Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juni 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 103 - 1. juni 2001 Nr. 103 - 1. juni 2001 21 gult20 cyan20 magenta20 svart20 gult21 cyan21 magenta21 svart21 Nýskapandi mentanarkvøld Í dag, fríggjadagin, verður stórt mentan- arkvøld í høvuðs- staðnum. Nógv mentunarlig tiltøk vera á skránni, og handlarnir fara at hava opið til langt út á kvøldið MENTANARKVØLD Stefan í Skorini Ingigerð á Trøðni er leiðari á Kunningarstovuni, og hon hevur verið við til at sam- skipa tiltakið, sum fyri fyrstu ferð er fyriskipað í Havn. Eitt líknandi tiltak hevur verið í Klaksvík, og tað eydnaðist væl. – Orsakað av verkfallin- um hevur verið eitt sindur av óvissu um tiltakið, og tí hava vit verið eitt sindur seinkað, men nú er alt fallið uppá pláss, sigur Ingigerð um fyrireikingarnar. Tað var felagið Tórshavn, ið heitti á hana um at sam- skipa tiltakið. Handlarnir í miðbýnum komu við hug- skotinum um at skipa fyri einum slíkum tiltaki, har fleiri mentunarlig tiltøk eru, og handlarnir hava leingi opið. Tað er felagið Tórshavn, sum varð sett á stovn í 1984, ið stendur aftanfyri Kunningarstov- una. – Ein nevnd varð sett, sum var úti og spurdi handlar og fólk um tey vildu vera við, og hvat tey kundu hugsa sær at gera. So skal eg syrgja fyri, at tey neyðugu loyvini eru í lagi, og at alt praktiskt hongur saman, sum tað skal, sigur Ingigerð á Trøðni. Sum dømi kann nevnast, at Fornminnissavnið boð- aði frá, at tað vildi vera. Síðani avgerð savnið sjálvt, hvat skal fara fram hetta kvøldið. Nógv áhugaverd tiltøk Endamálið hjá Felagnum Tórshavn og við hesum til- takinum er at gera býin áhugaverdan hjá fólkinum, ið búleikast her, og hjá vitj- andi. Tað er eisini eydnast við Mentanarkvøldinum. Byrjað verður fríggja- dagin. Fyri at alt skal vera gjørt á rættan formellan hátt, so verður ein setan á Vaglinum, har Gunnar Hoydal fer at flyta fram røðu. Eisini verður tónleik- ur á skránni við setanina. Jassarnir fara at spæla um- framt at barnakórið hjá Tórshavnar Musikkskúla og Havnar Hornorkestur syngja og spæla. Fleiri tiltøk vera fyri børn klokkan 15. Barnagarðurin á Argjum fer at syngja á torginum í SMS, meðan børn kunnu fáa andlits- máling í Sjónleikarhúsin- um. Fleiri ógvuliga forvitnis- lig tiltøk vera á skránni í býnum í kvøld. Millum annað fer Fornminnissavn- ið at flota tríggjar bátar uppi í Hoyvík. Síðani verð- ur róð til Havnar, har tiltak- ið verður sett, og róð verður aftur til Hoyvíkar. Mótaframsýningar fara eisini at seta sín dám á. Klokkan 18 verður móta- framsýning í Dr. Jakobs- ensgøtu við Keypssamtøk- una, har nakrir handlar har um leiðir hava skipað fyri framsýningini. Eisini niðri í Vágsbotni verður mótaframsýning. Hon byrjar klokkan 20, har nýggjasti mótin verður sýndur fram fyri áhugað- um. Handlarnir, sum upp- runaliga eiga hugskotið til tiltakið, fara at hava leingi opið. Handlarnir í miðbýn- um hava opið til klokkan 23, meðan Handilskjarnin stongir klokkan 22. Í SMS hava tey veruliga brynjað seg út, tí har steingir ikki fyrr enn á midnátt. Yrkingar Høvuðsdentur verður lagd- ur á mentanina. Skipað verður fyri upplestri av yrk- ingum og frásagnum. Gríma hevur skipað fyri, at Eyðun Johannesen og Johan Norðfoss fara at siga frá gomlu Havnini. Teir tríggir høvundarnir Jóanes Nielsen, Carl Johan Jensen og Oddfríður Marni Rasmussen fara at lesa yrk- ingar í fleiri støðum. Klokkan 21.30 lesa teir yrkingar í SMS, og seinni verður yrkjarakvøld í Pæt- ursastovu. Hetta verður klokkan 22.30. Møguleiki verður harum- framt at síggja nakað av gomlu Havnini. Gongutúr- ur við ferðaleiðara verður av Tinganesi og út á Reyn, har vitjað verður í Havnar Kirkju. Eigarin av elsta handlin- um í Havn fer at vísa fólkið runt har. Andreas í Vágs- botni er elsti handilin, og hann varð bygdur umleið 1760. Fólk fáa høvi at síggja í gamlar handilsbøk- ur hjá teimum ymsu hand- ilsmonnunum, sum hava havt sítt virki har. Leingi á veg Ingigerð á Trøðni sigur, at tey hava arbeitt við hesum tiltakinum síðan apríl mán- að, tá tey av álvara fóru undir at fyrireika mentanar- kvøldið. Hon sigur, at síðan tað kom fram í fjølmiðlunum, hava nógv fólk verið á gátt í Kunningarstovuni og spurt seg fyri um skránna og onnur tiltøk. Einasti vandin við einum slíkum tiltaki er, at tað eru ov nógv mentanarlig tiltøk. Tað kann tí vera ov smábýtt millum tey ymsu tiltøkini, men Ingigerð sigur, at onkustaðni skal byrjast. – Nú gera vit tað soleiðis, og so vóni eg, at grundar- lagið er í lagi. Eg vóni eis- ini, at vit kunnu gera hetta aftur, sigur samskiparin Ingigerð á Trøðni at enda. Tiltakið verður sett á Vaglinum, har Gunnar Hoydal heldur røðu Mynd: Álvur Haraldsen Gongugøtan verður óivað stúgvandi full av fólk, tá tiltakið fer at bakkastokki Mynd: Álvur Haraldsen Samskipari av tiltakinum hevur verið Ingigerð á Trøðni, og hon vónar, at tiltakið verður aftur C M Y K 21 20