fríggjadagur 11. januar 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 8 - 11. januar 2008
27
Fyri 30 árum síðani ringdi
ein smágenta á arbeiðs-
plássið hjá mammu síni.
Hon segði, hvør hon var,
og spurdi eftir mammu
síni. “Her arbeiða ongar
mammur,” var fáorðaða
svarið, hon fekk, áðrenn
hornið varð lagt á. Hann,
ið svaraði, hevði ikki givið
gætur, at ein mamma var
komin í tingið til arbeiðis.
Mamman var Karin Kjølbro,
sum tá ið dóttirin Bergtóra
var 7 ára gomul, varð vald á ting sum ein hin fyrsta fólkavalda
kvinnan í Føroyum
Politikk inn við móðurmjólkini
Bergtóra stillar upp fyri Tjóðveldi. Hon hevur ongantíð ivast í, at
tað er her, hon politiskt hoyrir heima. Abbi Bergtóru, Hanus Debes
Joensen, var við til at stovna Tjóðveldisflokkin. Og mamman, Karin
Kjølbro, var fyrsta fólkavalda kvinna á tingi, eisini fyri Tjóðveldis-
flokkin.
Bergtóra hevur fingið inn við móðurmjólkini, at kvinnur kunnu,
duga og eiga at vera við til at taka ábyrgd, eisini uttanfyri heimið.
Hon er errin av mammu síni, sum hon sær sum eina góða fyrimynd
og ein slóðbrótara, bæði kvinnupolitiskt og sosialpolitiskt.
Tá ið Bergtóra sum ung gekk í býnum, upplivdi hon av og á, at on-
kur brigslaði henni okkurt, sum var partur av politiska arbeiðinum
hjá mammu hennara. Bergtóra heldur, at slíkar hendingar hava
gjørt, at hon hevur kent seg noydda at søkja vitan um politikk og
at taka støðu.
Fjølbroyttari politiskar avgerðir
Bergtóra saknar fleiri litbrigdi í politiska kjakinum í dagsins Føro-
yum. Eisini heldur hon, at politisku raðfestingarnar í alt ov stóran
mun eru merktar av, at nógv tann størsti parturin av landsins
kosnu hoyrir til eitt lið av hálvgomlum monnum. “Fyri at gróðrar-
botnur skal vera fyri tí best møguliga samfelagnum, eiga allir
partar av samfelagnum at vera umboðaðir, tá ið politiskar avgerðir
skulu takast,” heldur Bergtóra. Karin Kjølbro er samd. “Vónandi
kann Bergtóra, saman við nógvum øðrum kvinnum, taða jørðildið,
so at javnstøðuspurningurin einaferð missir sítt løtubæri,” sigur
Karin Kjølbro.
Blómur og spark
Karin Kjølbro skar ikki í fangaðarróp alt fyri eitt, tá ið Bergtóra tók
avgerð um at royna seg sum valevni. “Sum ein hin fyrsta kvinnan
á einum arbeiðsplássi, har atgongd fyri konufólk var óhugsandi, til
eg kom inn, havi eg upplivað nógvar bondskar viðmerkingar, sum
viðvíktu bæði mínum kyni og mínari familju. Mín hjávera provoke-
raði summar tingmenn. Lukkutíð er hetta ikki longur soleiðis, men
politikkur er bæði blómur og spark, og Bergtóra noyðist sjálvandi
at gera sær sínar egnu royndir.” Og Karin Kjølbro er sannførd um,
at dóttirin hevur tað í sær, sum skal til. Tí er hennara fulli stuðul til
Bergtóru sjálvsagdur.
Hugurin at gera mun
Men hvussu heldur Karin Kjølbro, at dóttir hennara kann gera
mun í politikki? Sambært Karini er Bergtóra ein eldsál, sum hevur
ein brennandi áhuga í at ávirka samfelagið. Hon kann vera við
til at gera kvinnur sjónligar og til at arbeiða til frama fyri teimum
samfelagsbólkum, sum hava tørv á eini sterkari rødd, har politiska
dagsskráin verður sett. Karin sær dóttur sína sum ein persón
við eini sterkari rættvísiskenslu. Hon hevur góð innlivingarevni,
og so er hon áhaldin, ja enntá treisk. “Bergtóra er arbeiðssom.
