Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-08, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 5 - 8. januar 2008 viðmerkingar 4. partur Eg endaði seinasta part við, at nakað serligt hendi, tá ið ísraelsfólk kom inn í oyðimørkina Hvørt mansbarn kennir jú tey tíggju boðini. Tey verða jú lærd í skúlanum. Annars veit eg ikki, hvussu nógv børnini læra um hetta, tá ið Gud kom niður á Sinaifjall í tjúkkum royki, og ísraels­ menn hoyrdu rødd Guds, tá ið hann talaði við Móses. Hetta kunnu vit alt gera okkum kunnug við við at lesa 2. móseb. kap. 19 og 20. Tað, sum síðani hendi, var at Gud álegði Mósesi at byggja eitt tabernakul. Gud vildi koma niður og taka bústað hjá ísraels­ monnum. 2. móseb. 25,8. Móses og ísraelsmenn gjørdu tabernaklið eftir mynd, sum Harrin sjálvur gav Mósesi. Tá ið taber­ naklið var liðugt, kom Andi Guds og fylti taber­ naklið. Gud talaði nú við Móses, sum maður talar við mann, inni í tí allar­ heilagasta. Móses hoyrdi rødd Guds, sum sat uppi yvir kerúpunum omanfyri ørkina, har, sum lógtalvur­ nar lógu fjaldar av náðis­ tólinum (lok arkarinnar). Áðrenn hetta hevði Gud opinberað seg á ymiskan hátt, sum vit hava sæð. Men hetta var nakað heilt serligt. Sálmur 80 sigur: Lurta eftir, Tú hirði Ísraels, Tú, ið leiðir Jósef sum fylgi! Tú, sum situr uppi yvir kerúpunum, opinbera Teg í dýrd! Jú, undrunarverd er bókin, bíblian. Gud hevur so týðuliga víst tænarum sínum profetunum, at tað er hann ið talar. Hygg hvat Paulus sigur í rómbrævi­ num: Honum, ið mentur er at styrkja tykkum, eftir evangelii mínum og prædikuni um Jesus Kristus, eftir opinbering loyndardómsins, ið frá ævigum tíðum hevur verið tagt um, men sum nú er komin fyri ljósið og við profetiskum skriftum, eftir boði hins æviga Guds, kunngjørdur fyri øllum heidningunum til at virka trúarlýdni. Honum, hinum eina vísa Gudi, veri dýrdin, við Jesusi Kristi, í aldur og allar ævir! Amen. Rómbr.16,25­27. Tað er ófatiligt, at prest­ ar, sum ikki trúgva at øll bíblian er innblást av Gudi, og enntá siga tað, sleppa at standa á prædikustólunum í tí Luthersku kirkjuni. Framhald. Bíblian innblást av Gudi - ikki mannaorð um Gud RichaRd danielsen Tað fátækrasliga orða­ skiftið um ES í føroyskum politikki ber brá av, at tað bert verður fokuserað upp á fiskivinnuna og hvat hevði hent við henni, um Føroyar gjørdust ES land. Fiskivinnan er jú okkara nógv størsta vinna, og hevur hon eisini forsyrgt okkum í nógv ár, so tað er onki undarligt í tí, at fiski­ vinnan stendur fremst í tonkunum, tá tosað verður um Føroyar og ES. Hóast tað so sakni eg eitt veruligt kjak um ES í føroyskum politikki. ES er so ómeta­ liga nógv annað enn bara fiskivinnupolitikkur. Tað er sjálvandi alt annað uppá, hvussu tann einstaki sær upp á tað heila, men eftir mínari fatan eru tað óteljandi fyrimunir fyri Føroyar í einum ES limaskapi. Hesir fyrimunir finnast fyri tað mesta innan tey kendu fýra frælsini, sum í veruleika­ num eru fimm. Frælsi fyri vørur, tænastur, kapital, arbeiðsmegi og rætturin til at etablera seg í einum øðrum ES landi. Frælsi fyri kapital hevur tó ikki tann heilt stóra týdningin, við tað at triðjalond eisini eru umfataði av frælsinum, tó við nøkrum fáum undantøkum. Fyri Føroyar í dag hevði tað t.d. havt ta ávirkan, at vinnulívið, sum manglar arbeiðsmegi og tískil missir vinning hvønn dag, hevði havt lættari við at útvegað sær arbeiðsmegi. Trupulleikin við útlend­ ingalógini og útlendingum í Føroyum, sum hava verið undir harðari viðferð frá ABC samgonguni, hevði í stóran mun verið loystur. Grundarlagið fyri einum sterkari