mikudagur 16. januar 2008síða 49
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 16. januar 2008
49
lýsingar
Vegna Føroya Skiftirætt
verða niðanfyri nevndu
ognir lýstar til sølu:
Skálavegur 207, Skáli (matr. nr. 295)
Grundøkið er 452 m2 til víddar við eldri
sethúsum, sum eru innrættað í miðhædd og
loftshædd, har grundvíddin er 44 m2.
Í miðhæddini eru køkur, baðirúm, gongd og 2
stovur og í loftshæddini eru gongd, 3 kømur
og wc.
Kjallarin er óinnrættaður. Húsini eru klødd
fyri fáum árum síðani. Úthús og hjallur hoyra
til húsini.
Gamlivegur 8, Skáli (matr. nr. 280)
Húsini eru innrættað við kjallara, miðhædd og
loftshædd, har grundvíddin er 45 m2.
Í kjallaranum eru vaskirúm, fýrrúm, wc og
lítið kamar. Í miðhæddini eru gongd, køkur og
stova og á loftinum eru gongd, 3 kømur og
wc.
Úthús, hjallur og goymslurúm hoyra til hús
ini.
Neyst, Skáli
Neystið er 9 m til longdar og 5,3 m breitt.
El er innlagt í neystið, sum eisini hevur beding
við elspæli.
Áhugaði kunnu venda sær til:
Advokatvirkið
Páll Nielsen, adv.
Eyðhild Skaalum, adv.
Sigmund Poulsen, adv.
Hans Trygvi Teirin, adv.
Skansavegur 1 • Postsmoga 85 • FO110 Tórshavn
Tlf. 312171 • Fax 315874 • pall@advokatvirkid.fo
Eysturoyar Røktar-og ellisheim
Søkt verður eftir
leiðara til deildina
fyri minnisveik
Talan er um farloyvisstarv 0,8 tíð frá 15.03.08 at
rokna og eitt ár fram. Starvið umfatar deildina
Heimi á Mýrunum við 8 búfólkum og deildina á
Røktarheiminum við 8 búfólkum.
Umstøðurnar á heiminum eru góðar og væl egn
aðar til fólk, ið eru minnisveik.
Endamálið er at geva minnisveikum fólki, við
serligum tørvi á umsorgan, eina trygga og
stimbrandi tilveru. Miðað verður ímóti at arbeitt
verður eftir Eden arbeiðsháttinum.
Umsøkjari við avvarðandi leiðsluútbúgving og
leiðsluroyndum og royndum innan demensøkið
hevur fyrimun.
Stórur dentur verður lagdur á, at trivnaður bæði
fyri búfólk og starvsfólk framvegis eyðkennir
heimið og vænta vit tí av tær, at tú hevur áhuga
og gleði við, at samskifta við eldri fólk og at tú
hevur vilja og eginleikar at samskifta við starvsfólk
og avvarðandi.
Somuleiðis er umráðandi, at umsøkjarin hevur
áræði og ein positivan hugburð.
Krøv til umsøkjarnar:
• hevur prógv og góðkenning sum
sjúkrarøktarfrøðingur ella almanna og
heilsuatstøðingur
• hevur áhuga fyri røkt av minnisveikum fólkum
• hevur góð samstarvsevnir
• hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin eftir
tørvinum hjá búfólkunum
Vit kunnu bjóða:
• Eitt starvsumhvørvi, har tú kanst gera tína
áskoðan galdandi og verða við til at:
• Menna umsorgan og røkt
• Góða innleiðslu
• Undirvísing
• Góðar møguleikar til at brúka tíni skapandi og
ígongdsetandi evni
Setanartreytir
Løn og setanartreytir smb. sáttmála millum við
komandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við
deildaraleiðaran á tlf. 477080/217088
Umsókn við avriti av prógvi v.m. skal sendast til
Eysturoyar røktar- og ellisheim
Att: fyristøðumaðurin
Friðartún
620 Runavík
Umsóknarfreist: fríggjadagin 25. januar 2008
kl. 12.00
Eysturoyar Røktar-og ellisheim
Friðartún 1 · 620 Runavík
MaskinMann til
Faroe seaFood tórshavn
Søkt verður eftir einum maskinmanni, at byrja sum
skjótast.
Arbeiðstíðin er í samband við dagliga framleiðslu.
Arbeiði umfatar dagligt viðlíkahald av maskinum.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jens
Paula á telefon 594001.
Umsókn við møguligum prógvum og starvsroyndum
skal innan 25/1 sendast til:
P/F Faroe Seafood, Vestara Bryggja
Postboks 218 · FO-110 Tórshavn
Tlf. 355555 · Telefax 312631
Runavíkar Kommuna søkir eftir
Námsfrøðingum og
hjálparfólkum til
Dagstovnin í Skálafirði
Dagstovnurin í Skálafirði læt upp 1. apríl 2007, á
stovninum eru 2 vøggustovur normerað til 12
børn í hvørjari. Vit eru ein stovnur undir Runavík-
ar Kommunu og halda til í leigaðum hølum í
Kelduni í Skálafirði.
Umstøðurnar á stovninum eru góðar, hølini eru
rúmlig og ljós og vit liggja tætt við haga og
fjørðu.
Vit søkja eftir 4 námsfrøðingum og 2 hjálparfólkum
at starvast 30 – 40 tímar viku, at seta 1. apríl og 1.
mai 2008
Vit ynskja at umsøkjarin:
• hevur umsorgan fyri børnum
• er íðin, nærlagdur og álítandi
• hevur góð samstarvsevni
• hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin
• er nýhugsandi og ígongdsetandi
Um eingin námsfrøðingur søkir størvini verða
hjálparfólk sett tíðaravmarkað ístaðin.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda-
gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Tóru
Johannessen leiðara á tlf 442252 ella 212252.
Umsókn, við avriti av prógvi og møguligum
viðmælum, skal vera kommununi í hendi í seinasta
lagi hósdagin 7. februar 2008, kl.12
Runavíkar Kommuna
Sosiala deild
Postboks 139
FO-600 Saltangará
Runavíkar
Kommuna
Boks 139 · Heiðavegur 26 · FO-100 Saltangará
tlf 417000 · runavik@runavik.fo · www.runavik.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo