Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-11, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2008síða 51

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 - 11. januar 2008 51 Politiið er eitt av størstu arbeiðsplássunum í Føroyum. Talan er um sjálvstøðug størv við nógvum avbjóðingum. Høvuðsuppgávan hjá løgregluni er í stuttum: · at vera sjónlig og skapa tryggleika, · at fyribyrgja ósemjur og ófrið · at kanna og uppklára · at upplýsa og gera fyribyrgjandi arbeiði Grundarlagið fyri løgregluarbeiðnum er virðingin fhri rættartrygdini. Atlitið til borgaran og samfelagið er altíð í miðdepli- num. Lønin er kappingarfør frá fyrsta degi. Roynd- artíðin er trý ár, eftir tað fært tú fast starv. Møguleiki er fyri rúgvu av serskeiðum og trygdin í starvinum er góð. Møguleiki er eisini at flyta millum deildir og arbeiða ymsastaðni í landinum. Eingi krøv eru um formliga útbúgving ella lívsroyndir. Men tú skalt hava fyritreytir fyri at loysa álagdar uppgávur í samsvari við reglur og virði í samfelagnum og við virðing fyri tí einstaka og rættindum hansara. Vit ynskja eisini eitt hóskiligt býti millum kvinnur og menn. Tú skalt hava fylt 21 ár, hava føroysk- an/danskan heimarætt, hava góða heilsu, vanliga hoyrn og vanliga litsjón, og eisini skalt tú hava koyrikort til presónbil. Umsóknarfreist til upptøkuroyndirnar í vár, er sett til 20. januar 2008. www.politi.fo www.politi.dk www.blivpolitibetjent.dk POLITIIÐ SØKIR EFTIR POLITISTAEVNUM! FØROYA LANDFÚTI Jónas Broncksgøta 17 · Postboks 3018 · 110 Tórshavn · tel 35 14 48 Lestrarstuðulin! Vit settu okkum fyri at endurskoða lestrarstuðulin til for- syrgjarar og at virka fyri, at útbúgvingarmøguleikarnir hjá føroyskum lesandi úti í heimi vórðu støðugt mentir. Og hetta bleiv sanniliga gjørt! sBarnsburðarstuðul fyri lesandi settur í verk sLesandi við børnum fáa nú 600 kr. meira í studningi um mánaðin fyri hvørt barnið, tey eiga undir 18 ár sMálskúlastuðul uttan fyri tann ensktalandi heimin settur í verk sFulltíðarlesandi uttanlands, búsitandi í Føroyum, kunnu nú fáa ferðarstuðul sRentan á lestrarlánum í lestrartíðini hálverað úr 4% til 2% sVistarhaldsstuðulin munandi hækkaður Tað størsta framtakið, sum er hent á hesum øki, er, at skúlagjaldið fyri lesandi er lækkað munandi í øllum Stórabretlandi, har umleið 125 føroyingar lesa í dag. Hetta kemur helst at hava við sær, at 3-4 ferðir so nógv lesandi kunnu lesa í Stórabretlandi fyri somu upphædd, sum vit hava nýtt til hetta endamál. Nei, her er ikki bara snakkað! Her er arbeitt! Nú ræður um at halda fram á somu leið! Nógv er eftir at gera! Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður og valevni Fólkafloksins Ikki bara snakk! Tá ið eg bleiv landsstýrismaður fyri 4 árum síðani, fekk eg sum uppgávu at útinna tað, ið samgongan hevði niðurfelt í samgonguskjalið á skúla- og mentanarøkinum. www.folkaflokkurin.fo