Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 tíðindi Nr. 9 - 14. januar 2008 Nýbygningarnir hjá Faroe Seafood, Falkur og Heykur, sluppu ikki heilt undan “barnasjúkum”. Nú verður arbeitt við at rætta nøkur ting, og síðan verður lagt út á hav við góðum treysti. – Hetta eru sera góð skip, og manningar­ umstøðurnar eru framúr, sigur skiparin á Falki Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Kristjan Karl Eliasen er skipari við øðrum av nýggj­ astu partrolarunum hjá Faroe Seafood, Falki. Hin trolaran Heyk førir skopun­ ingurin Ásbjørn Kjærbo. Teir hava báðir siglt við Jaspis og Ametyst seinastu árini. ­ Eg fór við hesum bátum fyri stívliga sjey árum síð­ an. Í fyrstani skifti eg ímill­ um, men síðan gjørdist eg fastur skipari við Ametyst. Góð skip Skiparin sigur, at Falkur og Heykur eru heilt onnur skip enn Jaspis og Ametyst. ­ Tey gomlu eru eisini góð skip, men tíðin er líka­ sum farin frá teimum, um vit samanbera tey við hesi nýggju og stásligu skipini. Hann heldur eisini, at Falkur og Heykur eru upp­ aftur betri skip enn Bakur og Stelkur, sum eisini eru bygdir á M.Cies skipasmiðj­ uni í Vigo í Spaniu. ­ Troldekkið er innilokað, og hetta eru eisini breiðari og rúmligari skip. Umstøð­ urnar hjá manningini eru sera góðar. Hvør maður hevur egið kamar við brúsu, sjónvarpi og sofu. Skipini eru ótrúlig í sjónum, og lítið og einki hoyrist til larm umborð. Øll apeteringin er har frammi, samstundis sum maskinan er har afturi. Tú kanst tosa allastaðni umborð uttan at vera doyvd­ ur av larmi. Roynast væl Kristjan Karl sigur, at á ferðini heim úr Spaniu fingu teir veruliga at síggja, hvussu skipini roynast í sjó­ num. ­ Tað var tvassut veður og stormur ein stóran part av ferðini, og eg kann bara siga, at skipini royndust heilt ótrúliga væl, sigur hann. Falkur og Heykur hava bæði stabiliseringstangar og slengrikjølar. ­ Byggisniðini broytast alla tíðina, og hesir bátarnir hava minni spring í skrokk­ inum enn eitt nú Bakur og Stelkur. Teir eru beinari. Hvønn týdning tað hevur – ella um tað hevur nakran týdning ­ dugi eg ikki at siga. Men alt bendir á, at hetta eru ógvuliga rólig skip í sjónum . Á veg heim úr Spaniu hevði Kristjan Karl konu sína Lis og yngstu dóttrina Rebekku við sær. Spurdur, um tær ikki høvdu sjóverk á ferðini, sigur hann. ­ Sjóverk? Jú, sjálvandi var nakað av sjóverki, men tað hava fleiri av okkum, sum sigla, eisini, tá ið langt er ímillum túrar. Barnasjúkur Falkur og Heykur komu til landið 11. desember, men áðrenn skipini fóru úr Spaniu, vóru tey royndartúr, har útgerðin í ein ávísan mun varð roynd. Kristjan Karl sigur, at teir á hesum túri ikki fingu røttu myndina av útgerðini, eitt nú tí, at tíðin var so stutt og tí, at dýpið á leiðini, teir royndu, ikki er sum hjá okkum. ­ Eftir at skipini komu til landið, fóru vit ein royndar­ túr 17. desember og vóru inni aftur 18. desember. Síð­ an varð flotin raktur av verk­ falli. Nú hava vit so aftur verið eitt stuttan túr, sum eisini hesaferð vardi í eitt samdøgur. Skiparin sigur, at nú skip­ ini hava loyst tvær ferðir, er greitt, at Falkur og Heykur hava nakrar “barnasjúkur”, sum rættast má upp á, áðr­ enn verulig gongd kemur á. Talan er um nøkur ting, sum mugu justerast, men hetta eru ikki brek, sum hvørt sær taka so langa tíð. ­ Eg vænti kortini, at tað mesta av eini viku gongur, áðrenn vit eru klárir at loysa aftur, leggur hann aftrat. Í aðrar mátar hava skipini riggað sum ætlað. Køla fiskin Falkur og Heykur hava báð­ ir “trumlu” við køling, sum kølir fiskin niður beint eftir, at hann er kruvdur, og áðr­ enn hann fer í lastina. ­ Hetta er nýtt í okkara verð, og ætlanin við hesum er, at fiskurin skal fara í lastina so góður sum gjør­ ligt. Kølingin skuldi eisini gjørt, at kruvdu fiskurin bløðir betri, soleiðis at minni blóð verður í flakin­ um, tá ið fiskurin er virk­ Framúr góðar umstøður f Foreldrini burtur – 500 fólk í veitslu Ein tannáringur í Melbourne nýtti høvi at halda ball, ímeðan foreldrini vóru burturstødd. Men tá avtornaði komu fleiri enn 500 fólk, og tað er einki at siga til, at hann misti tamarhaldi fullkomilig. Ùrslitið var, at løgreglan mátti koma á staðið við 30 monnum, hundum umframt eini tyrlu, áðrenn tað eydnaðist teimum at fáa endað ballið. Hetta veit danska BT. Drongurin, ið var vertur, kann vænta sær eina stóra bót frá løgregluni. Hann sigur tó, at um høvi býðst at halda eina slíka veitslu aftur, so verður hann ikki seinur at senda innbjóðingarnar út. - Nú skulu vit bara fáa loyst barnasjúkurnar, ið altíð kunnu væntast, tá ið skip eru spildurnýggj, og síðan fara vit í gongd, sigur Kristjan Karl Eliasen Mynd: Vilmund Jacobsen