Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-09, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. januar 2008síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 9. januar 2008 47 Kawasaki VN 2000 er ein tekniskt framkomin súkkla, sum í nýggjastu 2008 útgávuni er dagførd við ymiskum broytingum, bæði hvat designi og teknologi viðvíkur MC Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Kawasaki VN 2000 er ein tann størsta motorsúkklan av sínum slagi við V2 mot­ ori á marknaðinum. Motor­ urin við 2.053 cc og 103 hk hevur eitt botntrekk upp á 177 Nm við 3200 snún/min og koyrir frá 0­100 km/t upp á 4,1 sekund og topp­ ferðin er 210 km/t. Kawasaki VN 2000 er ein sonevnd Cruisersúkkla. Málsetningurin hjá Kawasaki í Japan er at gera VN 2000 eina tekniskt fram­ komna, væl virkandi og trygga súkklu. Hon er útgjørd við allari tekniskari útgerð, sum hoyrir til eina slíka súkklu. Í 2008 útgávuni er Kawa­ saki VN 2000 dagførd við ymiskum tekniskum broyt­ ingum. At síggja til er størsta broyingin forlyktin, sum nú situr sjálvstøðug millum forgaflarnar í mun til forgangarin, sum hevði innbygda forlykt. Nýggja VN 2000 tekur seg væl út og er góð at sita á og at koyra. Hon er sera kvik, og koyriegineikarnir eru heilt í topp og instru­ mentini eru løtt at avlesa undir koyring. Tað er MC­Sølan á Norð­ asta Horni í Havn sum umboðar Kawasaki motor­ súkklurnar. Fyritøkan umboðar motor­ súkklumerkini Suzuki, Kawasaki og Ducati. Á heimasíðuni: www. mc­solan.fo eru upplýsingar um úrvalið av t.d. motor­ súkklum og skutarum og hópin av leinkjum til aðrar MC­síður. Kawasaki VN 2000 Á svensku sportsvognsverk­ smiðjuni Koenigsegg er tey í ferð við at leggja seinastu hond á teirra nýggja sports­ vogn, Koenigsegg CCX R, sum við eini toppferð upp á yvir 400 km/t verður skjót­ ari enn Bugatti Veyron, sum í dag er heimsins skjótasti, dýrasti og kvikasti bilur. Eftir hvat skilst verður Koenigsegg CCX R ein bilur við 4,7 litra motori við 1018 hk og kemur at kosta umleið 17 milliónir krónur. Bugatti Veyron hevur 1001 hk. mg Koenigsegg yvirhála Bugatti Bugatti Veyron er í dag heimsins skjótasti, dýrasti og kvikasti bilur Koenigsegg CCX R ein bilur við 4,7 litra motori við 1018 hk Kawasaki VN 2000 Motorur 2.053 cc 2 syl. 4-takt vatnkøldur við 103 hk 0-100 km/t 4,1 sek (5-gir) Toppferð 210 km/t Dekkstødd 150/80 R 16 (framman) 200/60 R 16 (aftan) Stødd og vekt: Longd 253,5 cm Seturhædd 68,0 cm Fríhædd 13,5 cm Vekt 340 kg Prísur kr. 176.900 Søluumboð: Sp/f MC-Sølan Skemmingsgøta 23 Tel. 311101 / fax. 313763 www.mc-solan.fo bilar