Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-09, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. januar 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 6 - 9. januar 2008 tíðindi Stutt Sagt Leysur eftir 21 ár í fongsli Tannh 43 ára gamli skotin Kenny Richey er sloppin úr einum fongsli í Ohio í USA, har hann hevur verið tey seinastu 21 árini, eftir at hann bleiv dømdur fyri at hava sett eld á eini hús við tí úrsliti, at ein tvey ára gomul smágenta brann inni. Hann hevur alla tíðina noktað seg sekan, men bleiv kortini dømdur til deyða í 1986, og síðani 1987 hevur hann verið á teirri sokallaðu deyðagongini í fongsli­ num. Nú hevur hann gjørt avtalu við ákæruvaldið um at sleppa úr fongsli­ num, aftur fyri at hann játtar seg sekan. Hevði hann gjørt tað í 1986, hevði hann helst fingið 11 ára fongsul fyri manndráp, sigur Sky News. Kerry Richey, sum nú fer aftur til Skotlands, heldur uppá, at minst 30 fangar í Ohio eru dømdir til deyða, sjálvt um teir eru ósekir. Suharto illa sjúkur Fyrrverandi indonesiski forsetin Suharto er álvars­ liga sjúkur. Í síðstu viku fekk hann trupulleikar við hjartanum og ov lágum blóðtrýsti, og hann varð í skundi fluttur á eitt sjúkra­ hús í høvuðsstaðnum Jak­ arta. Suharto, sum nú er 83 ára gamal, stýrdi Indo­ nesia við harðari hond í samfull 32 ár. Tað hevur leingi ljóðað, at hann og skyldfólk hansara rændu fleiri milliardir dollarar úr indonesiska ríkiskassa­ num tey árini, hann var forseti. Suharto hevur alla tíðina noktað seg sekan. Forsetin vann Almenna valnevndin í Georgia váttar nú, at Mikhail Saakasjvili varð afturvaldur til forseta á valinum seinasta leygar­ dag. Sambært nevndini fekk hann 52,21 prosent av atkvøðunum og sostatt meiri enn tey neyðugu 50 prosentini. Á øðrum plássi var vinnulívsmað­ urin Levan Gasjesjiladse, sum fekk 25,26 prosent. Enn eru 1,2 prosent av atkvøðunum eftir at kanna, men tær kunnu ikki broyta úrslitið, sigur valnevndin. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Øll valevnini virka fyri góðum málum og góðum hugskotum og tæna landi okkara við sóma og æru (Barrack Obama) útlond Í Iowa sviku kvinnur­ nar Hillary Clinton, men í New Hampshire fekk hon tær í part við sær. Tí vann hon Tað undraði mong, at Barrack Obama fekk atkvøðurnar frá teimum flestu kvinnunum í Iowa í síðstu viku. Men í New Hampshire valdu kvinurnar ta einastu kvinnuna ímillum valevnini. 57 prosent av teimum demokratisku atkvøðunum í New Hampshire vóru frá kvinnum, og av teimum fekk Hillary Clinton 46 pro­ sent, meðan Barrack Obama fekk 34 prosent. Tað endaliga úrslitið við 39 prosentum til Hillary Clint­ on og 36 til Barrack Obama sigur, at tað vóru kvinnurnar, sum gjørdu mun og avgjørdu valið hesaferð. Fekk Hillary Clinton tær flestu demokratisku kvinn­ urnar í sín part, so var tað Obama, sum fór við atkvøð­ unum frá teimum sokallaðu óheftu veljarunum. Í New Hampshire kunnu fólk, sum hvørki eru skrásett sum demokratar ella republik­ anarar, velja tað valevnið, sum teimum dámar best. Í New Hampshire eru umleið 40 prosent av velj­ arunum óheftir, og tølini vísa, at Barrack Obama fór við 41 prosentum av teimum óheftu, sum vóru á vali, meðan Hillary Clinton fekk stuðul frá 31 prosentum. Ynskti Hillary tillukku Politisku eygleiðarar siga, at úrslitið í New Hampshire var uttan iva eitt vónbrot fyri Barrack Obama, tí líka til tað síðsta bendu allar meiningakanningar á, at hann fór at vinna. Í nátt ynskti hann Hillary Clinton tillukku við sigr­ inum og vísti stórsinni við at biðja sínar stuðlar heilsa henni við lógvabrestum. ­Vit vita, at hetta verður strævið. Men tit mugu minnast til, at sama hvørjum forðingum vit møta, so kann einki forða megini frá øllum teimum milliónunum, sum vilja hava eina broyting, segði Obama og varð stórliga fagnaður. Kvinnurnar hjálptu Hillary Hillary Clinton var sjónliga ovurfegin um sigurin í New Hampshire (Mynd: AP) Tann 71 ára gamli John McCain vann tryggan sigur í New Hampshire og er nú besta boðið hjá republikanarunum ­ Vit hava víst amerikanska fólkinum, hvussu ein kann venda gongdini og koma afturíaftur, segði John McCain, tá hann í nátt takkaði sínum stuðlum í New Hampshire. Við 37 prosentum av teimum republikonsku at­ kvøðunum vann hann ein rímiliga tryggan sigur á avbjóðaranum Mitt Romney, sum fekk 32 prosent. Mike Huckabee, sum vann í Iowa í síðstu viku, fekk 11 prosent hesaferð. Politiskir eygleiðarar í USA siga, at valsigurin hjá John McCain í New Hampshire var ein fráboðan um, at hann er tað besta boðið upp á eitt republik­ anskt forsetavalevni. Valið vísti eisini, at hann er maðurin, sum kann koma afturíaftur. ­ Øll, sum hava nakra ávirkan, søgdu, at vit høvdu tapt. Men eg segði teimum, at eg fór til New Hampshire, tí veljararnir har góðtaka ikki, at nakar tekur støðu fyri teir. Tá tey so spurdu meg, hvussu eg ætlaði at bera meg at, svaraði eg, at eg ætlaði at siga veljarunum sannleikan, segði John McCain í sínari takkarrøðu. Úrslitið í New Hampshire Demokratarnir: Hillary Clinton 39% Barack Obama 36% John Edwards 17% Bill Richardson 5% Dennis Kucinich 1% Republikanararnir: John McCain 37% Mitt Romney 32% Mike Huckabee 11% Rudy Giuliani 9% Ron Paul 8% Fred Thompson 1% FaKta McCain besta boðið John McCain og konan Cindy