og minni viðbrek­ num búskapi hevði verið lagt, í tí tað hevði verið lættari at skapt fleiri bein at standa á enn bert fiski­ vinnuna. Útlendskar fyri­ tøkur høvdu havt lættari við at flutt sítt virksemi til Føroyar, og føroyskar fyritøkur hinvegin. Hatta vóru bert nøkur dømi, meðan tað eftir mínari fatan finnast fleiri aðrir fyrimunir fyri Føroyar og føroyingar innan øll ES frælsini. Í áhugaverdari grein í Dimmalætting tann 21. desember 2007 nevnir Hermann Oskarsson eisini, hvussu tær mongu undar­ ligu lógarforðingarnar innan fiskivinnuna í Føroy­ um, sum ofta hava til endamáls at dugna ávísum samfelagsbólkum, automat­ iskt høvdu verið sprongdar burtur um Føroyar gjørdust ES land. Hermann Oskarsson vísur m.a. eisini á, hvussu føroyska fiskiøki longu er gjørt til altjóða fiskiøki. Hermann Oskars­ son vísur á, at av teimum 620 túsund tonsunum, ið blivu fiskaði í føroyskum sjógvi í fjør, fiskaðu vit sjálvi tey 230 túsund. Restina uppá 390 túsund tons fiskaðu útlendingar. Hetta er uml. 37 % til føroyingar og uml. 63 % til útlendingar (rokna í tonsum). Sostatt kann sigast at føroyskt fiskiøki í stóran mun longu er blivi til altjóða fiskiøki. Tískil er ein próvførsla ímóti ES limaskapi, grunda á fiski­ vinnupolitikk, ikki longur ein eins góð próvførsla, sum hon kanska var fyri nøkrum árum síðani. Føroyingar mugu samstundis gera sær klárt, at vit eisini mugu geva okkara íkast til ES fyri sjálvi at nýta gott av einum ES limaskapi. Har kann okkara fiskiríkidømið verða ein stórur fyrimunur hjá Føroyum, tá vit einaf­ erð skulu samráðast um ES limaskap. Øll ES londini hava sjálvsagt eisini givið sín part av fullveldinum til ES og t.d. í Danmark sigst, at uml. 80 % av øllum lógunum eru grundaðar á ES rætt. Hetta mugu vit føroyingar bara gera okkum greitt beinanvegin. Ístaðin fyri at síggja okkara fiskiríkidømið sum ein trupulleika við ES limaskapi, eiga vit heldur at síggja okkara fiskiríki­ dømið sum ein stóran fyrimun hjá okkum. Vit skulu brúka okkara fiskiríkidømið til at samráðast við ES um ein so góðan limaskap sum gjørligt, líkasum vit í dag samráðast við aðrar tjóðir um fiskivinnuøki. Tí hvat gera vit um bæði Norra og Ísland (tvey lond sum dúgliga kjakast um ES og har fiskivinnan eisini hevur ein stóran týdning fyri búskapin) fara upp í ES? Er okkara fiskiríkidømið tá nógv vert fyri ein felags­ skap sum ES? Nei tá sita vit so avgjørt ikki við teimum bestu kortunum í hondini. So hví ikki leypa fram um bæði Ísland og Norra, og harvið seta okkum í eina góða samráðingarstøðu? Eg síggji tískil ikki fiskivinnuna sum nakran stóran vansa við at Føroyar gerast ES land. Og hvør sigur at fiskivinnan í Føroyum ikki fer at vaksa um Føroyar gerast ES land. Tað ber jú eisini til at seta forðingar, um tað bert verður sakliga próvført fyri teimum. Hetta staðfesti ES­Dómstólurin í Luxem­ bourg longu í 1989 í sak 221/89, Factortame II. Upprunin til sakina var tann, at enskur rættur gjørdi tað sera torført hjá sponskum fiskimonnum at reka virksemi í Englandi, tí mann í Englandi hevði eitt krav um at 75 % av skips­ manningini og leiðsluni skuldi vera enskir ríkis­ borgarar, fyri at eitt skip kundi skrásetast í Eng­ landi. Dómstólurin kom fram til, at ein slík regla, grunda á nationalitet, var klárt í stríð við ES rættin. Dómstólurin vísti harafturí­ móti eisini á, at krøv um at ein fyritøka skal stýrast, leiðast og kontrollerast frá etableringslandinum í sínum útgangsstøði kunnu vera lóglig. Krøvini skulu tó grundast sakliga við støði í ES rættinum. Føroyar kunna gerast limur í ES uppá tveir mátar. Sum