Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 3 - 4. januar 2008 tíðindi Jákup Jacobsen yvirtikið Yndi Jákup Jacobsen hevur keypt Yndi Fitness, soleiðis at hann einsamallur eigur venjingarmiðstøðina yviri við Strond í Havn. Jákup Jacobsen keypti seg inn í fyritøkuna í august í fjør, og tryggjaði sær tá samstundis keypsrættin til restina av fyritøkuni. Og í gjár skrivaði hann undir sáttmálan, sum segði, at hann er einsamallur eigari í fyritøkuni, meðan hini báðir – Regin Vágadal og Høgni Mikkelsen – takka fyri seg. – Yndi fer nú undir at spreiða sínar veingir, har vit arbeiða fram ímóti at lata eitt fitness-centur upp aftrat í Havn, umframt eitt í Vágum, Runavík og Klaksvík, sigur nýggi eigarin av Yndi Fitness. Metár hjá Tutl Plátufelagið Tutl framleiddi í 2007 fleiri eindir enn nakrantíð. Framleiðslan hjá Tutl í 2007 var 51.443 eindir. Tað er fyrstu ferð nakrantíð, at talið er farið upp um hálvthundrað túsund eindir, upplýsir Tutl í tíðindaskrivi. Framleiddu eintøkini eru av 30 útgávum, har av 26 eru útgivnar í fjør. Hinar fýra fløgurnar eru endurprent av fløgum, sum vóru útseldar. Og av teimum 26 nýggju fløgunum, sum Tutl lat á marknaðin í fjør, eru sjey við tónleiki og tónleikarum frá Finlandi, Álandi, Svøríki, Estlandi og Danmark. Í kvøld verður stórur føðingardagur hildin í ítróttarhøllini í Vestmanna. Tá hátíðarhalda trí­ burarnir Anna, All­ an og Bjørt Funn Andreasen sín 18 ára føðingardag, sam­ stundis sum pápi teirra hevur fylt runt og foreldrini høvdu rundan brúdleypsdag Føðingardagur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Vestmanna: Tað er ein øgi- lig stákan í ítróttarhøllini. Fólk renna runt, meðan onnur standa saman og práta eina løtu. Og mitt í rokanini síggjast tey trý systkini. Øll eru tey í ferð við at fyrireika teirra stóra dag í dag, nú tey fara um 18 ára aldursmarkið og gerast myndug. Fyri tey og foreldrini er hetta ein serstakur dagur, og hann skal haldast við lít. Tað verður bæði matur, dansur og annað á skránni í kvøld. Tað er ikki greitt enn, hvussu mong koma í føðing- ardagin. Men eitt tal nærri teimum 300 man helst vera á rættari leið. - Vit gleða okkum ótrúliga nógv til í kvøld, sigur mamman, Sarita í stuttum práti. Besta gávan Tey trý hava ikki keypt hvørjum øðrum føðingar- dagsgávur í samband við henda stóra dagin. - Men besta gávan man kortini vera hon, at hini bæði eiga meg! Nøkulunda soleiðis fullu orðini, tá útvarpið var á vitj- an í Vestmanna í morgun. - Kanska onkur gáva kem- ur kortini, løgdu tey aftrat. Umframt 18 ára føðingar- dagin hjá Annu, Allani og Bjørt, fylti pápi teirra, Ják- up Martin 50 ár mikudagin, sama dag sum hann hevði verið giftur við konuni, Saritu í 20 ár. Eitt, tvey, trý . . . átjan Anna, Allan og Bjørt eru ikki einastu tríburarnir í Vestmanna Mynd: Jens Kristian Vang Tey trý Anna, Allan og Bjørt hava havt hvørt annað at ”stiga” seg til gjøgnum 18 ár. – Vit hava havt tað ótrúliga gott saman, siga tey trý við ein munn Mynd: Jens Kristian Vang