fríggjadagur 11. januar 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
klumman
umborð
Nr. 8 • 11. januar 2008
Tann komiska
altjóðagerðingin
Sale.
Ja, sjálvandi. Tað var fyrsti
tankin, tá ið eg um dagarnar sá
eina lýsing frá einum handli,
sum lýsti við útsølu her í kalda
januar, nú jólagávurnar skulu
bjóðast fram fyri hálvan prís.
Enska orðið skal nú boða
til útsølu í Føroyum. Føroyska
orðið er útvatnað og hevur
onga ávirkan longur, og tí er
tað neyðugt við orðinum Sale
fyri at fáa fólk at leypa upp úr
stólinum.
Og tá ið ein føroysk fyritøka
nú bjóðar til skeið, har heitið er
Employer Branding, ljóðar tað
nógv meira spennandi, enn um
skeiðið hevði eitt føroyskt heiti,
og so er tað eitt must at kenna
HR-amboðskassan – hvat tað so
enn er.
Globaliseringin hevur sína
ávirkan á okkara gerandisdag.
Vit liva, sum tey gera alla aðra
staðni í framkomna partinum
av heiminum. Vit síggju somu
sjónvarpssendingar, leita inn á
somu heimasíðurnar, fylgja við
somu hendingunum, og øll vita,
at Britney Spears er blivin óð í
høvdinum.
Og hví so ikki lána nøkur góð
orð úr enskum til at gera okkum
eitt sindur meira framkomin og
framfýsin – vit tosa jú um somu
tingini og hava áður lænt orð úr
til dømis enskum.
Danir hava eisini gjørt nógv
við tað seinnu árini, og teir
eru úrmælingar við sínum
nýdanska. Á Journalistskúlanum
í Århus skuldu tey journalistisku
hugtøkini hava enskt heiti
– byline, deadline, feedback,
coaching, research, producer,
new journalism og so víðari.
Danir brúktu glaðbeintir ensku
orðini, tí tey høvdu eftir øllum at
døma meira tygd – meira saft
og kraft.
Og tú fært ikki vent tær
fyri enskum í Danmark.
Rakimaskinan skal eita shaver,
tí annars ljóðar tað sum okkurt,
ið gamlir menn brúka ,tá teir
skulu snollast. Ítróttarfólk eru
eisini pátikin: Min confidence
var simpelten so stor. Det var
outstanding.
Ja, lat okkum endiliga seta
ferð á við at fáa ensk orð inn
í føroyska málið. Um tað ikki
kann hjálpa okkum til at ljóða
nútímans og altjóðagjørd, so
kunnu vit í minsta lagi ugga
okkum við, at vit ljóða meira
komisk.
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
- Hetta er eitt nógv betri
skip enn gamla Froya.
Skipið er rúmligt, og
umstøðurnar eru góðar,
sigur Jógvan Pauli í
Kongsstovu. Hann er ein av
fýra, sum eiga línuskipið
saman við JFK-Troli,
Klaksvíkar Sleipistøð og
Norðoyagrunninum. Tríggir
av eigarunum eru
navigatørar og ein er
maskinmaður
Í gjár ringdu vit umborð á línu-
skipið Froyu og høvdu skiparan
og haraldsundsmannin, Jógvan
Paula í Kongsstovu, í telefonini.
- Vit liggja og draga norður úr Við-
oynni. Veðrið er gott. Í gjáramorgunin
var eitt lítið ”fýs”, men hann sigur
gott veður. Hetta er annar dagurin. Í
gjár fingu vit 52 kassar á 26 stokkum,
sum er umleið 6.500 pund. Stívliga
ein helmingur var hýsa, ein stórur
fjórðingur toskur, og síðan var restin
longa, brosma og onnur fiskasløg.
Fiskiskapurin í gjár var á leið hin
sami, sum dagin fyri, men hetta er í
undirkanti, sigur skiparin.
13 mans eru við Froyu hendan
túrin, men vanliga eru teir 14.
- Við 13 monnum ganga vit
vaktirnar sum vanligt, men vit kunnu
bert hava ein mann í lastini.
Streymurin er góður, ein hampilig
mising, sum skiparin tekur til.
