Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 • 11. januar 2008 Vikuskifti 22 Kl. 02.00, náttina til týsdagin 5. septembur 2006, vóru níggju mans handtiknir m.a. í býlinginum Vollsmose í Odense. Hetta hendi undir einum stórum løgregluátaki. Teir vóru undir illgruna fyri at leggja til rættis yvirgangsatsóknir á ymiskum støðum í Danmark ella í útlandinum. Tríggir av hesum sita nú sín dóm, eftir at nevningarnir hava funnið teir sekar. (Tann fjórði ákærdi varð funnin ósekur. Hinir fimm komu ikki undir ákæru.) Dómarnir vóru harðir, sæð í mun til danska rættarsøgu. Av teimum tólv rættarnevningunum fylgdu so í minsta lagi sjey meting dómarans, sum var sera greið: tríggir av teimum fýra vóru sekir í álvarsomu ákærunum. Teir fýra vóru ákærdir fyri at hava fingið til vega evnir og amboð og fyri at hava framleitt spreingievnið TATP til at brúka til eina ella fleiri bumbur. Hesar skuldu so verða nýttar í Danmark ella aðrastaðni, men hetta var í øllum førum steðgað, tá ið løgreglan manssterk slegði til við uml. 200 løgreglumonnum í septembur 2006. Hetta er tó ikki fyrsta og heldur ikki síðsta átakið av líknandi slagi. Í 2005 vóru fýra ungir mans tiknir í Glostrup, allir undir illgruna fyri at hava havt ætlanir um at fremja yvirgangsatsóknir. Ákærurnar ímóti tveimum av hesum eru sleptar, meðan tann eini higartil varð funnin sekur og fekk ein dóm uppá sjey ár. Málið hjá tí fjórða, ein 19 ára gamal upprunaliga marokkani, byrjaði á øðrum sinni nú mánadagin 8. januar. Og í tí seinasta yvirgangsmálinum, frá 4. septembur í 2007, eru átta ákærdir, tríggir av hesum eru varðhaldsfongslaðir. Í hesum málinum var spreingievnið TATP eisini funnið. Teir eru, eins og hinir, undir illgruna fyri at hava lagt eina yvirgangsatsókn til rættis og verða teir lýstir sum »militantir islamistar við altjóða sambondum«. Ein triðji situr varðhaldsfongslaður og er ákærdur fyri at hava eggjað til at burturflyting av dønum í útlandinum. Tilsamans fýra ungir mans hava sostatt fingið harðar revsingar í tveimum málum, ið hava við yvirgang at gera. Og hetta er innanfyri eitt sera stutt áramál. Hetta er sjálvsagt ein sera órógvandi gongd, og sær mann yvir alt Evropa er hetta jú til ampa fyri tí politisku integratión av – nú búsettum – muslimsku innflytarunum, sum á ein og hvønn hátt – antin stillisliga ella ógvusliga – fer fram. Hyggja vit t.d. yvir um, til Bretlands eru síðan mai- mánað 2007 níggju mans dømdir fyri yvirgangsvirksemi. Ongar av hesum ætlanum eru tíbetur førdar út. At basa fyri yvirgangsatsóknum, og eisini ætlanum um yvirgang, er ein stór avbjóðing. Yvirgangur birtist í einum fjøltáttaðum forholdi, har hendingar uttanfyri Danmark og Evropa hava sítt at siga. Men tað er klárt, at ein politisk integratión av muslimum kring Evropa, hevði hjálpt til í »stríðnum ímóti yvirgangi«. Eitt gott útgangsstøðið fyri at røkka hesum endamáli er, eins og nýggi ráðharrin í integratiónsmálum, Birthe Rønn Hornbech, gjørdi í síni fyrstu viku sum ráðharri fyri integratións- og kirkjumálum; at alment staðfesta, at allir borgarar í Danmark skulu kenna seg sum danir og kenna seg heima. Tríggir sekir í yvirga Tríggir av fýra ákærdum Odense-búgvum vóru funnir sekir í yvirgangsætlanum. Tað var síðst í november, at søguligu dómarnir fullu. Samstundis sum eini serlig boð til evropearar komu frá al-Qaeda umvegis fjølmiðlarnar, avsendarin skuldi vera Osama bin Laden, so fóru hesir tríggir ungu at sita sínar dómar, ein skal sita fýra ár og hinir báðir 11 ár hvør Leiðslan í al-Qaeda beindi fyri sær sjálvari í '01? Saudi-arabiska dagblaðið al-Hayat prentaði fyrst í desembur 2008 eina greinarøð, ið er gjørd yvir eina samrøðu við tann víðgongda Imam Sayyid Sharif. Dr Fadl, sum hann eisini er nevndur, er kendur fyri at vera ideologiskur leiðari av fleiri víðgongdum muslimskum rørslum, m.a. »Islamisk Jihad«. Hesin situr í fonglsi í Egyptalandi. Í greinarøðini, sum er í seks pørtum, sigur hann m.a. frá sínum kennskapi til mannin, ið sigst vera »nummar tvey« í al-Qaeda, Dr. Aiman al-Zawahiri. Teir hava kenst og samstarva í meiri enn 30 ár. Hann vil vera við, at leiðslan í al-Qaeda beindi fyri sær sjálvari ikki so langt eftir 11. septembur 2001. Og, at álopini á New York og USA, og so síðan amr. innrásin av Irak førdu við sær at netverkið, ið vit kenna sum al-Qaeda, kom upp at standa. Yvirgangur Johan Jacobsen johan@sosialurin.fo