Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. januar 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 7 - 10. januar 2008 tíðindi Eitt hendiligt óhapp meðan tveir mans arbeiddu inni í tunlinum var orsøkin til, at Norð­ skálatunnilin var stongdur í stívliga 16 tímar. Stórur ruðuleiki var eisini av ferðsluni, sum varð leidd um Eiðisskarð, og løgregl­ an viðgongur, at tey áttu at duga at sæð trupulleikan ÓHAPP Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Klokkan fýra minuttir yvir trý seinnapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at eldur var í Norðskála­ tunlinum. Slakar fimm tímar seinni, tá klokkan gekk ímóti átta á kvøldi kundi staðfestast, at eldurin tá var sløktur. Síðani skuldi nógvi royk­ urin fáast út, tunnilin eftir­ kannast og reinsast fyri sót, soleiðis at vanlig ferðsla aftur kundi loyvast gjøgnum tunnilin. Tað var klokkan sjey í morgun. Góðir 16 tím­ ar eftir at fráboðanin um eldin kom. Hendiligt óhapp Orsøkina til eldin lýsir løg­ reglan í Runavík sum eitt hendiligt óhapp. Tveir mans vóru í tunlinum og arbeiddu. Teir fylla bensin á ein ljós­ motor, men av onkrari orsøk kemur eldur í meðan. Menninir eru helst ikki nóg ansnir í støðuni, og í eini roynd at sløkkja kemur lut­ víst eldur í tann eina mann­ in. Maðurin fær ikki stór­ vegis skaða, men tað eydn­ ast heldur ikki at basa eld­ inum, og tí mugu teir báðar flýggja út. Eldurin hevur breitt seg til eina bingju, sum stóð opin og hevur fest í nógva plast­ ikktilfari, sum er í henni. Veðrið argaði Sløkkilið úr bæði Skála­ fjørðinum og Sundalagnum arbeiddu frá eystaru og vestaru megin tunnilin, men skiftandi vindurin argaði, soleiðis at roykurin skifti kós alla tíðina. Stutt fyri klokkan seks helt sløkkiliðið seg hava sløkt, men staðfestu stutt eftir, at so var ikki. Men klokkan knappliga átta kundu teir endaliga staðfesta, at nú var sløkt. Ferðsluruðuleiki um Eiðisskarð Tá fráboðanin um eldin í tunlinum kom, varð ferðslan gjøgnum tunnilin steðga alt fyri eitt. Bilar hópaðu seg upp báðu megin tunnilin, tí tá var ikki greitt, hvussu umfatandi eldurin var. Seinni varð ferðslan beind um Eiðisskarð, og hetta gav stórar trupulleikar. Tí stórar bilar skuldi eisini eftir smala vegnum, har tveir persónbilar akkurát kunnu koyra framvið hvørjum øðr­ um. Tað ber ikki til, tá stórir bilar møtast og ein av hesum stóru bilunum fór eisini lutvíst út av vegnum, og so var veruligur proppur í. Um hetta mundi fekk fólk eisini frí frá arbeiði, og ferðslan var upp á tað mesta. Løgreglan kom tískil á staði og leiddi ferðsluna soleiðis, at hon gekk eystur­ um í hálvan tíma, og vestur­ um í hálvan tíma. Løgreglan í Runavík upplýsir, at tann eina røðin, sum teir leiddu, taldi fleiri enn 300 bilar. Hetta vóru vanligir persón­ bilar, men stórir lastbilar og bussar máttu bíða. Hetta hevði við sær, at eitt nú næmingar av mið­ námsskúlunum á Kambsdali bíðaðu í meiri sjey tímar, áðrenn tey sluppu við buss­ inum um Eiðisskarð. Løgreglan í Runavík við­ gongur í morgun, at tey áttu at duga at sæð, at tað fór at skapa ruðuleika, tá tey valdu at leiða ferðsluna um Eiðisskarð. Brann í næstan 5 tímar Stjórin í Landsverk, Oyvindur Brimnes, viðgongur, at trygdin í Norðskálatunlinum ikki er nøktandi í løtuni, og tað er eisini galdandi fyri flestar tunlar í landinum ÓHAPP Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað kundi enda galið, um ikki eitt arbeiðsfólk uttan fyri Norðskálatunnilin fekk boð um eldin beinanvegin, og fekk skipa soleiðis fyri, at ferðslan varð steðga við báðar tunnilsmunnarnar. Tað segði Oyvindur Brim­ nes, stjóri í Landsverk, við Rás2 í morgun. Í viðmerking til Sosialin viðgongur hann, at trygdin í Norðskálatunlinum ikki er nøktandi. – Í roynd og veru eru tað bara undirsjóvartunlarnir, tunnilin millum Øravík og Hov, og so Norðskálatunnilin um nakrar mánaðir, sum lúka settu normarnir, sigur Oyvindur Brimnes. Spurdur um, tað so er ráðiligt at lata ferðslu ferðast gjøgnum allar hinar tunlarnar dagliga, sigur Landsverksstjórin, at soleiðis sum samfelagið er skrúvað saman í dag, so er tað neyðugt. Gjøgnum nítiárini eru trygdarkrøvini til tunlar í Evropa herd so líðandi. Seinasti normurin er frá 2006, og Landsverk arbeiðir fyri at lúka hesi tunnils­ trygdarkrøv. – Men hevði eitt líknandi óhapp hent, tá tunnilin var liðugur, so hevði tað verið munandi lættari at sløkt hann, staðfestir Oyvindur Brimnes. Hvussu tað bar til, at eldur kom í, er ein spurning­ ur, sum Landsverk fer at taka upp við arbeiðsgevaran, umframt at fundir eisini vera við aðrar partar í mál­ inum. Við Rás2 segði Oyvindur Brimnes, at sjálvur tunnilin annars ikki fekk nevniverdan skaða, men at verri var við amboð og útgerð hjá arbeiðs­ takaranum í tunlinum. Trygdin ikki nøktandi Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverk, í práti við sløkkiliðsmenn uttan fyri tunnilsmunnan oman fyri Norðskála Mynd: Rólant Waag Dam Eldur kom í ein ljósmotor, sum síðani festi í tilfar í eini bingju og gjørdi eisini skaða á útgerð hjá arbeiðstakaranum í tunlinum Mynd: Eyðun Egholm Søkt verður eftir 2 arbeiðsmonnum til arbeiði í Vestmanna. Byrjast kann beinanvegin ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsmenn P/F J & K Petersen · Á Hjalla · FO-188 Hoyvík Tlf 315060 / 585014 · jkp@jkp.fo SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 tíðindi