Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 11 - 16. januar 2008 Tá Magni Laksáfoss og Tórbjørn Jacobsen taka gittaran í hond og syngja á nøkrum, sum líkist grøn­ lendskum, afturvið bassinum hjá Johan Dahl, er tað eitt dømi um nýggjar tíðir í føroyskum valstríði. Sambandsflokkurin og Tjóðveldið ferðast kring landið við einum politiskum sirkusi, har politiski boðskapurin er latin í ein ógvuliga undirhaldandi búna Kampurin um hendan neyðars krossin, sum velj­ arin skal festa á blað leygardagin, hevur ongantíð verið harðari enn nú. Fyrr var gamalt, at plakatir vórðu ikki settar upp fyrrenn náttina fyri vali, men nú hava plakatir á stødd sum hálvir hond­ bóltsvøllir longu prýdd húsaveggir í fleiri vikur. Og nú landið er blivið eitt valdømi, er veljarin eisini vælsignaður við plakatum av valevnum úr øllum landinum. Tað vísir seg bara at vera hugflogið, sum setir markið fyri, hvat valevni kunnu finna uppá fyri at fáa atkvøðuna. Í valstríðnum hesuferð, eru Sambandsflokkurin og Tjóðveldið mangan skuld­ settir fyri at vera farin í skrásett parlag. Kanska er tað nakað um tosið. Í øllum førum eru mótpólarnir báðir á ríkis­ rættarliga økinum, farnir í holt við sítt egna, alterna­ tiva valstríð, har teir hava latið politiska boðskapin í einum undirhaldandi búna. Og ikki skerst burtur, at undirhaldsvirðið er størri enn upplýsandi virði. Men so skal eisini sigast, at undirhaldandi, tað er tað fyri allar pengarnar og inn ímillum sluppu flokkarnir so av við ein boðskap, hóast teir ansaðu væl eftir ikki rættiliga at jarðleggja hvønn annan. Á skránni vóru bæði torutalur, talvkjak, spurn­ ingar og sangur og skemt. Men tað stutta av tí langa er, at hvør veljari hevur bara eina atkvøðu í part og ein gamal eysturoyingur rakti seymin á høvdið, tá ið valevni nummar sekstan hevði verið inni á gólvinum og biðið um hansara atkvøðu. Turrisliga svaraði hann: “ja, ja, eg skal strekkja meg so langt, sum eg kann” Hesa fortaldi Tórbjørn Jacobsen eisini á valsirkus­ fundinum hjá sambandinum og tjóðveldinum í Vági í gjárkvøldið. Vit lata nakrar myndir tala fyri seg. Politiskt undirhald í Vági Her eru tvey hittinorðað valevni, Arni Nielsen úr Tjóðveldinum og Bjarti Thomsen úr Sambandsflokkinum, í talvkjaki Tórbjørn Jacobsen roynir seg við einum sangi, sum, í øllum førum líktust grønlendskum. Johan Dahl spælir bass Magni Laksáfoss vildi ikki standa aftanfyri. Eisini hann spældi ein sang, sum kundi mint um grønlendskt Væl uppløgd sambandsfólk á fremsta bonki Kravdi at Charles abdiseraði Undir einari hoyring í London í gjár kom fram, at Diana prinsessa vildi hava Charles prins at siga rættin til trúnuna frá sær. Tað var í oktobur í 1995, at Diana nevndi fyri sínum sakførarum, at hon vildi hava Charles at siga rættin til bretsku trúnuna frá sær, soleiðis at eldri sonur teirra, William, kundi taka við eftir ommuna. Undir hoyringini í gjár kom eisini fram, at á hesum sama fundinum skal Diana hava sagt, at Elisabeth drotning umhugsaði at siga trúnuna frá sær í apríl árið eftir. Eisini kom fram, at ein av sakførarunum, sum vóru á fundinum, skrivaði tað niður, sum Diana hevði sagt, og at hann goymdi pappírið við notatinum. Maður Helle Thorning handtikin Stephen Kinnock, giftur við forkvinnuni hjá Socialdemokratunum, Helle Thorning­Schmidt, varð í gjárkvøldið handtikin í Skt. Pætursborg, ákærdur fyri spirituskoyring. Stephen Kinnock er stjóri fyri Bretska Ráðið í Skt. Pætursborg. Seint í gjárkvøldið koyrdi hann í bili sínum í miðbýnum og breyt ferðslulógina á grovan hátt. Hann bleiv stoppaður av løgregluni, sum legði til merkis, at maðurin luktaði sterkt av alkoholi, veit útvarpsstøðin Ecco at siga úr Moskva. Orasakað av diplomatiska immunitetinum hjá Stephen Kinnocks, kundi løgreg­ lan ikki kanna hansara promillu. Talsmaðurin fyri Bretska Ráðið ásannaði frá London, at stjóri teirra í Skt. Pætursborg varð jakstraður av einum løgreglubili og handtikin. Hann varð varðhaldsfongslaður í ein tíma. Sambært russiskum miðlum stendur Stephen Kinnock nú til at verða vístur av landinum. 3