týsdagur 15. januar 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 10 - 15. januar 2008
Valfundurin í Hvalba
í gjárkvøldið bleiv ein
rættiligur hvøkkur
fyri áhoyrararnar,
tá ið tvey høvuðs
valevni hjá Javnaðar
flokkinum fóru at
skjóta við skørpum
eftir hvørjum øðrum
fyri opnari mikrofon
og so pínligari støðu
hevur formaður
Javnaðarfloksins
neyvan nakrantíð
áður verið í á einum
almennum valfundi
Valfundur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin
Tey, sum hava saknað
valfundur av tí góða gamla
slagnum, skuldu havt verið
í Roynhøllini í Hvalba í
gjárkvøldið.
Har var óvanliga nógv
fólk møtt á valfundi í
gjárkvøldið og tað kann
ikki sigast annað, enn at
teir 500 áhoyrararnir fingu
ein minniligan valfund við
sær til húsar aftur.
Men hetta var eisini ein
valfundur, sum Javnaðar
flokkurin uttan nakran sum
helst iva helst vil sleppa at
jarða
og
gloyma
sum
skjótast.
Á fundinum hendi nevni
liga tað, at tvey av høvuðs
valevnunum
í
Suðuroy,
Jóannes Eidesgaard, sum er
formaður í Javnaðarflokki
num endaði í opnum stríði
við Nitu Næs, sum er besta
boðið upp á ein kvinnuligan
tinglim í Suðuroy.
Tað
endaði
við,
at
løgmaður var so kroystur,
at hann føldi eg noyddan til
at seta Nitu Næs upp á pláss
fyri opnari mikrofon.
Men Nita Næs svaraði
líka kontant aftur og skeyt
løgmann beint í eina av
hansara eymu líktornum.
Boraðu í
Javnaðarflokkinum
Ikki óvæntað bleiv eftir
skúlin
í
Hvalba
eitt
høvuðsevni á valfundinum.
Allir flokkar hava boðað
frá, at teir taka fult undir
við ætlanini at byggja
eftirskúla í Hvalba.
Men
Javnaðarflokkurin
hevur verið í eini serligari
støðu, tí eitt av valevnunum
hjá flokkinum, Nita Næs,
sum enntá eisini er úr
Hvalba, hevur barst við
hond og fót ímóti at eftir
skúlin verður lagdur við
fótbóltsvøllin í Hvalba, har
ætlanin er at byggja hann.
Hon hevur tó altíð lagt
stóran dent á, at hon avgjørt
er fyri at eftirskúlin verður
lagdur í Hvalba, men hon
vil hava eitt orðaskifti um,
hvar hann skal byggjast og
við fótbóltsvøllin skal hann
so ikki vera.
Støðan
hjá
Javnaðar
flokkinum
gjørdist
ikki
betri av, at Nita Næs sama
dag, sum valfundurin var
sendi faldara í hvørt hús,
har hon greiddi frá, hví hon
er ímóti at byggja eftir
skúlan við fótbóltsvøllin.
Eftirskúlin er ein stór
ætlan, tí hann kostar einar
90 milliónir krónur at
byggja og hann førir eini
1215 almenn arbeiðspláss
við sær, umframt tað av
leidda virksemi, sum ein
slíkur stovnur førir við sær.
Tí gjørdu fleiri valevni
eftirskúlan til eitt høvuðs
mál í valfundinum, tí teir
ásannaðu, at hann fer at fáa
ómetaligan týdning fyri eitt
pláss sum Hvalba og tað
var funnin frensur hjá
teimum at bora í tvístøðuni
í Javnaðarflokkinum.
Tað gjørdu áhoyrararnir
sanniliga eisini, tá ið teir
fingu høvi at spyrja, tí nógv
teir flestu spurningarnir
vóru júst um eftirskúlan.
Idiotiskur spurningur
Nita Næs tvíhelt um sína
mótstøðu ímóti at byggja
eftirskúlan við fótbóltsvøll
in og Jóannes Eidesgaard
kom mestsum í neyð, tá ið
hann aftur og aftur royndi
at sannføra áhoyrararnar
um, at Javnaðarflokkurin
tekur fult og heilt undir við
ætlanini at byggja eftir
skúlan.
Men hetta var torført hjá
øðrum valevnum og fund
arfólki at taka fyri fult, tá ið
lokala valevni hjá sama
flokki framhaldandi helt
fast við sína støðu.
Tað leikaði hart á og at
enda vildi ein áhoyrari hava
greitt at vita frá Nitu Næs,
um hon hevði atkvøtt fyri
ella ímóti einum eftirskúla í
Hvalba, verður hon vald á
ting.
Nita Næs staðfesti, at hon
vildi framvegis ikki hava
skúlan við fótbóltsvøllin
og hon góðtók ikki, at
hvalbingar høvdu fingið
eitt ultimatum, at antin skal
skúlin byggjast við fót
bóltsvøllin,
ella
verður
hann ikki bygdur yvirhøvur.
Tí helt hon, at spurningurin
var idiotiskur, sum hon
málbar seg og tí vildi hon
ikki svara upp á hann.
Skutu hvønn annan
Tað man vera langt síðani,
at
Jóannes
Eidesgaard
hevur verið í eini so pínlig
ari støðu á einum almennum
valfundi og tað endaði
eisini við, at hann føldi seg
noyddan at seta Nitu Næs
upp á pláss fyri opnari
mikrofon.
Hann gjørdi greitt, at sum
formaður í Javnaðarflokk
inum kundi hann boða frá,
at orðini hjá Nitu Næs
standa fyri hennara egnu
rokning.