sjálvstøðug tjóð ella gjøgnum Danmark. Sum sjálvstøðug tjóð í ES koma Føroyar at hava beinleiðis ávirkan á tær ES reglugerðir og fyriskipanir, ið verða viðtiknar í Føroyum. Spurn­ ingurin er bara hvussu leingi vit kunnu bíða eftir at Føroyar loysa frá Danmark. Tá tað einaferð hendur er kanska alt ov seint at samráðast við ES, ella allerhelst ikki líka gott sum í dag. Skulu vit kanska blíva við at hála aftur og fram millum samband og loysing uttan at viðgera ES í 10 ár afturat? Velja vit hinvegin at fara upp í ES gjøgnum Danmark koma vit lítla og onga ávirkan at hava á tær reglugerðir og fyriskipanir, sum verða viðtiknar í Føroyum. Hinvegin kunnu vit fáa ágóðan av øllum ES frælsunum alt fyri eitt, og so loyst frá Danmark seinni um vit skuldu fingið hug til tað. Mín favorittur er, at Føroyar fara upp í ES sum sjálvstøðug tjóð, mest orsakað av tí lítlu ávirkan­ ina vit fáa, um vit fara upp í ES gjøgnum Danmark. Spurningurin er bara hvussu leingi vit hava ráð at bíða. Eftir mínari fatan ikki serliga leingi. Sjálvt um tað eftir mínari fatan hevði verið klókast at farið upp í ES sum skjót­ ast, tykist hugsanin um Føroyar sum ES land, tíverri bert at vera ein dreymur sum seint, um nakrantíð, fer at ganga út. Lítið og einki kjak er um ES í føroyskum politikki, og ongin flokkur kann veruliga sigast at hava viðgjørt evnið serliga nágreiniliga. Sambands­ flokkurin hevur tó onkutíð roynt at kynt upp undir eitt kjak um ES, uttan at tað hevur havt tað stóra ávirkanina á hinar flokk­ arnar. Kanska tað broytist, nú tað fer at stunda til val. Dreymurin um ES løgfrøðilesandi í Keypmannahavn elith@m3.stud.ku.dk eli ThoR­ sTeinsson Undan jólum hevði Gunnar Nolsøe eina sending í Útvarpinum, har okkara móðurmál varð viðgjørt. Tað var sera áhugavert at hoyra okkara fremsta málfrøðing Jóhan Hendrik Winther Poulsen greiða frá. Ein hoyrdi beinan vegin, at hann brennur fyri okkara móðurmáli. Hann tosaði um tað, sum var tað hansara egna barn, ja hann beinleiðis og kíndi tí og kelaði fyri tí ­ myndatala. Saknurin er tí stórur, eftir at hansara væl frágingnu sendingar Orðabókin, var útihýst úr Útvarpinum fyri fleiri árum síðani. Úrslitið er eisini har eftir. Vánaligi málburðurin hjá manningin í hesum stovni er sjón fyri søgn. Flestu teirra duga snøgt sagt ikki at benda, kenna ikki mun á støði og stigi og leggja t.d. áherðing á fyrra o­ið í motorur, í staðin fyri tað seinra. Tað er eisini hugstoytt at lesa eina grein fyri og aðra eftir, í bløðunum, har nakrir ”málfrøðingar” gera álop á okkara móðurmál og okkara málrøktarar. Ja, onkur er farin so langt, at geva eina heila bók út, við tí endamáli at niðurgera og speireka teir/tey, sum royna at kjúkla um mál okkara. Hesi verða løgd undir at happa, tá tey royna at koma við leiðbeiningum, til okkum vanligu føroyingar. Hesir ”málfrøðingar” happa sjálvir beinleiðis okkara málrøktarar. Teir minna meg mest um talibanarnar í Afganistan, sum sprongdu aldargamlar standmyndir í smábitar. Her hjá okkum royna teir at sprongja okkara aldargamla móðurmál í smábitar. Ja, teir royna av øllum alvi at køva okkara kæra móðurmál. Tá ið nú Útvarpið ikki vil vita av nakrari málsending, hevði hetta so ikki verið eitt gott hugskot, at Rás 2 skipaði fyri onkrari slíkari sending?? Eg fari at heita á okkara kæru málrøktarar, um endiliga ikki at lata tykkum happa og tøla til tøgn, men haldi á við tykkara góða verki. Takk skalt tú hava Eyðun á Borg, fyri tínar málsligu viðmerkingar. Tær hava vit øll brúk fyri. Gott nýggjár øll somul Alskur til móðurmálið kv@post.olivant.fo Kai Vágfjall