðir fjøltáttaðu
landsliðsspælararnir heilt
skjótt flyta til Reykja-
víkar.
- Válur hevur sett seg í
samband við Jákup í Stó-
rustovu, og tað er hann,
sum hevur fingið í lag, at
vit skulu til Vál at venja.
Sum eg havi skilt tað, so
skulu vit vera har yviri í
tvey vikuskifti, og eg rok-
ni við, at vit umframt at
venja eisini fara at spæla
við í onkrum venjingar-
dysti.
Hetta sigur Henning
Jarnskor. Síðsta summar
var hann ein túr í Íslandi.
Tá var hann í ferðalagi við
systirsoninum, Súna Ol-
sen. Teir vandu við fe-
lagnum hjá Allani Mørk-
øre, ÍBV, í Vestmanna-
oyggjunum, men ta ferð-
ina spurdist eingin sátt-
máli burtur úr.
Nýggjar avbjóðingar
Henning Jarnskor er 27
ára gamla. Hann hevur
verið á besta liðnum hjá
GÍ. Vit venja nógv, og vit
hava ein góðan venjara,
men tá tú hevur verið í
sama fótbóltsumhvørvi í
so mong ár, so hevði tað
ivaleyst verið gott fyri fót-
bóltsspælið hjá mær at
roynt okkurt annað.
Pól Thorsteinsson er 26
ára gamal. Burtursæð frá
onkrum skifti, tá hann var
í Danmark, so hevði hann
altíð spælt við VB, tá
hann í 1998 flutti til B36.
Fyri
stuttum
gjørdi
vágbingurin
í
høvuðsstaðnum av, at í ár
skuldi hann spæla fótbólt í
barndómsfelagnum í Vági.
Nú er møguleiki fyri, at tað
verðu í Váli í Reykjavík, at
Pól Thorsteinsson fer at
spæla.
Nýtt lið
Setningurin hjá Váli í Rey-
kjavík verður í ár at endur-
vinna plássið í bestu deild-
ini. Tað var ein stórur skelk-
ur fyri válsmenn, tá teir í
fjør fluttu niður úr bestu
deildini, tí fram til seinasta
heyst, var Válur einasta fe-
lagið í Íslandi, sum altíð
hevði spælt í bestu deild-
ini.
Í ár hevur felagið ein ju-
goslaviskan venjara. Hann
hevur tveir eystureurope-
arar í hópinum, meðan
hinir leikararnir allir eru
íslendingar. Talan er um
ungt fólk, og nú vilja teir
so kannað, um tað fer at
bera til at fáa tveir føroy-
ingar við drúgvum altjóða
royndum at hjálpa sær. Pól
Thorsteinsson hevur síð-
ani 1997 spælt 19 lands-
dystir, og Henning Jarn-
skor hevur síðani 1994
verið 33 ferðir á landslið-
num.
JH
Landsliðsleikararnir skulu í eina góða viku venja við
Váli í Reykjavík, sum komandi ár skal spæla í
næstfremstu íslendsku deildini
Henning og
Pól til Íslands
Henning Jarnskor fer saman við Pól Thorsteinssyni til
Íslands at royndarvenjar seinni í vikuni
Hava tit eini boð til ÍtróttaSosialin, ella
vita tit møguliga um eina søgu, sum
kundi verið áhugaverd at skriva um,
kunnu tit altíð seta tykkum í samband
við okkum á tlf. 311820 ella við at
senda teldubræv til:
jakup@sosiaurin.fo
Skal metast eftir seinasta ársroknskapinum hjá Fótbólts-
sambandinum, eru enn fleiri seðlar á veg niður í kassan
Myndaviðgerð: Álvur Haraldsen