Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 14. januar 2008 21 tíðindi Síðan tað loysnaði í trætuni millum Føroya Fiskimanna­ felag og Føroya Reiðarafelag, og skipini fóru útaftur, er gongd komin á aftur landingarnar í Klaksvík Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í síðstu viku landaðu snellu­ skipini, Karlamagnus og Havsbrún í Klaksvík. Teir høvdu ávikavist 30.000 og 33.000 pund av góðum upsa, meginparturin 2’arar og 3’arar, sum er góður fisk­ ur til støddar. Úr Klaksvík frætta vit, at nakrir útróðrarbátar eisini vóru á floti í síðstu viku. Bátarnir fingu fitt av fiski; teir flestu lógu yvir 100 pund á línuna, og prísurin fyri veiðina var góður. Fimm skip Í morgun, tá ið vit frættu, lógu fimm skip landingar­ klár við Kósabrúnna, sum eru komin aftur av túri. Línuskipið Jákup B hevði 57.000 pund, og trolbátarnir Varðin og Fiskaklettur høvdu ávikavist 40.000 og 35.000 pund hvør. Ísfiskatrolararnir Borgar­ in og Navarin landa eisini í Klaksvík í dag, og teir hava eini 290.000 pund tilsam­ ans. Snellubáturin Karlamagn­ us, sum landaði í síðstu viku, landar aftur í dag eini 24.000 pund í Klaksvík. Á Landingarmiðstøðini vænta tey eisini Havsbrún aftur í dag, men óvist er, hvussu gingist hevur hjá teimum hendan túrin. Línuskip í vikuni Línuskipini Klakkur, Ågot og Froya hava boðað frá landing fríggjadagin í vik­ uni, men enn er ov tíðliga at siga, hvussu nógv teir fara at hava inni, tá ið landingar­ dagurin kemur. Helena, sum eisini roynir við línu, hevur boðað frá landing um eina viku – ella mánadagin í næstu viku. Vanliga fara fleiri línuskip út í senn. Royndin hjá teim­ um er neyvt knýtt av streym­ viðurskiftum, og tí er van­ ligt, at fleiri skip eisini koma innaftur at landa í senn. Gongd komin á aftur í Klaksvík Línuskipið Jákup B landar 57.000 pund í Klaksvík í dag. Fríggjadagin koma trý línuskip inn at landa, Klakkur, Ågot og Froya Mynd: Vilmund Jacobsen fyri manning aður. Kristjan Karl sigur, at nýggju skipini hava tvær kryvjimaskinur hvørt, og hetta lættir nógv um hjá manningini, umframt at fiskurin kemur nógv skjót­ ari í ís. ­ Menn kundu standa upp í samdøgur og kryvja, áðr­ enn skipini fingu kryvji­ maskinur. Tann tíðin er far­ in, tíbetur, leggur hann aftrat. Bara trol Kristjan Karl Eliasen hevur siglt við trolarum at kalla alt sítt lív. Fyrstu ferð, hann fór til skips, var hann bert 15 ára gamal, og gamli Skálaberg gjørdist skúla­ skipið hjá honum. ­ Eg trúgvi ikki, at eg kann brúkast nakra aðra­ staðni enn í trolvinnuni, sigur hann skemtandi. Hann tók skiparaprógv í 1980, tá ið hann var 19 ára gamal. Tá tók tað 9 mánaðir at læra til skipara. Spurdur, um hann upp í gjøgnum árini hevur sakn­ að, at hann ikki gekk longur í skúla og endaði sum stýri­ maður ella skipsførari, sigur hann. ­ Ja, tað kanst tú ætla. Hevði eg havt tikið eina hægri útbúgving, hevði eg ivaleyst verið farin út í verðina at siglt, sum hann tekur til. Men tað er nú ikki vist. Nógv dømir eru um menn, sum á ungum árum byrjaðu sum fiskimenn, men sum seinni tóku hægri sjóvinnuútbúgvingar og fóru út at sigla. Ikki so fáir av hesum duttu aftur og aft­ ur í vinnuna, har teir byrj­ aðu. Altíð spentur ­ Eg eri altíð líka spentur, tá ið vit loysa. Tað er líka spennandi hvørja ferð. Nú vit fingu verkfall, og nýggju skipini lógu bundin við bryggju í Saltangará, hevði eg tað ringt. Tað var ringt, og tað var keðiligt. Kristjan Karl sigur, at eins og við Ametyst og Jaspis, er Jónsvein Knudsen eisini útgerðarmaður hjá nýggju skipunum, ið Faroe Seafood eigur. ­ Jónsvein sigur sína meining, og tað geri eg eis­ ini. So er tað yvirstaðið. Vit eru ikki altíð samdir um alt, men Jónsvein er ein góður og dugnaligur reiðari. Skiparin sigur, at skiparar og manning eru ógvuliga spentir og ótolnir eftir at koma í gongd. ­ Tær báðar stuttu roynd­ irnar, vit higartil hava gjørt, hava víst, at spølini hava riggað væl, og tað hevur gingið væl at fingið fisk. Radiobúðin í Saltangará hevur latið alla nautisku útgerðina, og teir hava gjørt eitt dygdararbeiði. Tað er ein stórur fyrimunur, at leve­ randørurin er so nær, um okkurt skuldi verið. Teir hava víst, at vit altíð kunnu ringja til teirra, tá ið okkurt er. Hetta er ikki minst hepp­ ið, tá ið útbúnaðurin er nýggjur, og vit kanska ikki eru so kendir við alt. Skiparin heldur, at útlitini tekna seg væl. ­ Nú skulu vit bara fáa loyst hesar barnasjúkurnar, ið altíð kunnu væntast, tá ið skip eru spildurnýggj, og síðan fara vit í gongd, sigur Kristjan Karl Eliasen. Veðrið valdagin Norska veðurstovan www.yr.no sigur ikki frá besta valveðri komandi leygardag. Tað verður eftir øllum at døma regn, vindur og ráligt veður. Sambært metingum, sum tey veðurkønu hava gjørt, verður nakað av avfalli og vindi allan valdagin. Hitin fer at liggja millum 5 og 8 stig. Náttina til valdagin, tá mong plaga at heingja valplakatir upp verður helst regn og 14 metrar um sekundið av landsynningi. Sama veður verður fyrrapartin, tá tað eisini verða 5 stig. Eftir døgurða minkar hann vindin og avfallið nakað. Sama veðrið verður eftir kl. 18. Men sum altíð – tað er trupult at spáa, serliga um veðrið! Kanska fáa vit kortini gott veður leygardagin - Skipini eru ótrúlig í sjónum, og lítið og einki hoyrist til larm umborð. Øll apeteringin er har frammi, samstundis sum maskinan er har afturi. Tú kanst tosa allastaðni umborð uttan at vera doyvdur av larmi, sigur Kristjan Karl Eliasen, skipari Mynd: Jens Kr. Vang