Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Januar 2008 2 Floksblaðið – Valið 2008 Vit eru 21 næmingar í flokki­ num, 7 gentur og 14 dreingir. Vit eru øll 15 ár. Áhugamálini hjá okkum eru ymisk, summi íðka ítrótt, og so eru summi, sum í frítíðini takast við ymisk arbeiði ella tónleik. Men eitt hava vit til felags, tað er, at vit eru polit­ iskt áhugaði. Vit hava hvør sína meining og sjónarmið á tey ymisku málini, ið taka seg upp í samfelagnum. Tí geva vit hetta blaðið út, bæði fyri at geva valevnunum ein møgu­ leika til at siga teirra hugsan og tí, at hetta kann gerast ein góður stuðul til okkara uttan­ landsferð, sum vit ætla okkum at fara í summar. Leiðin gong­ ur til eitt frítíðarstað á Lanza­ rote, sum eitur Club la santa. Annars er hetta blaðið til frama fyri valevnini hjá ymisku politisku flokkunum. Áhugavert verður at lesa um, hvørjar framtíðar ætlanir tey hava, og hvørji lyfti tey geva veljarun­ um. Vit ynskja tað, at politikarar­ nir aftaná komandi væl fara at hugsa meira um ungdómin, sum er frá 14 til 18 ár. Ung­ dómurin nú á døgum hevur ov fáar møguleikar. Tildømis eru ítróttar­møguleikarnir ógvuliga avmarkaðir sum heild í Før­ oyum. Tí ynskja vit, at politik­ ararnir hugsa um hesar um­ støður. Tónleikurin er eisini ógvuliga avmarkaður, tí tað mangla venjingarhølir. Fólkið gremur seg um tann økjandi kriminalitetin í Føroyum. Høvdu vit fingið eitt ung­ dómshús ella okkurt tílíkt, so hevði tað kanska bøtt um hendan trupulleikan. So hevur ungdómurin altíð eitt stað at fara, har man millum annað kann spæla tónleik og tílíkt. Ungdómshúsið í Klaksvík og Margarinfabrikkin í Havn eru bæði eitt gott dømi um hetta. Teimum ungu dáma væl at vera har, tí har verður skipað fyri mongum tiltøkum, og harvið sleppur ungdómurin frá at fara so langt hvørjaferð, tað er eitt tiltak. Tildømis her á Toftum mugu vit ferðast allan vegin til Havnar, og tá tann seinasti bussurin úr Havn fer kl. 20.00, endar tað ofta við, at man ístaðin fer við fyrsta bussinum næsta morgun. So sita foreldrini kanska bangin heima og bíða. Ein annar trupulleiki eru skutarar og knallertir. Næstan allur ungdómurin tunar sínar knallertir, tí at tær koyra so seint; ístaðin fyri at myndug­ leikarnir hækka toppferðina upp á 45 km/t. Tá høvdu ivaleyst færri fólk tunað sínar knallertir. Aldurin til koyrikort til skutara halda vit eisini vera ov høgan, tí tey flestu byrja longu at koyra skutara, tá tey eru 15. Krøvini til koyrikortið eru eisini ov fá. Tú skalt bert lesa eina bók og so svara uppá nakrar spurningar. Tað er ikki sum, tá tú tekur koyrikort til bil. Tá skalt tú eisini vísa, um tú dugur at koyra ella ikki. Hetta burdi man eisini skula gjørt fyri at kunna koyra skut­ ara. Samanumtikið er okkara flokkur fullur av ymiskum meiningum um ymisk politisk mál, og tí er hetta ein góður møguleiki fyri politikarar og fyri okkara flokk at siga okkara meiningar og sjónarmið. Vit vóna, at tygum dáma hetta blaðið og fáa meira at vita um flokkarnar og valevnini, og hvat tey standa fyri. Heilsan 9. Flokkur í Tofta skúla Fólkið aftanfyri blaðið Mynd: Beinta á Torkilsheyggi Táið ongin statur er at umboða tórbjørn jacobsen Tjóðveldi Tveir føroyskir ungdómar standa og javnviga á eini politiskt skaptari knívsegg. Tveir úrmælingar í svimjing, sum fyri ítrótt teirra eru so óhepnir, at teir eru bornir í heim og uppvaksnir í einum av alra seinastu hjálondum heimsins. Tey bæði Elspa og Pál sleppa ikki upp í al­ tjóðagerðina, tí politikkararnir í landi teirra megna ikki at skipa ein stat kring sína egnu tjóð. Koloniala støðan er harvið ein beinleiðis forðing fyri menning, eisini á hesum øki. Danskt vald í Føroyum er ein beinleiðis forðing fyri at