Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 11 - 16. januar 2008 Ein dagin í farnu viku vóru tær báðar vinkonurnar, Dora og Durita farnar út at trilla við børnum sínum í Runavík. Ein slíkan góðveðursdag slepst kortini ikki undan at fáa sær ein bita, og hvar er meiri natúrligt at fara inn enn í næstu mastovuna í býnum – Blikk-café’ina. Her bíløgdu tær ein góðan bita til sín og børnini. Men ikki fingu tær frið at eta rættiliga leingi, fyrrenn um- boð fyri Rás 2 komu at órógva friðarligu løtuna. Viðkomandi vildi vita, hvat tær hugsaðu um poli- tikk og valtjakið. Hetta hevði ikki teirra stóra áhuga, hóast tað er fyrstu ferð at tær skulu til valborð- ið. Tær báðar vóru kortini ikki í iva um, at tær fóru at velja Miðflokkin. - Men veit, hvat flokkurin stendur fyri, siga tær báðar. sb. Vit, mammur og pápar í Føroyum Les meira á www.tjodveldi.fo Náttúran er bert til láns. Hetta er sannari nú enn nakran- tíð. Føroyar eiga at taka altjóða ábyrgd og ganga á odda í tilfeingisrøkt. Tað er okkara skylda at tryggja, at børn okkara eisini kunnu njóta okkara ríka umhvørvi. Tjóðveldi hevur fi mm hjartamál: Altjóða samstarv, Okkara samleiki, Full ábyrgd, Ríkt umhvørvi og Veruligt frælsi. Greið mál og klokkuklárar hugsjónir um einar frælsar Føroyar. Hjartamál 4/5 Ríkt umhvørvi Nú skulu okkara umhvørvi og tilfeingi tryggjast børnunum Fyrstu ferð á val Ein góður biti kemur altíð væl við – vinstrumegin Dora og hinumegin borðið Durita Mynd: Jens Kristian Vang