hósdagur 10. januar 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
[ Nr. 7 - 10. januar 2008 ]
SAMBAND
NielS PeterSeN
NielS@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Ísralittarnar fluttu
seg væl í verjuni, og
tað órógvaði føroyska
álopspælið, ið til tíðir
virkaði krampakent.
Føroyar taptu 26-21,
eftir 15-8 í steðginum
HONDBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Føroyska hondbóltslandslið
ið hjá monnum spældu í
kvøld, seinasta heimadystin
á hesum sinni. Mótstøðulið
ið var Ísrael, ið í mun til Ser
barnar, stillaði við sterkastu
manning.
Ísrael vann tryggan sigur
móti einum føroyskum liði,
ið stríddust nógv við at
brodera seg gjøgnum krút
sterku og vælskipaðu ísrael
sku verjuna. Striltið gekk,
og tá gestirnar so samstundis
høvdu eina kempu í málin
um, uppá gott og væl tveir
metur og um ein metur
breiður, ja so er eyðsæð, at
serlig kynstur skuldu til, til
at skora. Hesi kynstur tókt
ust tó ikki serliga nógvir av
okkara at ráða yvir, uttan
kanska strandingurin Svein
ur Justinussen, ið rættuliga
hevur víst megi, dirvi og
áræði í hesi undankapping.
Eldri profilur
metir um
Kári Mortensen, ið var á til
tikna liðnum í 1980, ið
spældu í CHM, ið tá varð
hildið í Føroyum, metir eft
ir at hava sæð dystin, at
breiddin manglar.
Tá man møtir einari so
sterkari tjóð sum Ísrael vísti
seg at vera, tá gerst alneyð
ugt at man hevur nakrar sit
andi á bonkinum, ið eru
samanspældir og klárir at
seta inn. Tað gerst ov tungt,
um profilarnir eru ov fáir,
sigur Kári Mortensen, ið
sjálvur var ein profilur á lið
num í 1980, ja so mikið, at
hann gjørdist besti málskjút
ti í kappingini, við 47 mál
um, heili 10 mál fleiri enn
Jorge Rodrigues úr Portu
gal.
Nú hava okkara ein dyst
eftir, og hetta verður í Ísra
el, og tá verður eitt gylt
høvi, at rætta uppá møgulig
mistøk og fáa ein virðuligan
enda á einari framúr kapp
ing, sigur Kári Mortensen,
og leggur afturat, at vit
mugu minnast, at vit ikki
hava spælt landsdyst í so
langa tíð. Hetta er nakað,
vit eiga at gera oftari, og
eisini fáa unglingalandslið
ini og kvinnulandsliðini út í
heim at nema sær menning
og dygdir.
Ísrael fyri triðju ferð
Føroyar hava møtt Ísrael
trýggjar ferðir. Fyrstu ferð
var í CHM afturi í 1986, tá
Ísrael vann við 19 málum,
3920. Ta ferðina var besti
føroyski málskjúttin Egil
Johansen, ið skoraði 10
mál.
Annar og triðji dystur
vóru í EMundankapping í
2003, tá Ísrael vann 2415 í
Vestmanna, og 3121 í
Havn. Í teimum dystunum
var tað Áki Olsen, ið gjørd
ist besti føroyski málskjútt
in, við ávíkavist fimm og
fýra málum.
Av teimum, ið spældu í
1986 eru fýra enn á liðnum,
og teir eru Áki Olsen, Jens
Skipagøtu, Hans Áki Dahl
Christiansen og Sveinur
Justinussen.
Vunnu 13-11
eftir steðgin
Jens Skipagøtu stendur
ómetaliga væl í serliga øðr
um hálvleiki, og við einum
bjargingartali uppá hægri
enn 50%, umframt at verjan
hjá okkum finnur fótafestið
aftur, so at tað heila speglast
í størri dirvi í álopinum, og
eisini økist hugflogið í oddi
num, sigur Dia Midjord,
landsliðsvenjari, ið sum
heild er nøgdur við avrikið.
Vit fingu ein ávísan
skelk av offensiva spælinum
hjá ísraelsmonnum, og teir
megnaðu at órógva okkum
til fulnar. Umframt at teir
samstundis vóru avbera
dugnaligir í ein móti einum
støðum, har tað var týðuligt,
at okkara høvdu trupult at
fylgja við, sigur Dia Mid
jord, ið tó als ikki hevur
mist vónina um at fara til
Ísrael og fáa eitt hampuligt
úrslit. Kvikbeintu ísralittar
nar frá lovaða landinum
høvdu tó lítið at gera, tá
Sveinur Justinussen leyp
upp og bombarderaði bóltin
í netmeskarnar, handan Leo
nid Doroshenko, bjørnina í
ísraelska málinum. Nú er
bert at vóna, at okkara meg
na at vera 100% klárir í
Rahanana í Ísrael, tí tað
krevst, um eitt væla úrslit
skal spyrjast burturúr.
Føroysku málskjúttarnar:
Sveinur Justinussen 5, Karl Herup Olsen 4, Áki Olsen 3,
Hans Áki Dahl Christiansen 3 (1), Dánjal Tórgarð 3, Janus
Sørensen 2, Josef Abrahamsen 1 (1).
Brotskøst: Føroyar 4 (2), Ísrael 3 (1)
Útvísingar: Føroyar 4, Ísrael 6
Burturvísingar: Føroyar 0, Ísrael 1
Dómarar: Øyvind Togstad & Rune Kristiansen
EHF-Dómaraeygleiðari: Henrik La Cour Laursen
FAKTA
Ov lítil breidd
Áki Olsen hongur í luftini, áðrenn hann høggur bóltin í netið. Hans Áki hyggur spentur eftir, hvussi leikur fer fram
Mynd: Álvur Haraldsen