fríggjadagur 4. januar 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 3 - 4. januar 2008
Í friðarliga umhvørvinum á Dalavegnum
í Havn standa eini sera góð og vælhildin
hús. Tú sært alt fyri eitt, at her búgva
fólk, sum ynskja, at alt er vælhildið og í
ordan – bæði innan og uttanfyri.
Húsini standa nakað frá høvuðsvegnum.
Ein innkoyring førir niðan til húsini og
kanst tú koyra beinleiðis inn í bilskýlið,
sum eisini hevur ein góðan skúrð. Við
høvuðsdyrnar eru flisar lagdir á túnið.
Góður og vælhildin urtagarður er rundan
um húsini við fleiri sera flottum lagaðum
grótgarðum. Her eru nógvir góðir
møguleikar hjá teimum, sum hava hug
at fáast við urtagarðsarbeiði ella bara at
nýta tær góðu løturnar í urtagarðinum.
Útsýnið er framúrskarandi og sært tú
nærum alla Havnina, Nólsoynna og
fjørðin.
Húsið er sera væl innrættað og hevur
gott pláss til eina stóra familju.
Í miðhæddini er ein durur við atgongd til
ein góðan hjallin, stór gongd, baðirúm,
køkur, stova, eitt kamar og ein stór
sjónvarpsstova, sum upprunaliga hevur
verið tvey kømur.
Á loftinum eru tvey stór og góð kømur
og ein hugnalig loftsstova.
Í kjallaranum er eitt kamar, kontór,
ítrivsrúm, gloymslurúm og eitt baðirúm.
Góður møguleiki er fyri at gera eina íbúð
í kjallaranum.
Tú fært meira at vita um húsini við at
ringja til Skyn á tlf. 35 74 00.
Ia[#(*,)%%ÕIgh\³iV&+Õlll#h`nc#[d
Fakta:
Add.:
Dalavegur 60, Tórshavn
Byggiár:
1967
Hæddir:
3
Stødd innan: 220 fermetrar
Grundøkið:
529 fermetrar
Prísuppskot: Kr. 3.000.000
<d\k²a]^aY^c]h
k^[gVbgh`VgVcY^ihc^