Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-14, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Januar 2008 26 Floksblaðið – Valið 2008 Ein sterk vinna og íverksetan Olga BiskOpstø Tjóðveldi www.biskopsto.fo Føroyum tørvar eina sterka vinnu og íverksetan, skulu øll økið í landinum mennast javnbjóðis. Tørvur er á arb­ eiðsplássum, nýggjum vitanar­ tungum vinnum og íverksetan av øllum handans slag. Okkum tørvar eitt fjølbroytt vinnulív, undirveitarar og kapping innan allar vinnur, tað verið seg innan høvuðs­ og hjávinnuna. Fyritreytin fyri, at vinna og íverksetan skal blóma, er fyrst og fremst politisk. Fyri tað fyrsta krevst eitt fíggjarliga og fyriskipanarliga trygt samfelag, har sveiggini ikki eru ov stór, tað krevur skinsama fíggjar­ stýring og ein ábyrgdarfullan politikk. Harnæst er neyðugt við langtíðarætlanum, tí kan­ inir úr hattinum, í tíð og ótíð, kunnu veruliga skapa ótrygg­ leika og gera at eingin torir at gera munagóðar íløgur. Eitt nú at gera skattatiltøk, áleggja avgjøld, tekniskar forðingar o. a. uttan so at tað fyriliggur ein greið og gjøgnumskygd ætlan, ið er væl fyrireika og kunna. Tað næsta er lógar og reglu­ verk, ið ofta er illa umsitið, ógreitt, ógjøgnumskygt og til tíðir sera trupult at fáa skil á. Nógv orka fer til at seta seg inn í alt pappírsarbeiði, sum skal gerast, tá nýtt virkið skal stovnast, og alt ov nógv er ógreitt, at mong geva upp, áðrenn tey hava fingið fótin fyri seg. Alttjóða avtalur og sáttmálar hava alstóran týdning, skal vinnan hava javnbjóðis kapp­ ing úti í heimi. Í løtuni eru vit »Danmark for så vidt angår Færøerne«. Hetta gagnar okk­ um á ongan hátt, og er ein kleppur um beinini á føroysku vinnuni. Dagliga missir vinnan stórar møguleikar og penga­ uphæddir, tí avtalur ikki er gjørligar ella ikki er nóg góðar, tí vit ikki sjálvi umsita hetta málsøkið. Tað tekur tíð og er sera umstendiligt, skulu tær minstu broytingar gerast, tá alt sum vit gera skal umvegis eina fremmanda umsiting fyrst. Vit eiga at gerast limir í EFTA og EBS og harvið fáa fría atgongd til ES marknaðin og til útbúgvingar­, granskingar og mentanarassamstarvið í ES. Fullur limaskapur í ES er eitt mál, ið vit ikki eiga at at óttast at seta á dagsskrá í Føroyum. Hetta er eitt kjak, ein kunn­ leikatørvur og ein støðutakan, ið hevði verið gagnlig fyri okkum. Men sum so nógv annað, er eisini hetta kjakið knýtt at spurninginum um fullveldi. Vit kunnu undir ong­ um umstøðum taka støðu til ein ES limaskap, so leingi við eru undir aðrari yvirvaldsskipan. Danmark umsitur okkum, ið er umsitið av ES. Ein fløkt og sera býtt støða, ið vit sjálvi hava sett okkum í. Einki frælst vinnulív, uttan einar frælsar Føroyar – Tjóðveldi arbeiðir fyri at geva vinnuni og íverksetarum bestu kor at arbeiða undir, málið er eitt sterkt, fjølbroytt og burðardygt vinnulív, og tað verður arbeiðssetningurin í komandi tingsetu, kemur Tjóð­ veldi at ráða, hesum vil eisini eg borga fyri. Fólkið skal stýra málrættað og skilagott petur í túni Toftir valevni á lista E Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevur heitt á meg um at standa á listanum til løg­ tingsvalið hesa ferð. Tað geri eg fegin, tí eg av fullum huga taki undir við flokkinum, og tí eg við royndum frá bygda­ ráðsarbeiði seinastu trý árini einki hava ímóti at taka við fleiri politiskum avbjóðingum. Fyri okkara flokk hevur tað avgerandi týdning, at valdið í landinum er hjá fólkinum, sum búleikast her á klettunum, og ikki hjá nøkrum øðrum. So­ leiðis er tað í flestu londum kring heimin, og tað er ímóti øllum fólkaræðisligum skipa­ num, at vit skulu nýta tíð og orku til at stríða okkum leys av danska haftinum í staðin fyri ella samstundis, sum vit brúka hugflogið at økja um fram­ leiðsluvirðið og harvið økja grundarlagið fyri vælferðini og trivnaðinum hjá okkum sjálvum. At valdið er hjá føroyska fólkinum vil fyri meg siga, at Føroya fólk fær høvi at sam­ tykkja reglurnar, sum politik­ ararnir í Føroyum skulu stýra eftir. Tað hava føroysku velj­ ararnir ongantíð gjørt. Tí eigur nú beinanvegin at verða syrgt fyri føroyskari grundlóg, har tað á sama hátt, sum tað stendur í uppskotinum til stjórnarskipan, verður staðfest, at Føroyar eru land og føroyingar fólk, sum hava ómissandi rættindi. Um hetta hevðí komið til fólkaatkvøðu, so ivist eg ikki í, at flestir føroyingar høvdu tikið undir við hesum. Men enn hevur møguleiki ikki verið fyri at atkvøða um hetta. Hinir stóru flokkarnir hava ikki viljað lagt hetta fyri Løgtingið og føroysku veljararnar at taka støðu til. Kanska varð upp­ skotið um nýggja stjórnarskipan súltað í Løgtinginum, tí tað ikki hevði líkað dønum, at føroyingar staðfestu sína støðu og síni ómissandi rættindi. Eg haldi, at tað var ógvuliga harmuligt, at føroysku veljar­ arnir ikki fingu høvi at stað­ festa síni ómissandi rættindi, og eg haldi tað kennast serliga meint, um tað eru danir, sum fingu samgonguna aftur eftir hæli. Einasti máti at fáa hesi viðurskifti í rættlag er at at­ kvøða fyri Tjóðveldi. Tjóðveldi er eisini einasti flokkur, sum púra greitt og við fullkomnum gjøgnumskygni vísir á loysnir, hvussu vit skulu fara undir dynamiska útbygg­ ing av landinum, sum sjálvsagt skal trimma seg at taka lut í altjóða samfelagnum. Búskapargrunnur skal setast á stovn beinanvegin og um­ vegis grunnin skal blokkurin minkast við 80 milliónum um árið. Harvið verður stuðulin burtur í 2016, og tað ber við sær, at eingin fíggjarlig binding verður við Danmark um átta ár. Tað hevði betri sømt seg, heldur enn at tímaløntir danir skulu vera við til at fíggja vælferðina í Føroyum. Um mín flokkur fær makt, sum hann hevur akt, so ætla vit í fyrru helvt av valskeiðnum at skipa føroyskt ræði innan uttanríkismál, verjumál, út­ lendingamál, loftferðslumál og persóns­ og familjurættarmál. Ein føroysk lestrarstuðulsskip­ an til føroysk lesandi skal setast í verk. Tvey tey seinnu árini av val­ skeiðnum skulu skipast undir føroyskum ræði: løgregla, rætt­ arskipan, gjaldoyramál, pen­ ingamál og fíggjarvirksemi. Hetta eru alt mál og tiltøk, sum eg eri fullvísur í, at før­ oyingar fegnir vilja hava ávirk­ an og ábyrgd av. Á sama hátt, sum at føroyingar eru fegnir um, at fólkakirkjan nú er vorðin føroysk. Ein yvirtøka sum Tjóðveldi leingi hevur stríðst fyri. Fyri at atskiljingin millum Føroyar og Danmark skal vera skilagóð og væl frágingin, eiga samráðingar beinanvegin at verða tiknar upp millum partarnar um framtíðar sam­ starv og um, hvussu londini í felag eiga at boða altjóða sam­ felagnum frá um sjálvstøðugu Føroyar. Tá ið tann avtalan er komin upp á pláss, eigur hon at verða løgd fyri fólkið at taka støðu til. Tað er jú alt avgerandi, at valdið í Føroyum verður hjá føroyska fólkinum, sum skal stýra skilagott og miðvíst. sOfus DeBes JOhannesen Javnaðarflokkurin Nøkur av mínum hjartamálum eru: • Leggja fipurkaðal til skjótt breiðbandsamband í hvørt hús í Føroyum. Til tess at fíggja tað leggja vit FT Net í eitt alment partafelag og privatisera restina av Føroya Tele. Peningin fyri privatiseringina nýta vit at fíggja nýggja fipurnetið! • Stuðla ítróttinum meira og samantvinna ítróttin við fólkaheilsuætlan og skúlan. Við samstarvi við ítrótta­ feløgini á staðnum miðja vit eftir at hava ein tíma um dagin í skúlanum til rørslu. Hetta gagnar bæði innlær­ ingini í skúlanum og fólkaheilsuni! • Veita viðgerðartrygd fyri lívshóttandi sjúkur, soleiðis at viðgerðin byrjar seinast 2­6 vikur eftir, at sjúkan er stað­ fest! • Betra munandi um uppafturvenjingina av mistum før­ leika eftir sjúku ella skaða, so hendan verður á minst líka høgum støði sum í grannalondum okkara! • Økja um játtanina til gransking, tí við øktari gransking og betraðum skúlum, betra vit vælferðina! • Økja um tilvitskuna at nýta varandi orkukeldur. Sjálvandi taka vit ábyrgd av at minka um alheims dálkingina og vera við á veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn komandi ár, har vit binda okkum saman við hinum londunum at minka um dálkingina! • Førleikamenna allar starvsbólkar. Við at seta pening av til førleikamenning skapar tú betri starvsfólk og betri trivnað á arbeiðsplássinum! Vilja tit stuðla hesum, skulu tit seta X við lista C Hjartamálini hjá Sofusi