Javnaðarflokkurin tekur
heilt og fult undir við
eftirskúlanum í Hvalba og
longri er tann søgan ikki,
segði hann
Hann legði eisini dent á,
at tað er kommunan sum
gevur byggiloyvi. Spurn
ingurin um, hvar skúlin
skal vera, skulu landsstýrið
og løgtingið halda fingrar
nar vekk frá, tí tað er
kommunan einsamøll, sum
gevur byggiloyvi og ger av,
hvar skúlin skal vera.
Men orrustan ímillum
valevninini hjá Javnaðar
flokkinum var ikki liðug
enn, tí Nita Næs svaraði
líka kontant aftur og skeyt
løgmann aftur beint í eitt av
hansara eymu líktornum
Eg vil bara siga eitt
stættarstríðið í Føroyum er
als ikki av, kunngjørdi hon.
Hetta var ein týðiligt
spark til formannin í Javn
aðarflokkinum, sum í eini
formansfrágreiðing á einum
landsfundi í flokkinum fyri
einum tveimum árum síðani
staðfesti, at stættarstríðið er
av og at tað er vunnið. Hetta
hevur
Javnaðarflokkurin
hoyrt nógv fyri síðani, bæði
frá politiskum mótstøðu
monnum og frá fakfelags
rørsluni og nú fekk hann
tað so aftur skotið í skógv
arnar fyri opnari mikrofon
frá sínum egna valevni.
Demokratisk avgerð
Tað vóru eisini mong onnur
valevni, sum tosaði um
eftirskúlan og fleiri vísti á,
hvussu stóran týdning, hann
fór at fáa fyri Hvalba,
Suðuroynna alla og fyri
allar Føroyar.
Men teir vístu eisini á, at
tað
var
nyttuleyst
hjá
valevnum til løgtingsvalið
at tosa um, hvar skúlin
skuldi vera, tí tað er ein
spurningur, sum kommunan
avgerð einsamøll.
Teir førdu eisini fram, at í
hesum føri hevur málið
verið ígjøgnum alla myln
una og ein avgerð er tikin á
fólkaræðiligum
grundar
lagi. Sipað varð til, at
bygdaráðið hevur einmælt
samtykt at eftirskúlin kann
byggjast við fótbóltsvøllin.
Mótmæli eru send inn
lendismálaráðnum og har
er avgerð eisini tikin og hon
sigur, at skúlin kann byggj
ast á økinum. Men verður
skúlin ikki bygdur skal økið
fáa frið.
Tað vóru eisini onnur
lokalmál frammi á valfundi
num í Hvalba og eitt, sum
fall í góða jørð, var, at allir
flokkar lovaðu at virka fyri,
at hvalbiartunnilin verður
raðfestir frammaliga.
Valevni hjá Javnaðarflokkinum skutu
við skørpum - eftir hvørjum øðrum
Støðan var spent við borðið, har umboðini hjá Javnaðarflokki
num sótu á valfundinum í Hvalba í gjárkvøldið. Frá vinstru
eru tað Mikkjal Sørensen úr Javnaðarflokkinum, Jaspur
Vang, Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, Maria Joensen úr
Javnaðarflokkinum, Selma Sandá úr Sjálvstýrisflokkinum og
Nita Næs úr javnaðarflokkinum, sum fekk ein høvuðsleiklut á
fundinum
Fundarfólkið fekk ein óvanliga lívligan og undirhaldandi valfund í Hvalba í gjárkvøldið, men tað
er lítið at ivast í, at hetta var eitt upplivilsi, sum Javnaðarflokkurin vildi verið fyriuttan
Listaframsýning á Mentamálaráðnum
Hans Jørgen Remmer letur upp listaframsýning í Mentamálaráðnum hósdagin 17.
januar 2008 kl. 15.00. Listaframsýningin hevur heitið ”Ferðafólk”, og sýnir hann
fram verk á pappíri, vatnlitir, pastel og tekniblekk saman. Menniskjan verður lýst,
og hevur hvíta pappírið ein týðandi leiklut í framsýningini. Hans Jørgen Remmer er
føddur miðskeiðis í tredivunum í Danmark, har hann eisini er uppvaksin. Á sumri
1975 flutti hann saman við familjuni til Føroya at búgva og var við á Ólavsøku
framsýningini í Listaskálanum í 1975 og 1976. Hann hevur málað í ymiskum lond
um, t.d. í Íslandi, í Grønlandi og í París í 50’unum, og hevur luttikið á fleirtjóða
framsýningum, í Wiesbaden, Týsklandi og í Canada í 1969. Málikynstrið tók hann
upp aftur av álvara í 99’. Til ferniseringina fara Maria Heinesen og Anna Smith fara
at spæla barokktónleik. Framsýningin verður hangandi til 15. apríl 2008.
Val karaoke í Glitni
Glitnir skipar fyri valkaraoke fríggjakvøldið 18.01 frá 23.00.
Ætlanin er at fáa valevni frá flokkunum at royna seg við sangi.
Skipað verður fyrst fyri einum umfarið, har hvør flokkur fær 3
sangir hvør, valevnini fyri flokkarnar avgera sjálvi hvør syngur.
Síðan verður mett um hvussu eydnaðist og eftirfylgjandi fær hvør
flokkur enn møguleika at syngja 2 sangir. At enda fær vinnandi
flokkuin høvi at syngja 2 sangir, umframt møguleika at agitera
og koma við einari seinastu áheitan “um at velja rætt”. Loyvi er
sjálvandi at agitera og royna at tiltuska sær nakrar atkvøður gjøgn
um alt kvøldið, og møguleiki er somuleiðis at hava plakatir við –
hesar kunnu heingjast upp áðrenn tiltakið byrjar.