fríggjadagur 4. januar 2008síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 3 - 4. januar 2008
lýsingar
Samskipari søkist
Sjálvstøðugt og avbjóðandi starv hjá Bláa
Krossi Føroya.
Vit sóknast eftir einum sjálvstøðugum og
ágrýtnum starvsfelaga, sum kann arbeiða
á ymiskum økjum og vera við til at menna
felagsskap okkara.
Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:
• Samskipa og standa fyri ymiskum
verkætlanum, serliga innan
fyribyrgingarøkið.
• Standa fyri og leggja til rættis
kunningararbeiðið hjá Bláa Krossi.
• Menna sjálvbodna arbeiðið hjá Bláa Krossi.
• Saman við aðalskrivaranum tryggja
fíggjarliga grundarlagið hjá felagsskapinum.
• Hjálpa til við fyrifallandi uppgávum.
Førleiki:
• Tú ert væl skipað/ur og hevur gott yvirlit,
hóast nógvir bóltar eru í luftini ísenn. Tær
dámar at arbeiða saman við øðrum, men
kanst eisini arbeiða sjálvsstøðugt og leggja
tín egna arbeiðsdag til rættis.
• Vit roknað við at tú hevur eina hóskandi
útbúgving ella royndir á økjunum.
• Tú dugir væl føroyskt og hevur hollan
teldukunnleika.
• Royndir frá verkætlanararbeiði og/ella
fjølmiðlaøkinum er ein fyrimunur, men eingin
treyt.
• Tú tekur undir við grundarlagnum hjá Bláa
Krossi og vilt arbeiða samsvarandi hesum.
Tú verður ein partur av toyminum á
skrivstovuni í Runavík og kemur at arbeiða
í tøttum samstarvi við hini starvsfólkini á
skrivstovuni. Talan er um fulltíðarstarv,
men kann parttíðarstarv eisini koma
uppá tal. Góðir møguleikar eru fyri
persónligari og fakligari menning. Lønar- og
setanarviðurskifti eftir avtalu.
Vit skulu hava umsókn tína seinast
fríggjadagin 25. januar. Starvið verður sett
skjótast til ber.
Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú ringja
til Hjalmar á tlf. 748894 ella senda teldupost
til hjalmar@blakross.fo. Umsókn skal sendast
til:
Blái Krossur Føroya
Heiðavegur 6
620 Runavík.
Á Dagstovninum
við Stórheygg
eru hesi størv leys at søkja
Tvey pedagogstørv
• Ein pedagogur til eina stovu við børnum í
aldrinum 2-3 ár, 34 t/v at byrja 1. februar
2008 ella eftir nærri avtalu.
• Ein pedagogur á barnagarðsstovu, 30 t/v at
byrja 1. februar 2008 ella eftir nærri avtalu.
Tvey barsilstørv
• 35 t/v, á eini stovu við børnum í aldrinum 2-3
ár, í tíðarskeiðinum 1. februar 2008 til 1.
september 2008,
• 30 t/v, á eini vøggustovu, í tíðarskeiðinum 1.
mars 2008 til 1. september 2008.
Eitt starv sum stuðul
15 t/v at byrja 1. februar 2008.
Vit ynskja, at tú hevur
• hug at skapa ein fjølbroyttan og tryggan
gerandisdag fyri børnunum
• virðing og umsorgan fyri tí einstaka
barninum og teim vaksnu
• hug til at skapa og seta dám á dagstovnin
• góð samstarvsevni og kann arbeiða sjálv-
støðugt
Vit bjóða
• eitt spennandi arbeiðspláss, har pláss er
fyri ymiskleika
• ein stovn í er í støðugari menning
• eitt arbeiðspláss, har tú kemur at hava
ávirkan
Setunarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs-
gevarafelagið.
Um pedagogar ikki søkja, verða hjálparfólk
sett í tíðaravmarkað starv.
Meiri fæst at vita um størvini við at venda
sær til
• Dagstovnin við Stórheygg: Sunnrid Poulsen,
leiðara, á tlf. 772020 ella 472020
Umsóknir við avritum av prógvi v.m. skulu
sendast beinleiðis til
Dagstovnin við Stórheygg
Áarvegur 3
420 Hósvík
ella við telduposti til: storheygg@sunda.fo
Umsóknir mugu vera dagstovninum í hendi
í seinasta lagi mánadagin 14. januar 2008.
Í Sunda kommunu eru tríggir dagstovnar: á Oyrarbakka, í Hvalvík
og í Hósvík. Dagstovnurin við Stórheygg í Hósvík hevur pláss fyri
58 børnum, og har eru í løtuni 11 starvsfólk. Leiðararnir á teimum
trimum dagstovnunum hava eitt gott og tætt samstarv í samráð við
kommununa.
Stuðulsfólk
Søkt verður eftir einum stuðulsfólki til 5 ára
gamalt barn við serligum tørvi í Porkeris
kommunu at byrja 1. februar 2008 ella so skjótt
sum gjørligt.
Stuðulin kemur í samstarvi við Sosialu deild,
NSR tænastuna í Suðuroy og familjuna, at
stuðla barninum í at fáa ein innihaldsríkan og
mennandi dag.
Vit ynskja, at tann, ið skal setast, hevur hósk
andi útbúgving og royndir.
Arbeiðið er fulla tíð og verður lønt sambært
sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevara
felag Føroya og avvarðandi fakfelag.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda
tær til Annu Djurhuus, sosialdeildarleiðara tlf.
37 36 04.
Umsóknin við prógvum og møguligum við
mælum skal sendast inn Porkeris Kommunu
att. Sosiala deild í seinasta lagi 14. januar 2008
kl.12.00.
Sosiala Deild
Porkeris- og Vágs Kommuna
Við Á 8 · 950 Porkeri
Tlf 37 36 04 · Tlf 22 67 04
T-post: sosialadeild@email.fo
Tórshavnar kommuna
Í Tórshavnar kommunu er tvey hýruvognsloyvi leyst at
søkja.
Vísast skal á, at sambært grein 8 í reglugerðini um
hýruvognsstøðir í Tórshavnar kommunu, skulu
umsøkjarar hava váttan fyri, at teir koma at koyra
frá støð. Loyvini er tengd at bilstøðini BIL.
Umsóknarblað fæst í Snarskivuni. Umsóknir skulu vera
Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, FO-110 Tórshavn
í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 18. januar 2008.
Hýruvognsloyvi
www.kennarin.dk
føroyskt!
Lær at skriva