Í februar verða tvey ár liðin, síðan
teir keyptu nýggju Froyu. Skipið er
bygt í Danmark í 1988, og tað vóru
norðmenn, sum lótu tað byggja.
Seinni varð skipið selt til Avstraliu,
og tað var haðani, skipið kom til
Klaksvíkar.
- Hetta er eitt nógv betri skip enn
gamla Froya. Skipið er rúmligt, og
manningarumstøðurnar eru góðar,
sigur Jógvan Pauli í Kongsstovu.
Teir fýra, sum eiga í skipinum, eru
allir við, men allir eru ikki umborð í
senn.
Í fjør summar var Froya í Grønlandi
og innhandlaði fisk, sum tað verður
rópt. Skipið var har yviri frá hálvum
mai til hálvan september. Tá vóru
bert einir 6-8 mans við, harav tveir
grønlendingar.
- Okkum dámdi hetta væl, og
hetta var í eini tíð, har fiskiskapurin
undir Føroyum sjáldan roynist
nakað serligur. Ein vansi er tó, at
allir menninir kunnu ikki vera við
í Grønlandi, og tí kann tað verða
torført at manna skipið aftur, tá ið
komið verður heimaftur, og brúk
er fyri fleiri monnum aftur, sigur
skiparin.
Jógvan Pauli í Kongsstovu er
føddur í 1957 og er soleiðis fimmti
ára gamal.
Hann var ikki meira enn 14 ár, tá ið
hann fyrstu ferð royndi sjólívið. Hetta
var í summarfrítíðini millum 7. og 8.
flokk og seinni aftur í frítíðini millum
8. og 9. flokk.
- Hesi bæði sumrini var eg undir
Íslandi við snelluskipinum Havsbrún.
Tað var Kamar Joensen, sum átti og
førdi skipið. Vit royndu við hond-
snellu, og Havsbrún tók eini 60.000
pund.
Um heystarnar og veturin róði
Havsbrún út við línu, og tá plagdi
Jógvan Pauli at egna hjá teimum.
Úr 9. flokki fór hann við saltfiska-
línuskipinum Hans Eriki yvir á Flemm-
ish Kapp við Mortani Olsen sum
skipara. Brøðurnir Mortan og Jógvan
Olsen plagdu at føra skipið.
- Vit fóru avstað um hálvan august
og komu heimaftur sjálvan jólaaftan.
Hesin túrurin var einki serligur til
fiskiskap. Vit fingu eini 240 tons í
saltfiski, men skipið lastaði eini 360
tons. So, lastin var ikki full.
Jógvan Pauli var nú fýra saltfiska-
túrar í slag við Hans Eriki.
- Eftir hesar túrarnar fór eg á
skiparaskúla í Klaksvík, og vit vóru
teir seinastu, sum í 1976 tóku
prógvið á Føroya Sjómansskúla í
Havn.
Tá ið hann hevði fingið skipara-
prógvið í hús, fór Jógvan Pauli aftur
við Hans Eriki, nú sum 2. stýrimaður.
- Vit gjørdu ein skjótan túr, sum
vardi í tveir dagar yvir tríggjar
mánaðir. Skipið var fult, 360 tons í
saltfiski. Tað var trupult at fáa fólk
hendan túrin, og tí vóru fleiri ungir
menn við, sum fóru fyrsta túrin.
Kortini gekst okkum væl.
Í hesum umfari var hann tríggjar
túrar við Hans Eriki.
- Nú fór eg út at sigla sum stýri-
maður við Star Firth, sum var ein
av teimum gomlu Star-bátunum.
Eg mynstraði umborð í Las Palmas,
og vit vóru heilt suðuri í Peru. Mær
dámdi hetta væl sum so, men hug-
urin at fiska dróg, og tí var eg bert
eitt hálvt ár í hesi sigling.
Tað næsta, sum hendi í lívinum
hjá Jógvani, var, at hann og aðrir í
Haraldsundi keyptu ein nýggjan 42
fót Viksund útróðrarbát í Noregi, sum
fekk navnið Kunoyggin.
- Eg haldi, at hetta var á vári í
1979, og vit róðu út úr Haraldsundi.
Í eini 3-4 ár var Jógvan soleiðis
útróðrarmaður burtur av. Seinni seldu
teir bátin til Skálavíkar, og tá fekk
hann navnið Grindafossur. Uppaftur
seinni er báturin seldur til Grønlands.
