fríggjadagur 11. januar 2008síða 44
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 8 - 11. januar 2008
lýsingar
Kunngerð
Samb. kunngerð nr. 109 frá 7. desember 2007 fer
løgtingsval fram
leygardagin tann 19. januar 2008 á kommunu
skrivstovuni í Leirvík.
Atkvøðugreiðslan byrjar
kl. 10.00 fyrrapartin og heldur fram til kl. 20.00
ella so leingi, veljarar møta uttan steðg.
Brævatkvøður
Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin, kunnu í
seinasta lagi dagin fyri valið, tann 18. januar 2008,
greiða brævatkvøðu við at venda sær til fólka
yvirlitið/kommunuskrivstovuna. Brævatkvøður
skulu vera valstýrinum í hendi innan valið byrjar
kl. 10.00 tann 19. januar 2008.
Heimaval
Veljarar, ið vegna sjúku ella annað ikki kunnu
koma á valstaðið, kunnu velja heima frá 12. januar
2008 til og við 18. januar 2008 við at boða frá til
kommunuskrivstovuna – helst innan kl. 15.00
fríggjadagin tann 18. januar 2008.
Valkort
Valkort verða send øllum, ið sambært vallistan
hava valrætt í Leirvíkar Kommunu og skulu
nýtast til valavgreiðsluna. Veljari, sum ikki hevur
fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt
fyri, eigur at venda sær til kommunuskrivstovuna
skjótast gjørligt, men annars til og við valdagin.
Leirvík, tann 07. januar 2008
Valstýrið í Leirvíkar Kommunu
Leirvíkar Kommuna
Postboks 42 · 520 Leirvik
Hús í Klaksvík
Sethúsaognin matr. nr. 55 og 56, Klaksvík,
Stoksoyrarvegur 65, verður seld, um hóskandi
boð fæst.
Grundøkini eru til støddar 251 m2 tilsamans.
Eldri parturin av húsunum er bygdur uml.
1940 og nýggjari parturin uml. 1950. Í 1987
vórðu húsini umvæld. Tey vórðu bjálvað,
klødd við timbri, tak og vindeygu skift. Húsini
kunnu nýtast sum tvær sjálvstøðugar íbúðir,
ella sum ein eind.
Húsini eru innrættað soleiðis:
Eldri parturin:
Miðhædd: Gangur, stova og køkur.
Á loftinum: Lítið kamar, størri kamar, kvistur,
baðirúm og úti á lofti.
Nýggjari parturin:
Miðhædd: Gangur, køkur og stova.
Loft: 3 kømur og baðiverilsi.
Úthús við kjallara og hjalli standa á stykki
num.
Nærri upplýsingar um ognina fáast við at
venda sær til Fríðu Patursson, advokat, telefon
353335 ella tpost frp@jura.fo og skrivaran
Maibritt Johannessen tpost maj@jura.fo
AdvoKAtsKrivstovAn
Halgir Winther Poulsen, adv.
Fríða Patursson, adv.
Óla Jákup Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
Jógvan E. Winther Poulsen, adv.
Jens Andrias Vinther, adv.
Aksel V. Johannesen, adv.
Frúutrøð 4 • Postboks 6 • Fo-110 tórshavn
tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 • www.jura.fo
Kunngerð
um framløgu av broytingaruppskoti í
býarskipanini og byggisamtyktini fyri
Leirvíkar Kommunu.
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954
við seinri broytingum hevur kommunustýrið á
fundi tann 17. desembur 2007 samtykt at gera
broyting í býarskipanini og byggisamtyktini fyri
Leirvíkar Kommunu.
Broytingin er løgd fram til almenna eftirskoðan
í vanligu upplatingartíðum frá 14. januar til 14.
februar 2008.
Broytingin fevnir um økið við Bólagerði, ið er
lagt út til bústaðarøki B, sum verður broytt til
ídnaðarøki C.
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot
skulu skrivliga verða kommunuskrivstovuni í
hendi í seinasta lagi 17. apríl 2008.
Leirvíkar Kommuna
Postboks 42 · 520 Leirvik
Løgtingsvalið
19. Januar 2008
Til veljarnir í Tvøroyar kommunu.
Valið fer fram í skúlahøllini í Trongisvági frá kl.
10.00-20.00
Valkort verða send veljarunum
Seinasta freist at greiða brævatkvøðu til Løg-
tingsvalið er fríggjadagin 18. januar. Kl.16.00.
Tey, ið ynskja at greiða brævatkvøðu heima,
kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf.
371085 innan kl.12.00 fríggjadagin 18. jan.
Bussur koyrir til valstaðið hvønn heilan tíma úr
miðbýnum, runt Froðba og til Øravíkar.
Um onkur ynskir bil á valstaðið, kann ringjast til
ein av hýruvognunum.
Minnist til at hava valkortið við.
Tvøroyrar Kommuna
T
V
Ø
R
O
Y
R
A
R
K
O
M
M
U
N
A