týsdagur 8. januar 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 5 - 8. januar 2008
tíðindi
Bygdaráðið á Sandi
samtykti í gjárkvøldið
at taka við einum til
boði frá sp/f Bulur í
Signabø um at byggja
ein nýggjan barnaskú
la. Hesin fer at kosta
um 9 mió krónur, og
kemur ístaðin fyri
tann gamla skúlan
sum varð bygdur í
1884. Fýra atkvøður
vóru fyri uppskot
inum men tríggjar
ímóti!
Skúli
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Sandur: - Tað var uppá tíð-
ina, at vit fingu ein nýggjan
skúla, sigur ein manna av
Sandi, og sum var ein av
áhoyrarunum á bygdarráðs-
fundinum í gjárkvøldið.
Málið um barnaskúlan á
Sandi hevur stóran áhuga
millum bygdarfólkið, og
hetta sást eisini aftur á fund-
inum í gjárkvøldið. Oman-
fyri
30
heimasandsfólk
vóru á fundinum.
- Lærararnir hava verið
sera tolnir, má eg siga. Høv-
du fólk bara vitað, hvussu
vánaligar umstøður vóru í
skúlanum, so var skúlin
langt síðani komin, sigur
henda kvinnan.
Hon var ein av teimum,
sum kundi fegnast um sam-
tyktina at byggja tann nýgg-
ja skúlan, og sum skal stan-
da liðugur 15. desember í
ár.
Nýggi skúlin verður um
800 fermetrar til støddar og
fer at liggja beint við ætlaða
sparkivøllin á Sandi. Hann
verður gjørdur í einari hædd
við seks skúlastovum.
Tvey uppskot
Bert eitt mál var á skránni
til fundin í gjárkvøldið:
Endalig
støðutakan
til
barnaskúlan á Sandi.
Undir framløguni vísti
borgarstjórin, Páll á Reyna-
túgvu á, at hetta var eitt
gamalt mál. Undanfarna
bygdarráðið vísti á staðið
til eina plasering, og tað
hevur hetta bygdarráðið so
hildið fast við.
Í summar var farið undir
eitt partalagssamstarv við
byggifyritøkuna Articon og
Selmar Nielsen, verkfrøðing
um tann ætlaða skúlan, sum
skuldi verða í tveimum
hæddum.
- Tað vísti seg seinni, at
Sandsbørn fáa nýggjan
skúla fyri jól
Avtalan um byggingina varð undirskrivað beint eftir fundin – vinstrumegn Jákup Suni Joensen frá Bulur í Signabø og borgarstjórin, Páll á Reynatúgvu
Áhugin fyri málinum um barnaskúlan var stórur. Sjáldan munnu so mong hava lurtað eftir tí,
sum teir fólkavaldu høvdu at bera fram