Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-11, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 8 - 11. januar 2008 Tórshavnar kommuna Vinnumennari Á nýggju Vinnumenningardeildini hjá Tórshavnar kommunu er eitt sjálvstøðugt og avbjóðandi starv við nógvum tvørfakligum og fjøl- táttaðum uppgávum leyst at søkja. Størsti parturin av arbeiðinum á deildini er skipaður sum verkætlanir, og væntast kann, at hesar í stóran mun verða gjørdar í samstarvi við umboð fyri privatu vinnuna í kommununi. Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu er eitt spennandi og dyna- miskt arbeiðspláss við góðum umstøðum og samanhaldi og nógvum felags tiltøkum. Harafturat bjóðar kommunan góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning. Lýsing av Vinnumenningardeildini Uppgávurnar hjá deildini eru í høvuðsheitum at skipa vinnumenning og vinnustrategi, fyri á tann hátt at skapa burðardyggar karmar fyri vinnuna í kommununi. Deildin byggir nógv á samstarv við vinnuna og aðrar stovnar, ið varða av vinnuni, eins og nógvar verkætlanir leggja upp til samstarv við aðrar kommunalar deildir. Vinnumenningardeildin húsast í Ráðhúsinum og vísir til kommunu- stjóran. Tvey fólk fara at starvast á deildini. Førleikakrøv Arbeiðið við vinnumenning í Tórshavnar kommunu er byrjað, men hetta er eitt nýtt øki í kommunalum høpi, sum framhaldandi skal skipast og mennast. Vit sóknast tí eftir einum fólki, sum dugir, dámar og hevur hug at fáast við vinnumenning og at verða við til at byggja upp og forma arbeiði hjá deildini. Ein partur av arbeiðnum er at gera skrivligar greiningar og størri kanningar av viðurskiftum, sum hava týdning fyri vinnumenningina. Tí má tað fella tær lætt at skriva og arbeiða við tølum. Vit hugsa okkum, at tú hevur eina útbúgving á kandidatstøði. Viðkomandi arbeiðsroyndir eru ein fyrimunur. Vit hugsa okkum, at tú dugir væl at samskifta munnliga og skrivliga á føroyskum og enskum, er framsíggin, framsøkin og vísir úrslit. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber og lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag. Møguleiki er fyri ráðgevaraløn, um førleiki og royndir eru til tess. Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu sendast Tórshavnar kommunu, Postboks 32, FO-110 Tórshavn ella sendast sum teldupostur til torshavn@torshavn.fo. Umsóknir skulu viðmerkjast »Vinnumenningardeildin« og verða kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25. januar 2008 kl. 12. Eftir ætlan verða setanarsamrøðurnar avgreiddar í viku 5. Meira fæst at vita um starvið við at venda tær til Randi Frederiksberg, vinnu- menningarleiðara, á telefon 21 20 00 ella randif@torshavn.fo. Tofta havn er í menning og harvið eitt spennandi arbeiðspláss. Havnin hevur 1100 vitjanir árliga av førum størri enn 50t. Harafturat vitja 5500 bátar og smærri deksfør í havnini. Ábyrgdarøkið Havnameistarin kemur at hava ábyrgd av havnalagnum í tøttum samstarvi við onnur starvsfólk hjá kommununi og undir yvirskipaðari ábyrgd bygdaráðsins/ tekn- isku nevnd. Vaktarskipanin verður sam- skipað við aðrar fakbólkar í kommununi. Førleikakrøv • Viðkomandi nautiska útbúgving • Góðar málsligar førleikar, bæði í skrift og talu, í føroyskum, norðurlendskum og enskum • Teldukunnleiki • Persónligar eginleikar, sum m. a. at vísa samstarvsvilja og myndugleika Nes kommuna Havnameistari til Tofta Havn Setanarviðurskifti Starvið verður sett eftir sáttmála millum Skipara- og Navigatørfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið. Harafturat verður veitt ein føst viðbót fyri vaktir. Nærri upplýsingar fáast við at ringja til borgarstjóran á tel 565000. Umsóknir Umsóknir, sum kunna um útbúgving, royndir og møgulig viðmæli, skulu sendast til: Nes kommunu, Toftavegur 3 FO-650 Toftir. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 25. januar 2008, kl. 12.00. Nes kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir, ella onga at taka. nes@nes.fo . www.nes.fo Nes kommuna søkir eftir havnameistara at byrja 1. mars 2008, ella skjótast tilber.  Vit skulu m.a. hava: • Betri vælferð fram um skattalætta • Barnsburðarfarloyvið til 1 ár • Betri umstøður hjá støkum uppihaldarum • Betri fólkaskúla - útbúgvingar • Betri heilsuverk • Betri kor á ellisárum – fleiri hendur til røktina - pensjónin skal verða enn hægri • Betri umhvørvið • Betri samferðslu • Betri Føroyar fyri øll J A V N A Ð A R F L O K K U R I N MAMY