Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-04, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 3 - 4. januar 2008 tíðindi Hesa vikuna: John S. Myllhamar ”Tá skulu tit syngja ljóð sum á nátt, tá ið hátíðin verður boðað, og verða hjartans glað” Jesaja 30, 29 Er tað nakað, vit kunnu læra av børnunum, so er tað, at gleða seg til nakað, ið skal koma Fyrra hálvárið gleða tey seg til summarfrítíðina, seinna hálvárið til jólini. Tey gleða seg frammanundan soleiðis, at tey nærum fáa ilt um hjartað. Og Tollaksmessudagur kennist teimum bæði spennandi, men eisini ikki til at halda út. Vit vaksnu eiga at læra av børnunum, tí tað er kristiligt at gleðast í vón. Um Menniskjusonin verður sagt einastaðni, at hann sum fyri ta gleði, sum honum var fyri sett, bar kross við toli. Og um vit oftari hugsaðu um ta komandi dýrdina, kundi tað hjálpt okkum at bera tær byrðar, sum lagdar verða á okkum, meðan vit bíða. Á ein hátt kunnu vit siga, at fyri eitt kristið menniskja er alt lívið sum ein Tollaksmessudagur. Vit liva enn í væntan; men skjótt kemur hátíðin. Tann dagur er ikki langt burtur, tá ið himmalsins fordyr verða lætnar upp og vit við undrandi eygum skoða ljósið í Guðs dýrd. Tá verður alt gloymt, sum her var so tungt at bera. So heldur gleða seg til tað, ið koma skal, enn suffa um tað, ið er. Sanniliga er tað okkurt, sum viðhvørt kennist tungt, men tað fær ein enda. Um lítla sund rennur upp hátíðin. Tí eiga vit at syngja og gleðast av hjarta. Tí í morgin er alt gott. Flyta Ársmøtið til Havnar Heimamissiónin: Síðani leguhúsið í Nesvík varð tikið í nýtslu hevur Heimamissiónin havt síni ársmøti á hes­ um staði. Men tá ársmøtið verður aftur í apríl mánaði, verður tað ístaðin hildið í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. – Í fleiri ár hava vit havt Ársmøtið í leguhúsinum, men tað hevur verið sera trongligt, serliga í samband við kvøldmøtini, sigur Vagn Foldbo, aðalskrivari við mission.fo. Við at fara í ítróttarhøllina í Havn fær ein heilt aðrar møguleikar og pláss fyri munandi fleiri fólkum. Evnið fyri Ársmøtið, sum verður í døgunum 4. til 6. apríl verður “Hann gav alt”. Í bøn fyri vali og verkfalli Bøn: Fleiri samkomur og einstaklingar eru farin undir eitt miðvíst bønarátak, nú tað stundar til val, samstundis sum ósemja er á arbeiðsmarknaðinum. Átakið byrjaði 30. desember í fjør og varir samanlagt í 40 dagar. Millum bønarevnini er løgtingsvalið, at menn og kvinnur ið óttast Harran verða vald og at Harrin fram­ vegis má signa og verja landið. Biðið verður eisini fyri at partarnir í ósemjuni millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið mugu finna semju, og at Harrin má signa og varða okkara arbeiðsmarknað, bæði á landi og á sjógvi. Heitt verður á fólk um at seta tíð av á døgninum til bøn. Nýggj høli á Malta Hirtshals: Sunnudagin fyri jól vóru nýggju hølini tikin í nýtslu á Malta í Hirtshals. Nógv fólk vóru á møti hendan dagin. Arbeiðið við at gera ein nýggjan sal, sum er bygdur aftrat gamla húsinum, hevur gingið ómetaliga skjótt. Arbeiðið er gjørt bæði av føroyingum, ið eru búsitandi í Hirtshals, men eisini av monnum, ið eru komnir úr Føroyum fyri at geva eina hond í verki­ num. ­ Fólk eru ógvuliga fegin um nýggju og góðu karmarnar rundan um evangeliska verkið í Hirtshals, verður sagt úr samkomuni. Toftir: Í ár eru liðin 100 ár síðani ungar kvinnur og menn á Toftum tóku stig til at stovna Tofta Blákross­ felag. Henda dagin er ætlanin at markera á ymiskan hátt, m. a. við einum serligum Blá­ krossdegi nú sunnudagin, 6. januar á Toftum og í Ritu­ vík. Dagurin byrjar við guds­ tænastu í Fríðrikskirkjuni. Serligt barnatiltak verður í missiónshúsinum á Toftum fyri