Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 12 - 17. januar 2008 tíðindi Matstova Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Mouldi Manai, sum í hálv­ tannað ár hevur verið burtur úr býarmyndini í Havn, er nú afturkomin. Hann hevur verið í heimlandinum, Tun­ esia, men nú hevur hann endurkeypt gomlu matstovu sína, “Rio Bravo” í Tórs­ gøtu, og verður nú aftur ein partur av gerandisdegnum í Havn. Í morgun var Mouldi gest­ ur í morgunsendingin á Rás 2. Har greiddi hann frá síni tíð í Føroyum. Hann kom fyrtsu ferð til Føroya í 1975. Tá vóru før­ oyingar ikki vanir at síggja fólk við øðrum húðarliti, og fleiri steðgaðu bilunum, rullaðu rútin niður, og gløddu eftir hesum myrka manninum. Eftir at hava havt ymisk størv, lat hann matstovuna Rio Bravo upp. Tað var í 90’, og eingin onnur mat­ stova var í Havnini tá – undantikið hotellini. Tað gekk sera væl, og longu í 1994 mátti hann flyta í størri høli. Tá fekk hann hendur á gomlu hølunum hjá SAJ, har matstovan framvegis húsast. Áðrenn Mouldi fór úr Føroyum fyri hálvum øðrum ári síðani, seldi hann matstovuna. Men nú hevur hann ognað sær hana aftur, og hevur seinastu dagarnar gjørt onkrar ábøtur í hølunum. Fríggjadagin 18. januar kl 17.00 letur Rio Bravo sostatt uppaftur, og Mopuldi leggur dent á, at tað verður í gomlum hami, við gomlu matskránni og við gamla eigaranum Mouldi Manai sum stjóra. VIT HAVA HEILT VÍST EISINI OKKURT TIL TÍN Mouldi aftur á Rio Bravo Mouldi Manai hevur keypt Rio Bravo aftur frá 62 N. Hann hevur nú broytt alla matskránna, soleiðis, at tað nú aftur er gamla, vælkenda matskráin at velja úr Mynd: Eirikur Lindenskov