Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Januar 2008 25 Floksblaðið – Valið 2008 Egin HEnriksEn Miðflokkurin Tað kundi ikki fallið mær til hugs, at biði teg valt meg, um eg ikki hevði álit á mær sjálvum. Inniverandi valskeið havi eg verið varatingmaður, og eg havi í hesum sambandi verið í Løgtinginum fleiri ferðir. Hetta hevur bert sannført meg enn meira um, at eg kann vera við til at hækka tað politiska støðið og bera Føroyar fram á. Eg standi fyri einum varnum búskaparpolitikki, men nógv av tí, ið hoyrist í dag, minnir meg ikki sørt um 80-ára pol- itikkin. Tað má ikki endurtaka seg, at eitt fíggjarligt skrædl endar í landskassanum, og tí er umráðandi við búnum fólki í landsins leiðslu. Vit í Miðflokkinum hava sett okkum fyri at útbyggja sam- felagið við skynsemi, har ikki alt kann gerast í senn, men har vit hava greið mið og mál og vilja hava hóskandi gongd á alla tíðina. Nøkur umráðandi mál, ið verða at fremja í nærmastu framtíð, eru m.a.: • Barsilsfarloyvi upp á mini- mum 1 ár - fyri at geva barni og móður tess betri byrjan. • Barnafrádrátturin setast upp – hetta er neyðugt, serliga tí at matvøruprísirnir eru nógv hækkaðir og væntandi vera nýggjar príshækkingar á vørum og tænastum í næstum. • Pensiónin má setast upp – eisini við dýrtíðini fyri eyga. • Lestrarstuðulin skal, sum rætt er, eisini umfata miðnáms- næmingar yngri enn 18 ára aldur. Um tú góði lesari er ein av teimum veljarum, sum hevur kent seg sviknan av tí flokki ella persóni, ið tú áður hevur valt, so fari eg eisini at heita á teg um at royna meg til hetta valið. Í øllum førum fær tann vanligi føroyingurin eina rødd á Løgtingi, um tað hepnast mær at verða valdur. »... at bera tað merkið, sum eyðkennir verkið, ið varðveitir Føroyar, mítt land!« Tú finnur meg á lista H Hey góði veljari! Eg bjóði meg fram sum valevni tygara til løgtingsvalið á lista Miðfloksins rEgin Ellingsgaard Fólkaflokkurin Sjálvbjargni Vit stevna móti sjálvbjargni. Mál okkara er, at øll málsøki eru yvirtikin í 2015. Hvussu kunnu vit hava samráðingar um millumlandasáttmálar hangandi í skjúrtinum á frem- mandari tjóð? Sjálvstýri og sjálvbjargni sum skjótast! Eg eri sjálvstýrismaður, tað er ongin ivi um tað. Skúli og mentan, avriksløn Kunnleikastøðið hjá næming- um (og frálæran hjá lær­ arum) verður eftirmett við landsroyndum og støðuroynd- um. Um 10 ár eru vit millum 10 tey fremstu í PISA. At frálæran hjá lærarum verður eftirmett, skal eftir míni hugsan nýtast til at geva lær- arum avriksløn. Til at meta um avrikið eru fleiri góð am- boð. Spyr eisini foreldur, næm- ingar og skúlaleiðslu. Kanna áhuga lærarans í at eftirút- búgva seg og eisini hvønn áhuga næmingarnir hava í at halda fram á yrkisleið, bókligari ella verkligari, hvussu eggjanin hevur verið. Hetta eru nakrir møguleikar at nýta í eftirmet- ingini. Við avriksløn fáa vit ein fram- takshugaðan skúla og eina framtakshugaða undirvísing. Nú standa fleiri miðnáms- skúlar í gerð, men enn er eftir at fáa gongd á studentaskúlan í miðstaðarøkinum. Besta loysnin er at fáa bygt skúladepil í Marknagili sum skjótast. Altjóða lærdur háskúli verð- ur settur á stovn. Lesið meira í Visjón 2015 MÁL OG VEGIR s.83-s.96. Granskingarum- hvørvið kann tá mennast munandi, eisini og helst serliga við millumtjóðasamstarvi. KT-vinna og fjarskifti Nýtslan av kunningar- og samskiftistøkni í tí almenna, í skúlaverkinum og í vinnuni skal vera við til at lyfta tað føroyska samfelagið frá ídnað- arsamfelag til innovatións- samfelag (nýskapandi samfel- ag). Hetta vil viðføra, at øll tann føroyska vinnan kann gera seg galdandi á altjóða palli. Her skal leggjast afturat, at besta breiðband eigur at vera millum Føroyar og onnur lond. Tíverri er samskiftiskostnaður- in í so høgur sum er. Sum part av dygdarkrøvum í sambandi við nýbygging er sama kravið eisini galdandi, at besta breiðband er lagt til hvørt hús og hvørja íbúð. Gott val og serliga gott Fólkafloksval! Góðu veljarar! Gott nýggjár! Tað, sum er sett við skáksrift, er tikið úr valskrá Fólkafloksins 2008. Tordur J. niclasEn Listi H Menningin kemur ikki av sær sjálvari, men er tekin um eitt fólk við áræði og einum hug- burði, sum festir seg við møgu- leikar og vinnur á forðingum. Vit fegnast um tað virkis- fýsni, sum menn og kvinnur hava víst, soleiðis, at vinnulívið í Eysturoynni stendur í blóma. Heilsuøkið Eisini innan heilsuøkið hevur