Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-16, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2008síða 55

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 16. januar 2008 55 tíðindi Nissan Navara SE 2,5 dCi Double Cab (171 hk) 5- persóna bilur við last (skrá­settur sum persónbilur). Eitt á­ra gamal. Skrá­settur fyrstu ferð 30. januar 2007. Koyrt 19.500 km. Bilurin er væl hildin og sera væl útgjørdur og hevur t.d. differentialesperru, krók aftan, krom el-síðu- spegl, gá­ttir og er væl rustviðgjørdur. Nýprísur kr. 442.000,- Til sølu við stórum avsláttri. Tel. 212036 Í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum hesa vikuna vórðu tveir bilar ummældir: Peugeot 4007 og Suba­ ru Impresa WRX, sum báðir hava tað til felags, at teir eru gjørdir í Japan Bilar Bilarnir sum vórðu ummæld- ir í sendingini Bylgjan hjá­ Kringvarpinum mikudagin 9. januar vóru Peugeot 4007 við 2.2 DI-D dieselmotori við 156 hk, og Subaru Impresa WRX AWD Sport við 2,5 litra boksaramotori (bensin) við 230 hk. Peugeot 4007 Peugeot 4007 er ein sonevndur SUV (Sport Util- ity Vehicle), sum er ein arbeiðsligur bilur við liðilig- ari og praktiskari innrætting t.d. er baklúkan tvídeild, soleiðis at lessihæddin er sera lá­g og baksetrini kunnu ómakasleyst leggjast elek- troniskt niður. Bilurin er væl egnaður sum bæði famliju- og arbeiðsbilur. 2.2 DI-D dieselmotorurin við 165 hk passar við sín- um snúningsmomenti upp á­ 380 Nm, væl til bilin, soleiðis at hann er kvikur, orkar væl og hevur yvirskot av kraft. Hóast Peugeot 4007 er ein 4x4, ber til við einum knøtti at stilla um til at drív- megin einans er á­ forhjólun- um. Bilurin hevur 7 siti- plá­ss. Bilurin sum varð royndar- koyrdur var ein luksusútgá­va við t.d. leðursetrum el-still- ing av førarasetri og bakki- kamera. Hesin kostar kr. 479.000. Peugeot 4007 kann síggjast og roynast hjá­ Auto Service. Prísirnir byr- ja við kr. 399.000. Subaru Impresa WRX Annar bilurin sum varð royndarkoyrdur var nýggjas- ta útgá­van av Subaru Impre- za í WRX AWD Sport útgá­vuni við 2,5 litra motori við 230 hk. Talan er eum ein rúmligan hatchback við góðum plá­ssi til fimm ferð- andi. Hóast Subaru Impreza WRX AWD Sport sær út sum einhvør annar hatch- back, er í veruleikanum tal- an um ein ektaðan sportbil í vanligum innpakningi. Bilurin er uppbygdur sum sportbilur við sermerktum koyrieginleikum. Boxermo- torurin liggur lá­gt í motor- rúminum, fyri at geva bili- num tryggar og fastar koyri- eginleikar. Hann er annars útgjørdur við t.d. VDC (Vehicles Dynamics Con- trol System) og ESP við on/ off traction. Eisini í kabinuni er bilur- in sportligur við flottum designi, nógvari útgerð og setrum sum stuðla sera væl undir koyring. Bilurin, sum varð royndar- koyrdur, kostar kr. 418.000 kr, men Subaru Impreza fæst eisini í biligari útgá­v- um við 1,5 og 2,0 motori. Prísirnir byrja við kr. 248.000 fyri ein Impreza 1,5 R AWD. Subaru Impresa WRX AWD Sport kann síggjast og roynast hjá­ Berg Motors. Fróði Løksagarð stóð fyri sendingini, og bilaummæl- arar vóru Óla Já­kup Rólants- son frá­ Vikublaðnum, Sofus Hansen, bilbyggjari, og Magnus Gunnarsson frá­ Sosialinum. mg Peugeot 4007 og Subaru Impresa Nissan Navara til sølu Nýggjur Focus RS í 2009 Nýggjur Ford Focus RS kemur á marknaðin í 2009 Ford í Evropa hava nú kunn- gjørt, at ein heilt nýggjur Focus RS kemur á­ marknað- in í 2009. Saman við tíðindaskrivi- num frá­ Ford er ein mynd av nýggja Focus RS, sum sýnir hvussu vit kunnu væn- ta, at bilurin kemur at taka seg út frammanífrá­ . Bilurin verður bygdur yv- ir nýggja Focus ST og skal framleiðast av Ford Team RS. Peugeot 4007 við 2.2 DI-D dieselmotori við 156 hk. Hesin bilurin er ein luksusútgáva við t.d. leðursetrum el-stilling av førarasetri og bakkikamera Subaru Impresa WRX AWD Sport við 2,5 litra boksaramotori við 230 hk er ein ektaður sportbilur í vanligum innpakningi