Hans Erik var í mong ár afturvend-
andi møguleikin hjá haraldsunds-
manninum, og tilsamans var hann
níggju túrar við saltfiskalínuskipinum.
- Eftir tíðina á útróðri við Kunoynni,
var eg aftur tveir túrar við Hans Eriki.
Fyrst í áttatiárunum fór Jógvan
Pauli á stýrimansskúla og gjørdist
stýrimaður í 1984.
- Nú hevði eg ”pausu” í eitt ár,
var við Klakki um heysti og dreiv
snelluskipið Dragan um várið.
Men haraldsundsmaðurin fór
longur enn til stýrimann.
- Tá ið summarið kom, fór eg aftur
í skúla og gjørdist skipførari í 1987.
Nú bar leiðin umborð á Star Viking
og eisini umborð á Star Sagu sum
stýrimaður.
- Eg hevði líkasum hug at royna
hetta aftur og sigldi við hesum
skipum í eini tvey ár. Jú, mær dámdi
hetta lívið, men tað vísti seg, at sum
tíðin gekk, dró fiskurin aftur.
Úr farmasigling fór Jógvan Pauli
við laksa-og snelluskipinum Turid
hjá Hans Paula Purkhús og Jaspuri
Kruse.
- Vit royndu eftir laksi í vetrar-
hálvuni og vóru við kalvalínu í Íslandi
um summarið.
Eftir tíðina við Turid, fór hann at
undirvísa sum vikarur á Klaksvíkar
Sjómansskúla, har hann eitt nú tók
sær av trygd á sjónum, men hevði
eisini aðrar undirvísingartímar.
- Eg var eitt nú umborð á
Norrønu og umborð á skipum hjá
Strandferðsluni og undirvísti í trygd,
men undirvísingin fór eisini fram á
skúlanum.
Tað var soleiðis, at trygdarundir-
vísingin byrjaði, áðrenn vit fingu
Trygdarmiðstøðina, sum síðan hevur
tikið sær av hesum.
- Eg var knýttur at skúlanum í eini
tvey ár, og síðan havi eg loyst av sum
vikarur í eini tveimum umførum. Eg
var tó ongantíð í føstum starvi sum
lærari. Mær dámdi hetta nøkulunda.
Eftir tíðina á sjómansskúlanum, fór
Jógvan Pauli aftur við Turid. Nú var
laksaveiðan hildin uppat, og teir róðu
út um veturin og vóru við kalvalínu í
Íslandi um summarið. Onkran túrin
loysti hann av sum skipari.
- Í hesum umfari var eg við Turid
í eitt ár ella so, og síðan bar leiðin
útaftur at sigla. Nú fór eg sum
skipari við donskum skipi. Hetta
vóru sonevndir 499’arar, og vit vóru
eitt nú á Miðjarðarhavinum og upp í
Svartahavinum.
Eftir samfelagskreppuna í 1996-
1997 fór Jógvan Pauli saman við
øðrum aftur at hugsa um at keypa
skip.
Teir keyptu tá Rókhamar, sum fekk
navnið Jógvan S. Ein av eigarunum
var Jógvan Lützen.
- Vit høvdu skipið í hálvt annað ár.
Síðan seldu vit og keyptu Skørina.
Vit høvdu hetta skipið í hálvt annað
ár, og síðan keyptu vit Barið aftrat.
Tað vóru hesi bæði loyvini – hjá
Skørini og Barinum - sum gjørdust
til umstrídda loyvið hjá Jógvani S,
gamla Ågot.
Jógvan Pauli í Kongsstovu hevur
soleiðis verið línuskipari í meira enn
10 ár út í eitt.
- Mær dámar hetta væl, og eg veit
mær einki annað sum er. So, hetta
verður ivaleyst tað - fyribils, sigur
fryntligi haraldsundsmaðurin, sum
vit høvdu í telefonini av fiskifeltinum
í gjár.
Við Froyu norður úr Viðoynni
Jógvan Pauli í Kongsstovu, sum er útbúgvin skipsførari, hevur verið línuskipari
burtur av í meira enn 10 ár
Mynd: Vilmund Jacobsen