Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-15, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 2008síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

50 Nr. 10 - 15. januar 2008 Festi leyst á Norðtoftum Við heimild í § 2 í løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð lýsir Búnaðarstovan við hesum niðanfyri nevnda festi leyst: • matr. nr. 22, lutir innangarðs Suður í Á 5.430 m2 velt lendi og Norðara Gerðismørk 3.716 m2 óvelt lendi. • matr. nr. 44a uttangarðs, 8 gyllin í felagshaga (Norðtoftahagi, sum íalt er 4 merkur) Eingir bygningar eru á festinum. Persónar, sum lúka treytirnar til jarðarbrúks­ kunnleika sambært § 2 í kunngerð nr. 95 frá 23. oktober 2007 um umsiting av landsjørð, og sum kunnu lúka treytirnar um bústaðarskyldu sambært § 5 í løgtingslóg um landsjørð, kunnu søkja um festið. Nærri upplýsingar um festið kunnu fáast við at venda sær til Búnaðarstovuna, tlf. 47 90 00. Freistin at søkja um festið er 18. februar 2008. BÚNAÐARSTOVAN Frammi í Dali 166 • 410 Kollafjørður tlf. 47 90 00 • fax 47 90 20 bst@bst.fo ▪ www.bst.fo STØRV Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM Lønar- og setanartreytir samb. sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Tað er umsøkjarans ábyrgd at umsóknin er Lønar- og starvsfólkadeildini í hendi, áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn við CV, autorisatión, prógvum, skjølum o.l. skal sendast til: Landssjúkrahúsið, Lønar- og starvsfólkadeildin, FO-100 Tórshavn Á Skurðdeplinum er eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv sum leiðsluskrivari leyst at søkja til setan 1. mars 2008 til og við 28. februar 2009 við møguleika fyri leingjan. Førleikakrøv: • Fakligan kunnleika og royndir innan fíggjarstýring og fyrisiting • KT-førleika á víðkaðum støði • Evni at arbeiða sjálvstøðugt og at viðgera trupulleikar, sum hava skund • Góð evni at samskifta í skrift og talu • Hevur evni at raðfesta og ætlanargera arbeiðið • Hevur evni til at viðlíkahalda og menna egið fakligt støði og arbeiða fyri einari persónligari menning • Góð samstarvsevni • Góður røkjuskapur • Tænastuhugað/ur Ábyrgdarøkið: • Fíggjarstýring • Starvsfólkaumsiting • Verða við til at tryggja, at deildin virkar undir teimum fyrisitingarligu, rakstrarligu og fíggjarligu karmum, ið settir eru, og at hetta verður gjørt á skilabesta hátt • Høgra hond hjá depilsleiðsluni • Viðlíkahalda heimasíðu og intranet • Skrivari fyri útbúgvingarábyrgdarhav andi • Ymiskar uppgávur, sum depilsleiðslan býtir út Nærri fæst at vita um starvið við at ringja 304500 til Jákup Midjord, leiðandi yvirlækna, lokal 5100 ella til Sólvu Hjelm, leiðsluskrivara, lokal 5103. Umsóknarfreistin er 29. januar 2008 kl. 12.00 Tíðaravmarkað starv sum leiðsluskrivari Landssjúkrahúsið J.C. Svabosgøta 100 Tórshavn Tel: +298 30 45 00 Fax: +298 31 42 53 lsh@lsh.fo www.lsh.fo Á Landssjúkrahúsinum • er sjúklingurin í miðdeplinum • eru umleið 200 seingjarpláss • eru umleið 20 læknafakligar sergreinir • eru psykiskar og somatiskar seingjardeildir • eru umleið 800 fólk í starvi í roykfríum umhvørvi • er virðiligur samverutóni óansæð kyn, húðalit, politiska-, átrúnaðarliga- ella seksuella orientering Januar-kappingin Hvønn dag í januar mánaða verða Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum. Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika hevur tú at vinna. Sendið okkum loysnina innan mána­ dagin 4. februar 2008 kl. 10.00 og viðmerkið brævbjálvan »Sudoku«. Vinningur í januar er 2 M­semiflex flogferðaseðlar við Atlantic Airways. Virði Kr. 6.304,­ Drigið verður aðru vikuna í februar. Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan verða loyst. Navn: Bústaður: Telefon: Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn Merkið brævbjálvan »Sudoku« Vinningurin í januar 2 M-semiflex ferðaseðlar frá Atlantic Airways. Virði Kr. 6.304,- Vinnarin av desember­kappingini: Ásgerð Thomsen Langatún 12 100 Havn lýsingar