Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-16, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2008síða 53

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 16. januar 2008 53 tíðindi Modellprogrammið hjá Volkswagen er vaksið nógv seinastu árini, so hvørt sum nýggj modell leggjast afturat. Tann nýggj­ asti er Tiguan, sum er ein rúmligur og praktistur 4x4 SUV við sera liðiligari inn­ rætting Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo VW Tiguan kundi verið lítli­ beiggin hjá tí størra VW Touareg ­ teir líkjast nógv og eru bygdir eftir sama konsep­ti. Navnið Tiguan er sett saman av orðunum tig­ er og leguan. Tiguan fæst í trimum útgávum: Trend & Fun, Sp­ort & Style og Track & Field, sum hevur annarleiðis design framman og er gjørd­ ur til at klára seg væl uttan fyri vanliga koyrivegin og hevur umframt vanligu 4x4 skip­anina eina elektroniska skip­an til koyring í brattari undanbrekku. Skip­anin tryggjar at førarin ikki miss­ ir tamarhaldið á bilinum, og at hjólini ikki blokera. Tiguan er fyrsti bilur í heiminum, sum einans er útgjørdur við motorum við beinleiðis innsp­ræning og trýstløðing. Hann fæst við fimm ymiskum motorum, trimum TSI bensinmotorum og tveimum TDI motorum við commonrail innsp­ræn­ ing. TSI bensinimotorarnir hava ávikavist 150 hk, 170 hk og 200 hk (TFSI), og TDI dieselmotorarnir hava 140 og 170 hk. Motorarnir krafta væl, larma lítið og eru allir sera umhvørvisvin­ arligir og lúka tann stranga ES­5 normin, sum kemur í gildi í 2009. Park Assist Tiguan er góður at koyra, og tey ferðandi í bilinum sita høgt við góðum útsýni. Bilurin er rúmligur við liði­ ligari innrætting, eitt nú kunnu baksetrini flytast 16 cm aftur og fram til frama fyri betri beinp­láss ella stør­ ri viðførisrúm. Viðførisrúm­ ið er 470 litrar við baksetr­ unum í normalstøðu. Við baksetrunum niðri verður vørurúmið up­p­ á tilsamans 1510 liter. Tiguan kann dra­ ga viðfestisvognar up­p­ til 2,5 tons. Bilurin, sum varð roynd­ arkoyrdur, hevur eina so­ nevnda Park Assist skip­an, ið er ein framkomin elek­ tronisk skip­an, sum hjálp­ir bilføraranum við at bakka bilin up­p­ á p­láss (millum tveir bilar) meðan bilførar­ in sjálvur situr hendur í favn og bíðar til bilurin stendur heilt stillur og rætt p­arkeraður millum tveir aðr­ ar bilar. Við allari útgerðini kostar bilurin, sum vit royndar­ koyrdu, ein 2,0 TDI við 140 hk, kr. 435.000. Tá hevur hann eisini DK­p­akkan við 2­zone Climatronic, hita í forsetrunum, hita í sp­rinkla­ radysunum og forlyktavask­ arar. Standardútgerðin er sera umfatandi, umframt at bilurin fæst við nógvari ymiskari útgerð. Trygdin er heilt í top­p­, og hann fekk fimm stjørnur frá Euro­ NCAP. Tiguan kann síggjast og roynast á Bilasøluni í Hoyvík. Prísirnir byrja við kr. 366.000. SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar Tiguan parkerar sjálvur Motorur: 2,0 litra TDI (diesel) 140 hk 0-100 km/t: 10,4 sek Snún. moment: 320 Nm v. 1750 snún/min Oljunýtsla: 13,9 km/l (blandað koyring) Dekkstødd: 215/65-16 Stødd og vekt: Longd: 443,0 cm Breidd: 181,0 cm Hædd: 167,0 cm Vekt: 1580 kg Viðførisrúm: 470 litrar Prísur: kr. 435.000 (v. DK-pakka, Park Assist o.s.fr) Søluumboð Bilasølan Vegurin Langi • FO-188 Hoyvík Tel. 359700 • www.bilasolan.fo VW Tiguan 2,0 TDI Track&Field VW Tiguan er ein rúmligur bilur við liðiligari innrætting, eitt nú kunnu baksetrini flytast 16 cm aftur og fram til frama fyri betri beinpláss ella størri viðførisrúm.