Eysturoyggin vunnið seg fram. Sjúkraflutningstænastan, sum eg á sinni var við til at seta í verk, er komin fyri at vera og hevur hendan roynst holl og verið av stórum týdningi. Longi skuldi stríðast fyri apoteki í Runavík – eitt stríð, sum loksins gav úrslit. Ein tænasta sum eisini er komin fyri at vera. Laboratoriið tænastan kom fyri nøkrum árum síðan. Eisini tað var eitt baks. Men hvør vildi verið hana fyri uttan í dag? Tó er tænastan í Runavík ikki nøktandi! Her eigur at verða opið minst tvær ella tríggjar ferðir um vikuna og ikki sum nú, bert ein dag! Hetta skal broytast! Kommunulæknatænastan er ikki nøktandi í løtuni, har skiftandi vikarar røkja tey leysu størvini. Her má størri orka leggjast í at fáa læknar og at fáa hesar at støðast! Umráðandi við neyðugari játtan Innan eldraøkið hava kom- munurnar í Eysturoynni fyri- myndarliga gingið á odda, tá talan er um byggja/keypa bústaðir til eldri. Her hava kommunupolitikarar av sonn- um sýnt ábyrgd. Eisini í byggjan og útbyggjan av Eysturoyar Røktar-og ellis- heimi hava kommunurnar gingið á odda og tikið tøk til frama fyri tey av okkara gomlu, ið hava røkt og umsorgan fyri neyðini. Undir trongum fíggjarkarmi ger starvsfólkið eitt megnar arbeiði. Her má vend koma í, soleiðis, at játtanin altíð gevur rúm fyri, at nóg mikið av starvsfólki kann vera til arb- eiðis allar 24 tímar um døgn- ið!! Bústovnar-og verkstøð, við dugnaligum starvsfólki, skapa góðan karm um gerandisdagin hjá mongum. Ov fáir valmøguleikar Tað eigur at vera soleiðis, at um fólk, líka mikið hvussu tey annars eru fyri, ynskja at vera heima hjá sær sjálvum – eisini í ellisárum, so skal hesin møguleiki veitast teim. Hetta kann eisini vera eitt ynski sum teirra avvarðandi hava!! Tað kann ikki vera rætt, at hesi sjálvsøgdu rættindi skulu avmarkast til hvat fíggjarliga loysir seg fyri eina almenna skipan. Stilli upp aftur Nú eg stilli upp til løgtingsvalið tann 19. januar hevði eg verið sera takksamur fyri tín stuðul. Hjartamál mítt er framvegis at vera við til at varðveita tey góð gomlu kristnu virðini innan lógarverkið, virðir, sum hava verið grundstøði undir før- oyskari mentan í øldir og at stríðast fyri korum teirra, sum vegna sjúku, brek ella elli, hava tørv á neyðugari hjálp. Eisini vil eg leggja alla orku í, at nóg stór játtan verður veitt, soleiðis, at arbeiðs- umstøður starvsfólkanna verða fult út nøktandi. Ein heilsan til eysturoyingar Tað er ein fragd at síggja ta menning, sum á so mongum økjum er farin fram í Eystuoynni VinJard JoHansEn Valevni hjá Miðflokkinum Vit eiga nógvar evnaríkar tón- leikarar og sangarar her á landi. Dagliga síggja vit nýggj- ar fløgur við heimagjørdum tilfari koma á tann føroyska marknaðin. Vit hava eisini sæð nøkur skarað burturúr, nøkur ið hava fingið møguleikan at seta síni spor innan tónleika- heimin uttanlands. Føroyar kunnu selja seg sum ein tónleikatjóð, um bert vit seta pening av til at markn- aðarføra hesa vøru, vit longu nú framleiða og eiga. Her er talan um eina vøru, ið kann geva nógvan pening aftur í landskassan, um farið verður rætt at. Hetta er nakað, eg fari at arbeiða við, komi eg inn á ting eftir komandi løgtingsval. Tí fari eg at heita á øll tón- leikaahugaði um at seta kross- in við lista H Tónleikur ein útflutningsvøra Føroyar kunnu selja seg sum ein tónleikatjóð, um bert vit seta pening av til at marknaðarføra hesa vøru, sum vit longu nú framleiða og eiga Ein tunnil útilokar ikki ein skúla rodmundur niElsEn Valevni Fólkafloksins Havandi í huga framtíðar menning av samfelagnum, er tað týðandi, at samferðslan verður útbygd, her verður hugsað um tunnlar undir og omanfyri sjóvarmálan og vegir. Og er tað av størsta týdningi at fíggingarmynstrið av hesum íløgum verður soleiðis, at tað eisini er pláss fyri øðrum út- byggingum av samfelag okk- ara, sum skal mennast enn meira komandi árini. Íløgur í samferðslukervið eiga ikki at vera blandaðar saman við eitt nú bygging av skúlum og ellisheimum. Við skilagóðari fíggjarstýring og við dirvi at hyggja inn í fram- tíðina verður pláss fyri báðum. Vinarliga Rodmundur Nielsen, valevni Fólkaflokksins á Lista A, sjálvandi! TíðindaskriV Hóskvøldið 17. januar verður fólkaflokskafé í Losjuni í Gøtu kl.19.30. Á skránni er politiskt kjak um spennandi evni, tónleikur og kaffi við góðum afturvið. Høvi verður at práta við fleiri valevni. Fólkaflokkurin Fólkaflokskafé