fríggjadagur 11. januar 2008síða 53
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 8 - 11. januar 2008
53
tíðindi
Missiónsvikan í Porkeri
heldur fram:
Leygarkvøldið tann 12. kl
20 talar Niels Jacob Nielsen,
trúboðari. Streingjakóri› á
Tvøroyri syngur.
Sunnukvøldið tann 13. kl 18
talar Niels Jacob Nielsen,
trúboðari. Streingjakórið í
Porkeri syngur.
Øll eru hjartaliga væl komin.
Betania, Sumba
Møti verður leygarkvøldið
og sunnukvøldið kl. 20,
Jens Magnus Jensen og Essa
Petersen tala. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Føroysk møtir í Danmark
Sønderborg: Leygarkvøldið
12. januar, verður Evangeliskt
møti á Skolehjemmet, Søndre
Landevej 28. kl. 19,00 og
Sunnudagin 13. januar kl. 10
verður Breyðbróting.
Vejle: Sunnudagin 13. januar
kl. 16,00, verður Breyðbróting
og beint aftaná kl. 17 verður
Frelsens Hær, Staldgårdsgade 4.
Talarar og við á ferðini verða:
Elsa og Poul Johan Djurhuus,
M. C. Restorff og fleiri.
Góður sangur og tónleikur, við
M. C. Restorff, Hans Jákup á
Lava, við fleiri.
Aftaná øll møtini bjóða vit ein
góðan drekkamunn og okkurt
munngott afturvið.
Hjartaliga vælkomin at oyra orð
Harrans á móðurmálinum.
Stovna Føroya Felag
í Stóra Bretlandi
Stig eru tikin til at stovna
Foroya Felag í Stóra Bretlandi.
Stovnandi aðalfundur verður i
hølunum hja donsku kirkjuni i
London 2. februar 2008 kl. 16.
Adressan hja donsku kirkjuni
er: 4 St. Katherine's Precinct,
Regent's Park, London NW1
4HH. Eftir aðalfundin verdur
buffet @ 12£. Vinarliga boða
fra luttøku áðrenn 25. januar til:
ottar@foroyar.org.uk
Tilhaldið í Tórsgøtu 21
Opið er mánadag til fríggjadag
kl. 10.00 – 17.00
Teldupostur:
tilhald@torshavn.fo
Drekkamunnur er at fáa hvønn
dag, eins og bløðini eru til taks
Mánadagur 14. januar
10.00 – 10.30 Fimleikur
Grete Ellingsgaard
11.00 - 11.45 Enskt talumál
14.00 - 17.00 Kortspæl o.o.
spøl
Mikudagin 16. jan. kl. 15.00
vitja vit kirkjuna í Hoyvík. Vit
hittast í kirkjuni. Tilmelding:
316491
Týsdagur 15. januar
09.00 - 10.30 Skanning (lítið
royndir brúkarar)P.Poulsen
10.30 – 12.00 Skanning
(royndir brúkarar ) Páll
Poulsen
10.00 – 11.30 Vit syngja
Knút Olsen
Øll eru hjartaliga vælkomin
Almennur politiskur
valfundur.
Orðstýrari: Anna V.
Ellingsgaard
Øll eru hjartaliga vælkomin
Mikudagur 16. januar
09.00 - 12.00 Maskinbinding
v/Maritu Guttesen
10.00 - 12.00 Veving v/ Joanu
Bjarnastein
10.00 - 12.00 Bindiklubbur
Øll eru hjartaliga vælkomin
10.00 - 13.30 Matgerð v/ Annu
Grethu Harlou
12.00 Døgurði
15.00 Túrur: Vitja kirkjuna
í Hoyvík. Hittast í kirkjuni í
Hoyvík. Tilmelding: 316491
Hósdagur 17. januar
10.00 – 10.30 Fimleikur v /
Grete Ellingsgaard
11.00 Lesibólkurin: Vit
lesa: Í havsins hjarta” Gunnar
Hoydal, hittast
í dag
14.00 – 16.00 Boccia í
kjallaranum
Fríggjadagur 18. januar
10.00 - 13.30 Matgerð v/ Annu
Grerhu Harlou
12.00 Døgurði
13.30 – 17.00 Opið hús
Tað er altíð ein krókur í
Tilhaldinum - um tygum ikki
fáast við nakað ítriv.
Vit ynskja at øll skulu kenna
seg vælkomin.
Dagtilhaldið Blákollan
á Oyri
Dagtilhaldið Blákollan á Oyri
og er fyri allar eldri í Sunda
Kommunu. Opið er hvønn
týsdag og hósdag frá kl. 14.00
til 18.00. Ymiskt ítriv, smíð og
teldufrálæra v.m.