Hon gevst ikki, fyrrenn hon hevur úrslit at vísa á. Og við einum
hugsanarhátti, sum er alt annað enn vanabundin, haldi eg, at hon
kann avrika ein heilan hóp, eisini í politiska umhvørvinum,” heldur
Karin Kjølbro.
Bergtóra sigur sjálv, at hon brennir fyri at kunna ávirka. “Eg kundi
sitið hendur í favn og grenjað. Men tað havi eg als ikki tol til. Eg
velji at fara eftir møguleikunum fyri at fáa atgongd til beinleiðis
ávirkan á tey mongu viðurskiftini í samfelagnum, sum kundu verið
nógv betur skipað,”sigur Bergtóra, sum fegin vil gera mun.
Dugir at undra seg
Bergtóra hevur nógva orku. Tað merkir tú beinanvegin. Og hesa
orku hevur hon brúkt á ein virknan hátt. Hon hevur altíð arbeitt
við ymiskum sjálvbodnum arbeiði. Meðan hon var undir útbúgving
í Keypmannahavn, arbeiddi hon sum sjálvboðin á AIDS-linjuni
og við sálarsjúkum. Heimkomin hevur hon við síðuna av sínum
dagliga yrki verið forkvinna í sosialráðgevarafelagnum.
Bergtóra er væl vitandi um, at tann demokratiska tilgongdin kann
taka tíð. Men hevur hon tol til hetta slagið av arbeiði? Bergtóra
sigur, at hon virðir politisku spælireglurnar, men at hon á ongan
hátt er rædd fyri at mýkja hesar reglur. “Eg tori og dugi at
undra meg, og at seta spurningar. Nógvar og opnar. Við at seta
spurningar ber ofta til at seta eina tilgongd í gongd og harvið fáa
tingini at flyta seg og skapa broytingar, ið kunnu vera neyðugar og
ynskiligar,” sigur Bergtóra.
Lívsins skuggasíða
Bergtóra er sosialráðgevi, ein útbúgving hon hevur til felags við
mammu sína. Báðar hava tær havt sína yrkisleið millum fólk, sum
hava upplivað eina ómilda lagnu. Hesar arbeiðsroyndir hava givið
Bergtóru ein grundleggjandi kunnleika til, hvussu verandi lógar-
karmar kunnu broytast til tað betra á økjum sum viðvíkja eitt nú
sálarliga sjúkum og arbeiðsmarknaði, og hjá fólki, ið hava sosialar
trupulleikar yvirhøvur.
Bergtóra hevur eitt brennandi ynski um at betra um umstøðurnar
hjá teimum, sum eru verri fyri enn tey flestu, eitt nú sálarsjúk og
stakir uppihaldarar.
Stakir uppihaldarar eru millum teir bólkar í samfelagnum, sum
eiga eitt serstakt pláss í hjartanum á Bergtóru. “At fáa endarnar
at røkka saman við einari inntøku, sum kanska ikki er serliga høg,
og samstundis at skula hava ta neyðugu orkuna til børnini, er eitt
ómenniskjansligt stríð. Hesin samfelagsbólkur má og skal hava
betri sømdir í samfelagnum,” sigur Bergtóra avgjørd á málinum.
Sjálvstøðug sjómanskona
Bergtóra er sjómanskona, ein liviháttur sum hon hevur til felags
við nógvar føroyskar kvinnur. Sjómanskonur standa einsamallar
við ábyrgdini av húsi og familju, meðan maðurin er burtur. “Sum
sjómanskona ert tú mangan noydd at taka neyðugar avgerðir
her og nú. Tú verður sjálvstøðug og virkisfús, tí at tú veitst, at
gerandisdagurin er tín ábyrgd.” Hesir førleikar og hesar royndir
eru avgjørt viðkomandi í politikki, har evnini at taka avgerð og at
hugsa sjálvstøðugt eru týdningarmikil.
Til verka alt fyri eitt
“Eg fari til verka alt fyri eitt, verði eg vald. Eg eri ikki bláoygd, og
eg veit væl, at tað tekur tíð at finna fram til politiskar semjur. Eg
veit, at eg havi nógv at læra,” sigur Bergtóra við síni eyðkendu,
ágrýtnu rødd. “Og eg gleði meg til at sleppa til verka.”
Skrivað hevur Kristiann Winther Poulsen
Móðir og dóttir á Tingsins røðarapalli
í 1971. Karin í 9. mánaði.
Bergtóra brennir fyri broytingum