mánadagur 14. januar 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 9 - 14. januar 2008
Bókasøvn umboða,
eins og listin, nakað
av tí fínasta og mest
virðismikla, sum
mannaættin hevur
fostrað, nevniliga rættin
til andligt frælsi og rættin
til at leita sær vitan um
øll viðurskifti. Mest
effektivi mátin at skerja
hetta frælsi og henda
rætt er at niðurpína
stovnarnar, sum varða
av hesum økjum, so
sum bókasøvnini,
Mentanargrunn
Landsins, Tjóðpallin
og Kringvarpið, skrivar
Arnbjørn Ó. Dalsgarð
millum annað í tíðar
greinini í dag
Stutt eftir nýggjár varð eg av
einum tíðindafólki á Sosialinum
spurdur, um eg sum formaður í
Rithøvundafelag Føroya vildi
siga mína hjartans meining um
mentanarpolitikkin í Føroyum
anno 2008. Hesum játtaði eg
sjálvsagt, tí hetta var eitt gott
høvi at vísa á ta politisku
líkasælu, sum alt ov leingi
hevur valdað, tá ið talan er um
mentanarpolitikk her á landi.
Harafturat er val í hondum, og
eg hugsaði, at tað hevði verið
gott at fingið greiðar boðskapir
frá teimum uppstillaðu, hvat tey
vilja gera fyri at bøta um
karmarnar hjá mentanini.
Saman við samrøðum við trý
onnur fólk, ið á hvør sín hátt
varða av mentanini í Føroyum,
kom so samrøðan við meg í
Sosialin, við yvirskriftini
“Politikararnir ræðast frælsa
list”. Harafturat hevði
tíðindafólkið í einari
sjálvstøðugari grein, við
yvirskriftini “Neyðarróp!”,
tikið samanum tað, sum hesi
øll fýra tóktust vera samd um:
at “politikararnir tilvitað ella
ótilvitað týna listarliga
umhvørvið í Føroyum”, sum
var niðurstøðan hjá
tíðindafólkinum.
Aftaná hevur hetta
neyðarróp okkara verið havt á
lofti bæði í fjølmiðlum, á
valfundum og í kjaki á
alnetinum, og tað kunnu
listafólk í hesum landi bara
fegnast um. Men ógvuliga
lítið ítøkiligt hava tey
uppstillaðu sagt um, hvat ein
føroyskur mentanarpolitikkur
skal innihalda næstu fýra
árini. Frægasta
boðið kom frá Andreasi
Petersen úr Javnaðarflokkinum,
sum á valfundinum í Klaksvík
sunnudagin hevði fleiri ítøkilig
mál, millum annað at tvífalda
játtanina til Mentanargrunn
Landsins í komandi valskeiði.
Annars tykjast valevnini sum
heild at hava lítla vitan um og
enn minni áhuga í mentan.
Nøkur fá undantøk eru tó, eitt
nú Olga Biskopstøð úr Tjóð
veldinum og John Johannesen
úr Javnaðarflokkinum, sum á
heimasíðum sínum hava sett
sær nøkur mentanarpolitisk
mál.
S
tendur tað illa til hjá
valevnunum, er hvaðna
verri í valskráunum hjá
flokkunum. Frægasta boðið
hevur Tjóðveldið, sum ger heilt
nógv burtur úr mentanar
spurningum í valskrá sínari, har
nevnd verða bæði tjóðleikhús,
bókasøvn, kringvarp og stuðul
til skapandi virksemi og til
týðingar í føroyskt og úr
føroyskum.
Miðflokkurin brúkar sum
rímiligt er í valskránni eitt sitat
úr bíbliuni sum sín orðaða
mentanarpolitikk, og hetta
inniber, at almennur stuðul bert
skal latast list og mentan, sum
er uppbyggilig. Sostatt er
Miðflokkurin fyrsti føroyski
flokkur, sum alment hevur sagt,
at hann er ímóti meginregluni
um armslongd, sum greitt sigur,
at politikarar skulu halda seg
langt burtur frá at royna at stýra
listaliga virkseminum. Hetta er
um ikki annað ein ærligur
boðskapur, men eg fari at
staðiliga at mæla øllum frá at
velja ein flokk, sum hevur tað
sum sítt orðaða endamál at
stýra listini.