Dagtilhaldið í Luffustovu
tlf. 737795.
Opið er týsdag, mikudag og
hósdag, kl. 15 til 18.
Øll eldri eru vælkomin.
Dagtilhaldið Fløvi á
Glyvrum
Í Kvinnufelagshúsinum á
Glyvrum tlf. 448279.
Opið hvønn gerandisdag frá kl.
15-18. Um tygum mangla bil,
vinarliga ring 266217.
Allir pensionistar eru hjartaliga
vælkomnir.
Hvønn dag er ein góður
drekkamuður at fáa. Bløðini eru
altíð til taks. Tú ert vælkomin at
hava títt egna hondarbeiði við.
Andakt verður lisin hvønn dag.
Frá Dagtilhaldinum á
Strondum
Vit hava opið týsdag og hósdag
millum kl. 15 og 18, vit eru
byrjaði aftur.
Tilhaldið Hugnin í Sandoy
hevur opið mánadag og
mikudag frá kl 13 til 17. Báðar
dagarnar er drekkamuður at fáa.
Eisini eru bløðini til taks.
Mánadagin 14. jan.
Spurnarkapping.
Mikudagin 16. jan.
Upplestur, vit lurta eftir eini
upplisnari søgu.
Tilhaldið á Toftum,
tlf 448690
Opið er týsdag, mikudag og
hósdag kl 15 - 18.
Tilhaldið Sóljan
Klaksvíksvegur 35
Klaksvík · tlf. 459091
Teldupostur:
dagtilhaldid@post.olivant.fo
Opið er:
Mánadag og Mikudag
kl. 13.30 – 17.30
Týsdag og Hósdag
kl. 09.30 – 17.30
Hvønn dag er ein góður
drekkamunnur at fáa, eins og
bløðini eru til taks.
Møguleiki er at gera ymiskt
handarbeiði, spæla kort, bobb,
telva o.m.a.
Hvør dagur endar við andakt
og sangi.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Vága Pensionistafelag
Vit skipa fyri tiltøkum nakrar
ferðir um árið. Kundi tú hugsað
tær at vita meira um felagið
ella at gerast limur, kanst tú
venda tær til, formannin: Frits
Jacobsen, tlf. 332053 ella ein av
nevndarlimunum.
X
ANNFINN BREKKSTEIN
www.brekkstein.com
Stjóri til P/F FDS
P/F FDS sóknast eftir stjóra at byrja
skjótast til ber.
P/F FDS
er eitt partafelag, ið hevur sum endamál
at umsita kort- og náttúrudátaskráir og at
veita tænastur til myndugleikar og
almenning. Tað eru SEV, Føroya Tele,
Vinnumálaráðið umboðað av Landsverk
og Umhvørvisstovuni (fyrr Matrikul-
stovuni), Klaksvíkar- og Tórshavnar
kommuna, ið eru parteigarar í felagnum.
Starvsøkið
Sum stjóri í felagnum kemur tú at taka
tær av dagligu leiðsluni eins og tú saman
við nevndini setur út í kortið yvirskipaði
mál og virksemi innan digitala kortgerð
og lendislýsing. Stjórin skal menna
felagið og annars at fylgja við tíðini og
teimum avbjóðingum, ið eru innan
digitala kortviðgerð og lendislýsing
millum annað á handilsligum grundar-
lagi.
Førleikakrøv
Vit sóknast eftir einum virkisfúsum
stjóra, ið torir at taka við avbjóðingum og
sum hevur útbúgving og góðar
leiðsluroyndir innan dátufrøði, rokni-
skap/fíggjarstýring ella handil/vinnu og
dugir at arbeiða við digitalari kortviðgerð
sum heild. Tað er ein fyrimunur, men ikki
ein treyt, at tú hevur vitan innan
dátugrunnar og GIS umframt ymsar web-
tænastur.
Setunarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber og lønt
sambært nærri avtalu. Sáttmálin millum
fíggjarmálaráðið og avvarndi yrkisfelag
verður nýtt sum grundarlag
Umsókn
saman við prógvum, viðmælum og
upplýsingum um útbúgving og roynd-
um, skal vera nevndini í P/F FDS,
Tinghúsvegur 9, Tórshavn í hendi í
seinasta lagi 25. januar 2008.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til nevndar-
formannin Boða Haraldson á tlf 302010.
Tinghúsvegur 9 · Postboks 233 · 110 Tórshavn · Tel 31 62 00 · post@fds.fo
www.fds.fo
tiltøk