børn á Toftum og Ritu­ vík. Um kvøldið verður so árliga veitslan og aðalfundur hjá felagnum. Onnur tiltøk koma eisini at verða gjøgnum árið, sum serliga koma at varpa ljós á blákrossfelagið og blákross­ sakina. Arbeitt verður eisini við einum faldara, sum skal být­ ast út til øll húsini í økinum, eins og føðingardagurin verður markeraður á lands­ fundinum hjá Bláa Krossi Føroya á Toftum í mai mán­ aði. ­ Hesar kvinnur og hesi menn, sum byrjaðu arbeið­ ið, vildu gera nakað við tað óskil tey høvdu sæð og upp­ livað av tí stóru brennivíns­ nýtsluni sum tá var, sigur Alfred Olsen, formaður í Tofta Blákrossfelagi. Hann vónar at síggja nógvar av limunum í felag­ num til 100 ára haldið, og at hesin dagurin kann verða startskotið til eitt áhugavert og gevandi blákross ár. orðið Arbeitt fyri fráhaldssakini í 100 ár Eitt skifti hataði nevaleikarin George Foreman mótstøðu­ mann sín, Muhamed Ali. Í dag sigur hann, at júst tapið ímóti Ali í 1977 er tað besta sum nakrantíð er hent honum. Hetta var eitt stig á vegnum móti átrúnaðarligu støðu síni Foreman stóð altíð í skugga­ num av Ali, helst tí at fjøld­ in metti hann meiri sum ein ófriðarkropp enn ein pro­ fesjonellan nevaleikara. Størstu avbjóðing sína fekk Foreman helst, tá teir báðir stóru nevaleikararnir hittust í ringinum í afri­ kanska landinum Zaire fyri 33 árum síðani. Tapið hóvaði hvørki Fore­ man ella viðhaldsfólkum hansara, og tey fóru undir eina kampanju við ynski um ein umdyst. Henda kam­ panjan førdi Foreman til eina kirkju í Californien. Hann spurdi prestin, hvat hann skuldi tosa um. “Tja. Ali hann tosar altíð um Muhammad og Allah – so hví tosar tú ikki bara um Jesus?”, svaraði presturin aftur. Sum sagt, so gjørt, hóast tað neyvan gjørdist tann stóra andaliga prædik­ an. Henda prædikan hevði kortini ta ávirkan, at Fore­ man byrjaði at leita eftir eini átrúnaðarligari sannfør­ ing, skrivar religion.dk. Hann leitaði í islam og í buddhismuni, men tað var fyrst í 1977 at hann kom á mál, í so máta. Úr ongamannalandi Eftir tapið ímóti boksistjørn­ uni, Jimmy Young hetta árið fekk hann eina átrúnaðarliga uppliving í umklæðingar­ rúminum. Hann føldi seg fullkomuliga tóman og gloymdan, ja, nærum deyð­ an. So segði hann fyri seg sjálvan: “Eg eri líkaglaður við um hetta er deyðin. Eg trúgvi framvegis, at ein Gud er til”. Í somu løtu merkti hann, at tað var eins og ein stór hond tók í hann og leiddi hann burtur úr hes­ um ongamannalandi. Eitt tað fyrsta, ið Foreman gjørdi var at ringja til prest­ in í kirkjuni, har hann á sinni hevði prædikað. Her greiddi hann prestinum frá broytingini. Og seinni varð hann innsettur sum prestur og stovnaði egnu samkomu sína “The Church of Lord Jesus Christ” í Texas. Eftir dystin í 1977 hevði Foreman, sum í næstu viku verður 59 ára gamal, ein steðg í nevaleikinum í fleiri ár, men varð í 1994 krýndur sum heimsmeistari í tung­ vekt. – Men, spyrja mong. – Er tað sambæriligt við kristin­ dómin at sláa onnur menn­ iskju? Hetta hevði Foreman eitt svar uppá, tá spyrjarin frá Beliefnet hevði samrøðu við hann: – Tá eg fyrr fór í ringin, vóru dreparainstinktið og vreiðin tað sum gav mær íblástur. – Men eftir at eg hevði funnið Gud og møtti øðrum nevaleikarum í ringinum, so kundu vit saktans raka hin í til dømis eyguni, og kortini flenna eftir tí aftaná. So siga vit bara okkurt tílíkt sum “Har rakti eg teg, ha?! Men bíða bara, bíða bara!” – Nei, vit sláa ongatíð móti hvørjum øðrum í vreiði, og vit geva altíð hvørjum øðrum eitt klemm áðrenn og aftaná dystin. Við Gudi í boksiringinum Georg Foreman er kendur nevaleikari, men hevur í dag stovnað egna samkomu í USA Skrivað og lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo