Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 9 - 14. januar 2008 Í dag er søguligur dagur í Suðuroy. Strandferðslan hevði sín fyrsta arbeiðsdag á Tvøroyri, og sostatt er hon komin heim aftur, har alt byrjaði fyri 112 árum síðani. Stjórin sær ongan vanda í at flyta hana til Suðuroyar. Tvør­ turímóti fær nýtt starvsfólk møguleika at byggja ein nýggjan stovn upp við eini nýggjari mentan, sig­ ur hann Almennur stovnur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Eg síggi avgjørt ongan vanda í, at Strandferðslan er flutt til Suðuroyar. Tað var við góðum treys- ti, at Jákup Danielsen læt dyrnar upp á spildurnýggju Strandferðsluni á Tvøroyri klokkan átta í morgun. Í fjør varð avgjørt, at flyta umsitinginina av Strand- ferðsluni til Tvøroyrar og í morgun varð tað so komið hartil, at skrivstovan á Tvør- oyri læt upp fyri fyrstu ferð í nýumvældum og avbera snotiligum hølum í gomlu smiðjuni mitt á Tvøroyri. Men sostatt kann eisini sigast, at Strandferðslan lok- sins er komin heimaftur, eft- ir eina heila øld í útlegd, tí tað var júst á Tvøroyri at alt byrjaði tá ið Mortensens- menninir bygdu tann fyrsta Smyrilin í 1895 og sostatt tóku stig til strandfarasigl- ing í Føroyum. Gjørt til skammar Tá ið avgerðin varð tikin um at flyta Strandferðsluna til Suðuroyar, treyt ikki við dómadags-spádómum um, at nú fór stovnurin í sor og at øll vitanin, sum varð bygd upp í mong ár, fór fyri skeytið. Men so svart sær fyribils- stjórin, Jákup Danielsen, ikki upp á tað, tvørturímó- ti. - Eg síggi als ongan vansa í at flyta stovnin til Suðuroy- ar. Talan er bara um nýtt starvsfólk og tvørturímóti fáa tey nú høvi at byggja upp ein nýggjan stovn við eini nýggjari mentan og tað er ikki vist, at tað er ein bági. - Nei, er onkur vitan farin fyri skeytið, er tað ikki vist, at hon var so neyðug fyri stovnin at hava, legði eitt av nýggju starvsfólkunum turrisliga afturat. - Vit á Strandferðsluni kenna okkara uppgávur og tær leggja vit okkum eftir at røkja. Hetta er eitt reiðarí og føroyingar eru vanir at reka reiðarí, so tað er ongin orsøk at fyrigykla sær, at tað er torførari enn tað, verður lagt afturat. Tað verður heldur ikki so, at tað verður ein tíð, har Strandferðslan fer at liggja bakk, til hon hevur fótað sær á Tvøroyri. - Fleiri av fólkunum hava arbeitt á Strandferðsluni í Havn. Vit løgdu stilt í eina viku ímeðan vit fluttu og nú eru vit í sving aftur. Eg hal- di, at vit hava dugnaligt fólk og stemningurin er avbera góður, so tað beri eg ongan ótta fyri, sigur stjór- in. Gott fyri miðbýin Men sjálvandi skal arbeiðs- gongdin leggjast eitt sindur um. Ístaðin fyri at ferðast út frá Havnini í samband við skip, skal nú ferðast út frá Suðuroy, men tað eru bara einstøk starvsfólk og tað dugi eg heldur ikki at síggja nakran vansa í, tí við nýggja Smyrli er ferðasambandið avbera gott. Tvørturímóti heldur hann, at tað kann vísa seg at verða arbeiðsligari at vera eitt sindur burtur frá miðfyrisitingini, uttan tó at hann við hesum skal siga, at tað hevur verið ein trupul- leiki frammanundan, tí tað kennir hann onki til. Hinvegin heldur hann, at Strandferðslan hevur fingið eini avbera góð høli á Tvør- oyri at vera í. - Vit liggja mitt í býnum. Vit eru sostatt ein fastur partur av býarmyndini á Tvøroyri og tað fer uttan iva at seta meiri lív í miðbý- in á Tvøroyri at fáa eitt so stórt arbeiðspláss í hjartan- um í býnum, sigur Jákup Danielsen Hann sigur eisini, at stovnur sum Strandferðslan hevur eisini eitt sindur av avleiddum virksemi við sær so tað fer uttan iva eisini at síggjast aftur hjá handlum og tænastufyritøkum á plássinum. Hann leggur afturat, at tey eru ómetaliga væl mót- tikin á Tvøroyri og nógv fólk hevur verið spent eftir at hon skuldi lata upp. - Tað hevur nógv fólk ver- ið inni á gólvinum og for- vitnast ímeðan húsið varð innrættað. Sært tú fyri tær, at fleiri stovnar kundu verðið fluttir úr Havnini. - Stovnar sum ikki hava so nógv beinleiðis samskifti við viðskiftafólk, kunnu verða, hvar tað skal vera, tí nú eru samskiftismøguleik- arnir so góðir 14 fólk Tað arbeiða 14 fólk í umsit- ingini hjá Strandferðsluni og tað eru nøkur fá færri enn tað arbeiddi á miðfyri- sitingini í Havn. Eitt fólk skal setast afturat og tað er ein KT-umsitari. - Tey allarflestu, sum arbeiða á stovninum eru suðuroyingar, men onkur í Havn hevur eisini sæð hetta sum ein møguleika at flyta suður og hevur tikið tað stóru avgerð at selja hús og heim í høvuðstaðnum er fluttur suður. Annars var onki hóvasták gjørt burtur úr, nú Strand- ferðslan letur upp á Tvøroy- ri, men fríggjadagin 25. jan- uar er ætlanin at hava alme- nna móttøku. Evnisdagur um vakstraravtalu Týsdagin verður evnisdagur í Porkeris skúla um Vakstraravtalu fyri Suðuroynna. Tað eru kommunurnar saman við verkætlanikni við Vakstraravtaluni fyri Suðuroynna, sum skipar fyri evnisdegnum. Vakstraravtala fyri Suðuroynna er eisini evni á dagsskránni. Boðin við til evnisdagin eru kommunurnar í Suðuroynni, politiksu flokkarnir, Vinnuráðið í Suðuroynni, umboð fyri vinnubóllkar og arbeiðarafeløg, umboð fyri Miðnámsskúlan í Suðuroy, peningastovnar, íløgufeløg og – grunnar. Evnisdagurin verður í Porkeris skúla og varir frá klokkan 13 til 17. Skráin fyri dagin er henda: -Stutt lýsing av støðuni í Suðuroy, - Møguleikar fyri at venda gongdini, -Gongdar leiðir – royndir aðrastaðni, -Kommunur og land - Suðuroyargrunnur Palme slatraði Fyrrverandi svenski forsætismálaráðharrin gav upplýsingar um sviar til CIA, sum eisini royndi at fáa hann til agentTá Olof Palme var ein ungur íðin studentapolitikari, gav hann samstundis amerikansku fregnartænastuni nøvn og upplýsingar á svenskum statsborgarum. Tað skrivar Dagens Nyheder, sum hevur fingið innlit í loyndarstemplað amerikansk skjøl frá amerikansku ambassaduni í Stockholm. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Palme er settur í samband við fregnararbeiði. Í 1950-unum arbeiddi hann fyri svensku trygdartænastuna, skrivar Dagens Nyheder. Palme varð myrdur 28. februar 1986, og morðið er ikki uppklárað enn. Strandferðslan flutt heimaftur - Tað er við góðum treysti at Strandferðslan nú fer undir virksemið á Tvøroyri, sigur Stjórin, Jákup Danielsen. Umstøðurnar eru í hvussu so er sera góðar, fólkið er dugnaligt og stemingurin er góður Her eru so tey, sum mynda tað nýggju Strandferðsluna í Suðuroy. Aftara rað frá vinstru eru tað Rógvi Thomsen á fíggjardeildini, Eyðfinn Debes, lønumsitari á fíggjardeildini, Rógvi Kærbech, manningarsamskipari, Jan Haldansen, leiðari á sjódeildini, Hans Petur Joensen, fíggjarleiðari, Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari, Bogi Mortensen, leiðari á samferðsludeildini, Conrad Gaard Joensen, inspektørur og Jákup Danielsen, stjóri. Fremra rað frá vinstru eru tað Eyðhild Jacobsen, leiðsluskrivari, Maria Joensen, sølusamskipari, Arnhold Hvalsrætt, KT samskipari, Osla Jacobsen á fíggjardeildini og Svanna Hjelm á fíggjardeildini. Arnhold Hvalsrætt er bara í fyribils starvi, til nýggjur KT samskipari er settur