Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-11, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2008síða 40

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 8 - 11. januar 2008 lýsingar Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Stuðulstænastan Stuðulstænastan søkir eftir einum avloysara til 4 brúkarar í Norðurstreymoy Stuðulstænastan søkir eftir einum avloysara til 4 brúkarar í Norðstreymoy, fyribils til 15. mars 2008, við møguleika fyri leingjan. Arbeiðsuppgávurmar eru at stuðla brúkarunum í gerandisligum uppgávum. At fara við teimum til ymisk tiltøk, skipað sum óskipað og soleiðis stuðla teimum í at hava ein innihaldsríkan gerandisdag. Arbeiðstíðin er 22 tímar um vikuna tilsamans. Tann, sum verður settur, kemur at vera partur av einum toymi, sum umfatar stuðlar í Norðurstreymoy. Førleikakrøv Umsøkjarar, ið hava útbúging sum pedagogar, heilsuhjálparar og starvsfólk við líknandi útbúgving hava fyrimun til starvið. Hvat viðvíkur øðrum útbúgvingum, sum primært ikki eru ætlaðar til arbeiði innan almanna- og heilsuøkið, verður víst til hjálparfólkasáttmálan hjá pedagogfelagum. Lønar- og setunartreytir Talan er um størv innan Nærverkið og roknast má við, at arbeiðstíðirnar av og á eru skiftandi dag-, kvøld-, og vikuskiftisarbeiði. Løn sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Nærri fæst at vita um starvið frá sosialráðgeva Karin á Heygum á tlf: 360000. Umsókn Umsókn saman við útbúgving, royndum og møguligum viðmælum, skulu sendast til: Nærverkið Stuðulstænastan Argjavegur 26 F0–160 Argir Umsóknarfreist: 25. januar 2008. Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Trivnaðartænastan Varaleiðari til Fugloyarveg 9 Søkt verður eftir varaleiðara til sambýlini Fugloyarveg 9 – Grønlandsveg 59- og í Svanga 24. Sambýlini Fugloyarvegur 9 eru tríggjar eindir, ið eru í sama umhvørvið. Her búgva íalt 17 fólk, ið hava brúk fyri hjálp at skipa sítt heim til eitt gott og trygt stað at búgva. Starvfólkini eru 15 íalt og rokera ímillum húsini í eini fastlagdari arbeiðsætlan. Uppgávurnar hjá starvsfólkunum eru at stuðla og vegleiða búfólkunum í at klára seg í egnum heimi og at stimbra til avbjóðingar í tí vanliga lívinum. Varaleiðarin arbeiðir í normering og hevur haraftrat uppgávur í umsitingini av stovninum ið eru fastlagdar saman við leiðaranum Setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Um pedagogur, ið frammanundan er tænastumannasettur, kann setanin halda fram og verður lønin sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til leiðaran Eydnu Nicolajsen á telefon 215424 Umsókn Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum, viðmælum og C.V. skulu sendast til: Sambýlið Fugloyarvegur 9 100 Tórshavn Stílað: Eydna Nicolajsen Umsóknarfreist: 25. januar. 2008 Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Vit eru har tað hendir...