Fólkaflokkurin hevur eina
fatan av mentanarstuðuli sum
eina olmussu og skrivar
beinleiðis í valskrá sínari, at
hesin stuðul skal roknast sum
“hjálp til sjálvhjálp”. Henda
orðing er ein mannminking av
teimum, sum fáa almennan
stuðul, tí tað, sum listafólk hava
brúk fyri, er ikki “hjálp til
sjálvhjálp”, men at teirra
virksemi verður virt og sett
ájavnt annað neyðugt virksemi í
hesum landi, og at tað almenna
sjálvsagt, og uttan órímilig
(átrúnaðarlig, politisk ella
onnur) mótkrøv, ger íløgur og
rindar tað, ið krevst fyri at
tryggja teimum sømdir ájavnt
øðrum neyðugum virksemi.
H
inir flokkarnir, Javnaðar
flokkurin, Sambands
flokkurin og Sjálvstýrisflokk
urin nevna ikki mentan í
sínum valskráum.
Onkur hevur funnist at
okkum fýra, ið umboða stórar
partar av listaliga umhvørvinum
í Føroyum, fyri at grenja heldur
enn at rætta ryggin og líta
frameftir. Heldur skulu vit “tosa
frá yvirskotinum”, sum ein
kjakari á kjak.fo skrivaði nú ein
dagin. Okkurt man vera um tað,
men sum stjórin fyri Tjóðpallin
segði í Mentanartíðindinum í
sjónvarpinum fríggjakvøldið, so
er onki yvirskot at taka av, tá ið
ein javnt og samt noyðist at
stríðast fyri bara at halda
afturpartinum yvir
vatnskorpuni.
Tað er onki stuttligt at vera
noyddur at grenja um illvilja frá
politisku skipanini. Eg havi
leingi latið vera við at grenja,
júst fyri at politikarar okkara
skulu fáa frið til at vísa, hvørjar
mentanarpolitiskar raðfestingar
liggja teimum fremst í sinni.
Men haðan er onki komið, og
eg haldi, at nú val er í hondum,
er tað eitt gott høvi at gera vart
við ónøgdina, tí so kunnu tey,
ið fara at manna nýggja
løgtingið og nýggja landsstýrið,
taka hesa vitan við sær í tað
starv, tey skulu røkja næstu fýra
árini.
Tá ið eg havi ført fram, at
politikarar í Føroyum ræðast
frælsa list, so er tað ikki nakað,
sum eg knappliga eri komin
fram til, nú Miðflokkurin er
komin við síni nýggju lista
fobi. Eg havi síðan 1999
starvast á Føroya landsbóka
savni, og havi sostatt síðan tá
kent á egnum kroppi, hvussu
niðarlaga mentanin hevur verið
raðfest síðan tá. Í nøkur ár var
eg eisini formaður í Bókavarða
felagnum, og tá ið eg í fjør
gjørdist formaður í Rithøvunda
felagnum, sá eg skjótt, at tann
politiski óviljin og líkasælan,
sum ráddi á bókasavnsøkinum,
ikki var nakað eindømi, men
eisini fevndi um tann partin av
mentanini, vit rópa list.
Tá ið eg byrjaði á Føroya
landsbókasavni í 1999, var
bókasavnið ein niðurpíndur
stovnur, sum akkurát var komin
ígjøgnum kreppuna í 90’unum
við lívinum. So skjótt tíðirnar
blivu betri, varð játtanin á
fíggjarlógini til bókasøvn
hækkað, og skjótt fingu bóka
søvnini tað sama, sum tey fingu
fyri kreppuna. Í 2001 var
játtanin komin upp aftur á sama
støðið sum í 1989, og næstu
tvey árini hækkaði játtanin eitt
vet afturat, mest orsakað av
lønarvøkstri. Men síðan tá er
játtanin til bókasavn lækkað
aftur, hóast lønirnar eru
hækkaðar munandi og hóast ein
røð av uppgávum liggja á láni,
eitt nú,
hvussu vit skulu varðveita
elektroniska mentanararv
okkara, so sum føroyskar
heimasíður, sjónvarpssendingar
o.s.fr.
Ú
rslitið er, at bókasøvnini í
Føroyum als ikki kunnu
bjóða ta tænastu til borgararnar,
sum er so sjálvsøgd í granna
londum okkara, har bókasøvn –
bæði á granskingarstovnum og
fólkabókasøvn – verða mett
sum heilt avgerandi stovnar fyri
trivnað og framburð. Vert er at
nevna, at Finnland og Danmark
longu í 1994 fóru undir stór
fingnar verkætlanir, ið kostaðu
hundraðtals milliónir krónur, at
dagføra alt bókasavnsøki, at
hesi lond kundu ganga á odda
sum vitanarsamfeløg inn í 21.
