Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 5 - 8. januar 2008 Tjóðveldið kunnger nú sínar útreiðslur til valstríðið. Fyrstur at boða frá hesum var Sjálvstýrisflokkurin. Fyri hesar báðar andstøðuflokkarnar kostar valstríðið góða millión til samans VALSTRÍÐ Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo - Í kjalarvørrinum á skila- góða tiltaki Sjálsvtýrisflok- sins um at almannakunngera, hvat flokkarnir nýta til valstríð, skal Tjóðveldið hervið siga frá, at flokkurin sjálvur nýtir til hetta løg- tingsvalstríð uml. 480.000 kr. Hetta sigur Høgni Hoy- dal, formaður Tjóðveldisins í tíðindaskrivi. Hann sigur víðari, at afturat hesum stuðla økisfeløgini, sum hvørt ár fáa ávísan part av inntøkum floksins, sínum valevnum á ymsan hátt (við plakatum, greinum, tiltøkum o.a.) - Fyri tey 7 økisfeløgini, ið hava sjálvstøðugan rokn- skap, hava vit ikki neyvar upplýsingar. Vit meta, at tey nýta í meðal 40.000 kr til hetta valstríðið. Fyri økisfeløgini tilsamans altso uml. 210.000 kr, sigur Høgni Hoydal. Sostatt nýtir Tjóðveldið tilsamans áleið 700.000 til valstríðið. - Tjóðveldið fær ikki sponsorpengar frá fyritøk- um ella øðrum, og hevur heldur ikki biðið nakran stuðla sær. Tað er eitt prinsipp, sigur Høgni Hoy- dal, formaður í Tjóðveldi- num. Øll valevnini hjá Javnaðarflokkinum fáa 4.000 kr í part til egna kampanju. Tilsamans fáa tey 120.000, sigur Kristian Magnussen VALSTRÍÐ Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyrst var tað Sjálvstýris- flokkurin, sum boðaði frá, at tey fóru at nýta 350.000 kr til valstríðið. Í gjárkvøldið boðaði Tjóðveldisflokkurin frá, at tey fóru at brúka 700.000 krónur. Enn hevur eingin av hin- um flokkunum boðað frá, hvussu nógv tey nýta, men á Rás 2 í morgun boðaði Kristian Magnussen, løg- tingsmaður Javnaðarflok- sins frá, at Javnaðarflokkurin í øllum førum fer at brúka meira enn 700.000 krónur. Umframt pengarnar til valevnini, so skal flokkurin rinda fyri alla kampanjuna. Vit hava eisini fingið pro- fessiónellar tónleikarar at gera orð og lag til eina fløgu, so samlaði kostnaður fyri alt valstríðið fer í øllum førum upp um 700.000 krónur, vísti Kristian Magn- ussen á Kristian Magnussen vísti eisini á, at hann var sera harmur um, at valstríðið er vorðið so amerikaniserað. Hann segði, at hann var ein- asti tingmaður í Suður- streymoy, sum var ímóti, at Føroyar gjørdust eitt val- dømi. Hann heldur, at tann avgerðin var skeiv, tí tað før- ir til, at tað vera tey væl- bjargaður, tey penur og tey vælútbúnu, sum verða vald, og at valdið í Føroyum verð- ur sentraliserað til mið- staðarøkið. Kristian Magnussen segði eisini, at hann heldur at hetta við at kunngera útreiðslurnar er eitt bluffnummar, tí als einki gjøgnumskygni er í tí. Fólkaskúlin! Vit settu okkum fyri at eftirmeta frálæruna í fólkaskúlanum. Og hetta bleiv sanniliga gjørt. Vit fingu PISA-kanningina, og sera umfatandi lógarbroytingar eru framdar í tveimum umførum! s Lærarasetanir lagdar út til skúlarnar s Enskt flutt úr 5. flokki niður í 4. flokk s Tímatalið í enskum økt við 3 tímum um vikuna s Valskeiðið hjá foreldrum í skúlastýrum longt til 4 ár s Tímatalið til fyrstu árgangirnar hækkað við 16 t/vikuna s Lands- og støðuroyndir verða nú settar í verk s Størri krøv sett til próvtøkurnar í 9. flokki s Royndin í enskum í 9. fl. nú eisini skrivlig s Næm. kunnu nú býtast í bólkar tvørtur um floksmørk s Felags lesiætlanir verða nú gjørdar fyri alt landið s Tilboð kunnu nú veitast atferðartruplum næmingum s Skjøtil settur á námsfrøðiliga gransking s Lesiráðgevi settur á Føroya Læraraskúla s Skúlaleiðarar skulu nú hava leiðsluútbúgving s Nýggj lóg samtykt um Skúlabókagrunnin s Fleiri pengar avsettir til bókaútgávu s Undirvísingarportalur settur á stovn s Málið um Bókamiðsøluna avgreitt s Sett er út í kortið at styrkja læraraútbúgvingina Nei, her er ikki bara snakkað! Av sonnum eru átøk framd, og tey fara at muna. Nú ræður um at halda fram á somu leið. Nógv er eftir at gera. Vit skulu vera á topp-10 listanum í PISA innan fyri 10 ár! Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður og valevni Fólkafloksins Ikki bara snakk! Tá ið eg bleiv landsstýrismaður fyri 4 árum síðani, fekk eg sum uppgávu at útinna tað, ið samgongan hevði niðurfelt í samgonguskjalið á skúla- og mentanarøkinum. www.folkaflokkurin.fo Javnaðarflokkurin fer upp um 700.000 krónur Kristian Magnussen heldur, at tað er eitt stórt bluffnummar, tá flokkarnir nú boðoð frá, hvussu nógvar pengar teir brúka í valstríðnum. – Har er als einki gjøgnumskygni í kortini, sigur hann - Eingin sponsorerar Tjóðveldið – tað er eitt prinsipp, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldinum Tjóðveldið 700.000 krónur til valstríð