ítróttarelitan sleppur at kapp­ ast á jøvnum fóti við sínar javnaldrar í øðrum londum. Umframt megina, ið skal brúkast til venjing hvønn dag í árinum, verða tveir viðkvæmir ungdómar trýstir til at taka tvær sera ódámligar støður, sum teir onga ávirkan hava á, tey bæði hava ikki so frægt sum valrætt. Má siga, at tað vætti úr eygnakrókunum hetta kvøldið, táið Pál í sjónvarpinum boðaði frá, at hann ikki ætlaði sær at umboða nakað annað land enn Føroyar á hægsta støði, og bar tað ikki til, varð hann noyddur at velja at luttaka í kappingum, sum lógu í eini lægri kategori enn t.d. Olympisku Leikirnir. Sum hann sjálvur segði: Eg eri uppvaksin í einum umhvørvi, sum ger tað ómøguligt. Ein ungur maður, har emotionaliteturin og stoltleikin um egnan samleika steðgar honum á leiðini upp á heimsins tindar. Hann koppar tann vegin, ikki tí hann vil tað ítróttarliga, men tí at politikk­ ararnir í landi hansara ikki hava skapt honum møguleik­ arnar. Elspa koppar hinvegin. Ítrótt­ arligu ambitiónirnar vinna. Hon ætlar sær upp á heimsins tindar, so má okkurt annað, sum er minst líka týdningar­ mikið, víkja fyri hesum. Nú kenni eg av góðum grundum umhvørvi, sum hon er upp­ vaksin í. Úti í Grógv í Syðru­ gøtu, har eg sjálvur búleikaðist øll míni barnaár. Abbi hennara var mammubeiggi mín, og eitt meira tjóðskaparligt miljø enn tað har um leiðir, verður trupult at finna. Harvið standa tey bæði Pál á somu knívsegg, og velja at fara hvørt sína kós. Ikki tí at tey vilja tað, men bara tí at fyritreytirnar ikki eru vorðnar optimalar, soleiðis, at tað ber til at umboða Føroyar í øllum fora, orsakað av pol­ itiskari vanstýring og krúpan fyri donskum myndugleikum og harravaldi. Tey sleppa ikki uppum politiska bjálkan, sum danir hava sett ígjøgnum føroysku tjóðina og sum ein meiriluta í politisku skipanini ikki enn hevur megnað at høgt niður. Serliga hesi seinastu árini hava vit upplivað eina heima­ stýrisstjórn, sum oftari og oft­ ari hevur avdúkað, at støðan er vónleys, at tað ikki ber til at gerast ein partur av heiminum, at gerast ein partur av týdn­ ingarmiklum og lívsneyðugum felagsskapum, har sum bara statir kunnu gerast limir og virka, ímeðan fólki í koloni­ unum sleppur at spæla fólk í húsi innanvert tey mørk í ostaklokkuni, sum hjálanda­ veldið nú einaferð setur. Fyri nøkrum árum síðani var forseti ÍSF´s rættiliga optimist­ iskur um ein komandi limaskap í Olympiska felagsskapinum IOC. Javnaðarmaðurin; Heðin Mortensen, er meira svart­ skygdur nú, sambært Sosia­ linum. Sum hann sigur: Tað verður hvørki í dag ella ímorgin, at Føroyar fáa olymp­ iskan limaskap. Hann sigur eisini, at í útgangsstøðinum eru treytirnar hjá IOC, at tú skalt vera sjálvstøðugur limur í ST. Harvið er uppgávan sera einfald at loysa. Og vit loysa so ómetaliga nógvar aðrar trupulleikar í hesum landinum, um vit sleppa okkum av við einastu forðingina fyri allari altjóðagerð, sum er hjálanda­ støðan í danska ríkinum. Skal heimurin liggja opin fyri okkum, má og skal føroyski staturin skipast nú. Táið hesin er vorðin javnsettur limur í ST, er politiski doyvingarheilivág­ urin burtur, og ungir føroying­ ar í m.a. ítróttarkappingum kunnu tá møta sínum javn­ aldrum við egnum samleika, undir Merkinum, við Olymisku Leikirnar. Ymisku og tó ógvu­ liga líku trupulleikarnair hjá teimum báðum svimjarunum høvdu verið loystir við einum handabragdi. Hetta snýr seg bara um, at politiski myndug­ leikin í Føroyum brynjar seg við sama vilja og áræði, sum tey bæði Pál og Elspa eru so ríkiliga vælsignaði við. Ein republikk, og bara hon, loysir allar knútar á leiðini til optimalar og javnsettar møgu­ leikar. Vit eru 9. flokkur í Tofta skúla, og tað eru vit, ið standa fyri hesum blaðnum