mánadagur 7. januar 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 4 - 7. januar 2008
Løgreglan hevði
millum lítið og einki
at takast við ársins
fyrsta vikuskiftið. Ein
koppaður lastbilur og
ein fráboðan um eina
minu í Sandagerði,
sum tó ikki var ein
mina, er millum fáu
tingini, løgreglan tók
sær av
LØGREGLUTÍÐINDI
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Stak friðarligt. Soleiðis lýs
ir vakthavandi á løgreglu
støðini í Havn vikuskiftið.
Ársins fyrsta vikuskiftið
spældi soleiðis væl av hjá
teimum allar flestu. Í Havn
tóku tey ongan fyri rús
drekkakoyring, eingin brot
á politiviðtøkurnar og einki
harðskapsmál sum so.
– Fólk hevur brúkt peng
arnar um jólini og tað sæst
aftur í býarlívinum, sigur
vakthavandi. Hann letur at,
at tað er stórur munur á
aktivitetinum í býnum, tá
fólk hava fingið løn og hava
pengar um hendurnar, og
tað so pengarnir eru brúkt
ir.
Mina í Sandagerði
Seinnapartin
sunnudagin
fekk løgreglan eini fráboðan
av teimum meiri óvanligu.
Onkur hevði sæð eina minu
í Sandagerði, sum er mark
millum Argir og Havnina.
Løgreglan kom á staðið og
staðfesti beinanvegin, at tal
an ikki var um eina minu,
men heldur eina orienter
ingsboyu, sum hevði slitið
seg leysa.
Hált var fleiri staðni kring
landið tíðliga í morgun,
men í Havnini høvdu tey
ikki fingið nakra fráboðan
um ferðsluóhapp, tá vit tos
aðu við løgregluna klokkan
knappliga tíggju í morgun.
Bussur og bilur
rendu saman
Tað høvdu tey hinvegin í
Eysturoynni. Klokkan nærk
aðist seks í morgun, tá
løgreglan í Runavík fekk
eina fráboðan um, at ein
bussur og ein persónbilur
høvdu rent saman. Tað var
við vegakrossin millum
omankoyringina frá Oyndar
firði og vegnum millum
Fjarða, at óheppið hendi í
hálkuni. Eingi ferðafólk
vóru í bussinum, og sam
bært løgregluni í Eysturoy
stóðst eingin persónsskaði
av óhappinum.
Koppaður lastbilur
Í Suðuroynni siga tey somu
leiðis, at vikuskiftið var av
teimum friðarligu. Tveir
mans svóvu rúsin av sær á
støðini, men annars hendi
ikki so nógv. Inn til í gjár
kvøldið, tá ein lastbilur
koppaði á keiini á Tvør
oyri.
Lastbilurin skuldi lyfta
ein trukk úr lastini og hevði
sett beinini út í vinstru síðu.
Lastbilførarin
var
tó
gáloysin eina lítla løtu, og
av onkrari orsøk lyfti hann
trukkin út í høgru síðu við
tí úrsliti, at lastbilurin
koppaði. Tíbetur stóðst eing
in persónskaði av óhappi
num, og sambært løgregluni
í Suðuroy var fekk last
bilurin
bert
smávegis
skaða.
Góð ársbyrjan … og tó
Mynd: Bjarni Nygaard
Hvørki koppaði lastbilurin
ella óhappið við bussinum
førdi til nakran mansskaða
Mynd: Heini S. Kristiansen
Nýggjur skúli í Runavík
Í morgun var fyrsti parturin av nýggja skúlanum í Runavík
tikin í nýtslu. Tá fluttu næmingarnir í framhaldsdeildini inn
í teir fyrstu 1.500 fermetrarnar av skúlanum. Gongst sum
ætlað, flyta næmingarnir í 4. til 7. flokk inn í skúlan í
summar. Sambært útvarpinum hjá Kringvarpinum verður
skúlin 4.800 fermetrar, sum standa lidnir eina ferð í heyst.
Har verða tilsamans 18 flokshøli, umframt nútímans
fakhøli, bókasavn, lærarastovu og matarhøll til 150 fólk.
Arbeiðið at gera skúlan byrjaði á heysti 2006, og higartil
hevur alt gingið eftir ætlan.
Valstríð á MySpace
Dimmalætting skrivar í dag, at fleiri politikarar royna
at vinna sær atkvøður á alnetinum. Millum annað
John Johannesen úr Javnaðarflokkinum og Heðin D.
Poulsen úr Sjálvstýrisflokkinum hava ein profil á
vælumtókti heimasíðuni MySpace.com. Hesir
profilar á heimasíðum sum tildømis MySpace.com,
koma sjálvsagt aftrat persónligu heimasíðunum hjá
valevnunum. – Hetta er eitt frálíkt forum at knýta
sambond og at samskifta um ynskir og krøv frá
nútíðar veljarafjøldini, skrivar John Johannesen á
sínum MySpace profili veit Dimma at siga.