fríggjadagur 11. januar 2008síða 42
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 8 - 11. januar 2008
lýsingar
Kunngerð
Um broyting av Almennu Byggisam
tyktini fyri Runavíkar Kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954
seinast broytt 13. mai 1997, verður við hesum
boða frá, at Býráðið á fundi 29/11-2007 hevur
samtykt at gera broytingar í býarplanunum fyri
Glyvrar, Saltangará, Søldarfjørð, Skála , Oyndarfjørð
og Elduvík.
Glyvrar og Saltangará
Broytingarnar umfata matriklarnar 125, 126a,
150a og 276a frá G1-øki , Veg-øki og G2-øki
til B-øki
Søldarfjørð
Broytingarnar umfata matrikulin 58a frá G1-øki til
B-øki
Skála
Broytingarnar umfata matriklarnar 320a, 352a,
353, 354 frá C2-øki til B-øki og 355 frá C2-øki til
Veg-øki.
Broytingarnar umfata eisini matriklarnar 34a 122,
123a, 126a, 342, 393 og 394 frá D1-øki til B-øki og
34a, 393, og 407 frá D1-øki til Veg-øki .
Oyndarfjørð
Broytingarnar umfata matriklarnar 8g, 8h, 8i, 8c,
25, 67a, 148, 149, 150 og 151 frá G1-øki til B-øki.
Elduvík
Broytingarnar umfata matriklarnar 56, 57a, 71a,
95, 101, 102, 107, 111, 114, 117, 120, 129, 183,
185, 204, 241 og 253, frá D1-øki til F1-øki.
Eisini umfata broytingarnar matriklarnar 2a, 4a,
198 og part av litra “a” til nýtt D1-øki.
Broytingarnar er til skjals á kommunuskrivstovuni
í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum
9. januar til 30. januar 2008.
Harumframt eru:
broytingarnar á Skála eisini til skjals í svørtu-
talvunum á Skála og í Skálafirði, broytingarnar í
Oyndarfirði í svørtutalvu í Oyndarfirði og broyt-
ingarnar í Elduvík í svørtutalvunum í Elduvík og
Funningsfirði.
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot
skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 9.
apríl 2008.
Saltangará, tann 4/1-2008
Runavíkar Býráð
Runavíkar
Kommuna
Boks 139 · Heiðavegur 26 · FO-100 Saltangará
tlf 417000 · runavik@runavik.fo · www.runavik.fo
Kunngerð
Sambært kunngerð nr. 109, frá 7. desember 2007 fer løg
tingsval fram
leygardagin tann 19. januar 2008
í Gamla skúla á Viðareiði
Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 og heldur fram til kl. 20.00
ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Brævatkvøður:
Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin, kunnu í seinasta
lagi dagin fyri valið, tann 18. jan. 2008, greiða brævatkvøðu
við at venda sært til kommunuskrivstovuna. Brævatkvøður
skulu verða valstýrinum í hendi innan valið byrjað kl. 10.00
tann 19. januar 2008.
Heimaval:
Veljarar, ið vegna sjúku ella annað ikki kunnu koma á
valstaðið, kunnu velja heima frá 12. jan. til og við 18. jan.
2008 við at boða frá á kommunuskrivstovuna, tlf. 451083
ella hjá valnevndarformanninu, tlf. 588052, áðrenn kl. 18.00
fríggjadagin tann 18. januar 2008.
Valkort:
Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna og valkortini verða
send út við postinum til allar veljarar, ið standa á vallistanum.
Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið
valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt
kommunuskrivstovuni frá sum skjótast.
Viðareiði, hin 10. januar 2008
Valstýrið í Viðareiðis kommunu
FO- 750 Viðareiði · T-postur: vid.kommuna@kallnet.fo
Tel: +298 451083 · Fax: +298 451094
Frá Føroya Termovirki - FTV.
Vit skulu siga frá, at Glas & List er givið við
innrammingarvirkseminum, og at
Spf EAG-innramming
Tel 515253
Argjavegur 36
hevur yvirtikið og heldur fram við sama
virksemi
(fyribils er opið aftaná 17:00).
Hervið takka vit øllum okkara trúgvu
viðskiftafólki ígjøgnum nógv ár og ynskja
EAG-innramming
bestu ynskir fyri framtíðina.
Vinarligar heilsanir og gott nýggjár
FTV & EAG
Vilt tú hava
ávirkan á
el-trygdina?
Eitt starv sum eftirlitsfólk í Vestmannaøki
num er leyst at søkja til setan skjótast til
ber.
Starvið
Tú kemur at samskifta við elinnleggjarar og
hava eftirlit við nýggjum elinnleggingum,
umframt skráseting av hesum í Norðurstreymoy,
Vágum og Suðuroy. Ein partur av arbeiðinum
verur framhaldandi dagføring av 5Amper
mátianleggum kring landið, og at veita tekniska
kundatænastu. Eisini kemur tú at gera
stakroyndir av elmálarum og umsita málara
goymsluna hjá SEV. SEV hevur økisskrivstovur í
Tórshavn, Vestmanna, Skálabotni, Klaksvík og
Vági.
Førleikar
Umsøkjarar skulu hava prógv sum elinnleggjari,
maskinmeistaraútbúgving við starvsroyndum
innan eløkið ella samsvarandi útbúgving.Vit
vænta at tú hevur góðar førleikar innan krøv
og gerð av elinnleggingum, góð evni at sam
skifta og samstarva og ert fyrikomandi.
Løn
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
SEV og avvarandi yrkisfelag.
Umsóknir
Vinaliga send umsókn saman við prógvum og
møguligum ummælum til:
Elfelagið SEV
Postrúm 319
110 Tórshavn
Umsóknarfreistin er týsdagin 15. januar 2008.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Dánjal Jógvan Hansson á telefon nr. 346800.
Festi ynskist
Festy ynskist til keyps ella leigu av fólki, ið
hevur viðkomandi útbúgving. Bæði neyta- og
seyðagarður hevur áhugað.
Bill. mrk. 110108–001