hósdagur 10. januar 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
[ Nr. 7 - 10. januar 2008 ]
FÓTBÓLTUR
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Náttúruvakrasta staðið í Slo
venia er Bled. Tá føroyski
landsliðið á sinni leikti úti
dystin ímóti Slovenia búðu
teir á hesum náttúruvakra
staðnum. Føroyar taptu tá
03. Sjálvur býurin hevur
uml. 10.000 áskoðarar. Før
oyska talvlandsliðið hevur
eisini verið í Bled. Fyri
stuttum var altjóða fótbólts
serfrøðingurin hjá Miðla
húsinum, Ivan Eginson í
Slovenia. Hann og vinmenn
irnir fóru ein túr til Bled.
Har komu teir fram á eina
serstaka George Bestpub.
Eigarin av pubbini er úr
NorðurÍrlandi. Eigarin var
tíverri ikki heima, so hann
fingu teir ikki heilsa uppá.
Men Ivan og vinmennirnir
fóru kortini innar. Og tað
vísti seg, at øll pubbin var
skrýdd við George Best
tekningum og málningum,
umframt
tekningum
av
norðurírska
landsliðnum,
sum teirra trúgvu viðhalds
fólk nevna: “NornIron”.
George Best livdi frá 1946
og til 2005. Hann varð vald
ur triðjibesti fótbóltsleikari
í 20. øld av altjóða fótbólts
serfrøðingum. Men hann
fór illa við sær sjálvum, og
sínum nærmastu, og at enda
segði livurin stopp! George
Best varð valdur Ársins
Leikari í Evropa, í 1968.
Sama árið vann hann evro
peiska meistaraheitið fyri
lið saman við liði sínum,
Manchester United. Á stutt
ligu myndunum sæst Ivan
Moskalenko uttanfyri pubb
ina, og eisini innanfyri.
Serstøk George Best-pub í Slovenia
Hjartað bankar fyri Arsenal
Thierry Henry spælur fyri Barcelona, men hjarta hansara liggur hjá Arsenal, og ein dag
vendur hann aftur til felagið. Franski áloyparin, Thierry Henry, hevur møguliga skift
Arsenaltroyggjuna út við eina Barcelonatroyggju, men hjartað brennir enn fyri
Londonfelagnum. Og onkran dagin kemur hann aftur, proklamerar hann sambært The
Daily Telegraph. At spæla fyri Arsenal í átta ár, vinna og tapa á Highbury, gleðina og
sorgina, alt var simpulthen fantastiskt. Eg eri stoltur av at hava spælt fyri Arsenal og
vera ein fjeppari. Fyrr stuðlaði eg ikki nøkrum felagi, men í dag eri eg Arsenal fjeppari,
og tað er ringt, ikki at fylgja við í gongdini í hvørjum dysti. Man kemur ofta aftur til
tað staðið, har man hoyrurr heima. Tí vóni eg at eg sleppi at arbeiða fyri felagið aftur,
onkran dag. Tann 30ára gamli áloyparin ásannar tó at um hann eventuelt kemur aftur,
verður tað nokk ikki sum aktivur fótbóltsspælari.