øld, og tað hevur eydnast
teimum sera væl. Týðandi lutir
í hesari nútímansgerð vóru
talgilding (digitalisering),
skráseting og varðveiting og
atgongd til elektroniskt tilfar so
sum tíðarrit, alfrøðir og nú
seinast tónleik, sum lánarar
kunnu taka niður av netinum (sí
eitt nú Bibliotekernes
Netmusik, www.netmusik.dk).
H
óast Føroya landsbókasavn,
sum umsitur alla játtanina
til føroysk bókasøvn, á hvørjum
ári, eg havi starvast har, hevur
gjørt vart við týdningin av, at
eisini føroyski borgarin fær
atgongd til slíkar tænastur, sum
áttu at verið sjálvsagdar í einum
nútíðar vitanarsamfelag, hevur
tað verið sum at tosa við stein.
Havi sjálvur spurt Mentamála
ráðið, um tey ikki kunnu vísa
til onkran grunn, har bókasøvn
kundu søkt um pengar til
verkætlanir, men tað ber heldur
ikki til. Og tað ringasta av
øllum hevur verið, at ongin
persónur har ella aðrastaðni í
politisku skipanini – hvørki
politikarar ella embætisfólk –
hava víst ein ærligan áhuga fyri
hesum øki. Hvussu ber tað til?
Flestu teirra hava sjálvi lisið
uttanlands og áttu at kent
týdningin av einum vælvirkandi
bókasavnstilboð.
Úrslitið er, at alt bókasavns
økið í Føroyum í dag liggur í
skeljasori. Mentamálaráðið
arbeiðir nú aftur við einari
ætlan um at leggja Lands
bókasavnið saman við øðrum
almennum stovnum. Men
verður tað gjørt, uttan at
politiski myndugleikin hevur
eina heildarætlan fyri føroyska
bókasavnsverkið, har viljin til
at veita eina líkinda bókasavns
tænastu verður vístur í
verki, verður vanlukkan
fullkomin. Tá er spurningurin,
um ikki vit skulu lata dønum
aftur at umsita bókasavnsmál,
sum vit yvirtóku frá teimum í
1948.
Hesin harmagrátur hevur
eisini nakað við list at gera.
Bókasøvn umboða, eins og
listin, nakað av tí fínasta og
mest virðismikla, sum manna
ættin hevur fostrað, nevniliga
rættin til andligt frælsi og rættin
til at leita sær vitan um øll
viðurskifti. Mest effektivi mátin
at skerja hetta frælsi og henda
rætt er at niðurpína stovnarnar,
sum varða av hesum økjum, so
sum bókasøvnini, Mentanar
grunn Landsins, Tjóðpallin og
Kringvarpið. Granskingar
stovnar og grunnar eru eisini
týðandi stovnar í hesum høpi,
men uttan vitanargrundarlagið,
sum bókasøvnini pr. definitión
skulu veita teimum, ið granska,
verður granskingin ongantíð
annað enn eitt eiti.
Um tað nú er onkur, sum
heldur, at vit heldur enn at
grenja áttu at komið við
uppbyggjandi kritikki og
uppskotum um, hvussu ein
virkin mentanarpolitikkur
kundi verði rikin, so skal eg
upplýsa, at tað síðan 1996 eru
komnar tríggjar frágreiðingar
um føroyskan mentanarpolitikk,
skrivaðar av fólkum, sum hava
holla vitan um øll mentanarlig
viðurskifti í Føroyum, og sum
øll hava frálík uppskot um, hvat
politiski myndugleikin eigur at
raðfesta.
T
ekur komandi landsstýris
kvinnan í mentamálum hesi
uppskot í álvara, og síðan
leggur afturat tað, sum
Málstevnunevndin sigur í
sínum nýggja áliti um ein
føroyskan málpolitikk, so kann
hon – um hon VIL – bara fara
so beint til verka. Tað eru ikki
nógvir landsstýrismenn, sum
hava fingið so nágreiniliga
fakliga ráðgeving og so mong
góð ráð um sítt øki sum
landsstýrismaðurin í
mentamálum.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er millum 8.000 og 10.000 tekn og skrivað í essay stíli
Harmagrátur í moll
Tíðargreinin í morgin: Annika Sølvará, stjóri
í Granskingarráðnum: Nógv egg í fleiri kurvar
Tíðargreinin
tíðargreinin
Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð,
bókavørður og formaður í
Rithøvundafelag Føroya